IOC raðfestir nú svimjing, fimleik og frælsan ítrótt ovast millum OL-greinar

Altjóða Olympiska nevndin IOC hevur í dag kunngjørt ein nýggjan býtislykil, har tey við 5 bólkum raðfesta hvussu nógv tær ymisku ítróttargreinarnar skulu stuðlast fíggjarliga, av tí fíggjarliga avkasti sum Olympisku Leikir skapa. Svimjing og fimleikur vóru stóru vinnararnir, við tað at hesar greinar nú verða raðfestar eins høgt og frælsur ítróttur, sum annars í nú farnu skipanini lá einsamalt ovast.

Tær 28 ítróttargreinarnar verða bólkaðar soleiðis:

  1. Frælsur ítróttur, svimjing og fimleikur
  2. Kurvabóltur, súkkling, fótbóltur, tennis og flogbóltur
  3. Bogaskjóting, badminton, boksing, judo, rógving, skjóting, borðtennis, vektlyfting
  4. Kano/kajak, ríðing, fikting, hondbóltur, hockey, sigling, taekwondo, triathlon, glíming
  5. Modernaður fimmkampur, golf og rugby

Bólkingin er eftir øllum at døma grundað á hvussu nógv IOC metir (ella veit) at ymisku ítróttargreinarnar geva í kassan. Altjóða svimjisambandið FINA vísir í dag í tíðindaskrivi á at svimjingin er garantur fyri stórslignum stevnum bæði á Olympisku Leikum og millum Leikirnar, við luttøku av teimum allarbestu íðkarunum sum ítrótturin hevur at bjóða, frá fimm heimspørtum.

Vit vita eisini at svimjistevnan seldi væl á OL í London, bæði tá ið tað kom til áskoðarar á staðnum, og hyggjarar í sjónvarpinum. Serfrøðingarnir vænta nú at frælsur ítróttur fer at fáa minni í sín lut, enn tey fyrr hava fingið, til fyrimuns fyri svimjing og fimleik. Men her skal tó nevnast, at OL í London var ein stór succés fíggjarliga fyri IOC, við eini inntøku á 520 milliónir dollarar, í mun til $296 milliónir frá OL í Beijing í 2008 og $256 milliónir frá OL í Athen í 2004.

Les t.d. ESPN

Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Danskir miðlar endurgeva í dag nýklækta heimsmeistaran Mads Glæsner fyri at siga, at hin nú fráfarni landsliðsvenjarin Paulus Wildeboer beinleiðis oyðilegði hansara Olympisku Leikir, við bevíst at lata allan hópin fylgja eini skrá sum niðurraðfesti venjingina hjá harrunum, til frama fyri kvinnurnar, hatta hálva árið undan OL tá ið eisini Pál Joensen var við í hópinum. Ein ætlan sum Mads sigur at Wildeboer avdúkaði bara fáar dagar undan OL. Les t.d. Sporten.dk

– Paulus lagde ikke skjul på, at træningen ikke var forberedt til svømmere udefra. Det fortalte han os et par dage før OL. At træningen var planlagt og tilrettelagt for nogle få svømmere, og så kunne vi andre bare følge med. Den information havde jeg meget svært ved at få et par dage inden OL, konstaterer Mads Glæsner med ærgrelse i stemmen.

Pál and Mads at the Rijeka 2008 SC Europeans
Continue reading Mads Glæsner loysir frá posabandinum

Oussama Melluli um lívið nú runt OL í London

Samrøða hjá The Morning Swim Show við Oussama Mellouli, Olympiskur meistari í 10 km havsvimjing umframt bronsuvinnari í 1500 frí frá OL í London í summar. Áhugavert at hoyra hvussu ætlanin um at svimja 10 km fyrst varð tikin umleið um hesa tíð fyri einum ári síðani, og um hvussu hann ætlar at halda áfram til Rio 2016. Mellouli vandi sum kunnugt saman við dønum og Páli hetta síðsta hálva árið áðrenn OL í London, men tað verður so ikki nevnt í samrøðuni.

Ragnvaldur (og Rúni) á OL í London

Paralympisku Leikirnir vórðu settir í gjárkvøldið, við stórfingnari setan har eisini føroysku luttakarnir vóru rættiliga sjónskir. Her í videoini leypa vit beint til løtuna tá ið føroyska liðið kemur inn, Ragnvaldur Jensen er flagberi, og har afturi gongur Rúni Gaardbo, høvuðsvenjari hjá FLOT. Ragnvaldur skal svimja 100 bringu næsta hósdag hin 6. september, 2012.

Lutfalsligt vónbrot

Tað gekk ikki sum ætlað hjá Páli í London. Tíðin hjá honum, 15:18.42, í 1500 frí var ikki nóg góð at koma í OL finalu. Men hon var bert 5/100 sekund frá gulltíðini í Beograd í 2008. At botnstøðið hjá Páli er so høgt, vísir, at hann er ein svimjari í heimsklassa.


Splitttíðirnar hjá Páli versnaðu í London í mun til Shanghai
Continue reading Lutfalsligt vónbrot

Nú er at sparka

Hendan triðja morgunin, eftir at Pál hevði svomið 1500 í London, varð eg vaktur av eini dámu á Sosialinum, sum var í ferð við at prenta eina niðrandi grein um føroyska svimjing. Super. Minnist aftur á ein meistara í kinverskum kampkynstri, sum einaferð fortaldi okkum í klassanum, at ‘jo, vi sparker skam også efter hovedet … men først når personen ligger ned’.

100_2473
Continue reading Nú er at sparka