Sí samrøðu á kvf.fo. Leivur Frederiksen tosar eisini við Jón Bjarnason, sum sigur at tað gongur eftir ætlan.
Tag: London 2012
Pál sæst (vónandi) á Vágsbøi leygarkvøldið
Summarfestivalurin skrivar her at tey hava avtalað við Russ Taff at framskunda hansara framførslu, so at tað skal bera til at síggja Pál á stórskíggja á Vágsbøi, leygarkvøldið kl. 19.35. So er at vóna at hann klárar í finaluna :-S
Pál og Jón millum áskoðarar
Teir báðir Pál og Jón vóru millum áskoðarnar, tá kvinnurnar svumu 4×100 frí og settu nýtt danskt met við 3:37.45. Kvinnurnar úr Avstralia vunnu og settu nýtt OL met við tíðini 3:33.15 frammanfyri Holland og USA. Sí úrslitini her.
Standandi frá vinstru: Glæsner, Lie, Joensen, Bjarnason
Pál ein tíggjundapart frá OL-finaluni í 400 frí
Huff, hatta var so tað, Pál Joensen svam gott, í harðari kapping við Sun Yang og amerikanararnar báðar Conor Dwyer og Peter Vanderkaay, hini kinesin Yun Hao eisini har umleið í riðlinum, til teir fýra at enda togaðu frá Páli í spurtinum. Endaliga tíðin hjá Páli 3:47.36, akkurát ein tíggjundapart frá kanadiska Ryan Cochrane sum við 3:47.26 í riðli 2 varð síðsti maður í finaluna. Nú er at hugsa fram til innleiðandi 1500 frí fríggjamorgunin 3. august, og gleðast um at hann í øllum førum ikki smokkaði burtur í millum.
Pál svimur í besta riðli í morgin
Startlistanir til 400 metra frísvimjing á OL í London síggjast her, Pál er í síðsta riðli ímóti serliga kinesiska Sun Yang og amerikanska Peter Vanderkaay, fjórðingsføroyski David Carry í næstbesta riðli ímóti Tae Hwan Park og Ryan Napoleon, og Mads Glæsner so í triðbesta riðli ímóti Paul Biedermann og Ryan Cochrane.
Super OL-lýsing frá Kellogg’s
Hetta er gott nokk ein tann besta lýsingin sum eg nakrantíð havi sæð, við einum boðskapi um at tú mást minnast til morgunmatin, ja, men eisini at eingin av hasum á OL komu har uttan at byrja onkunstaðni.
Pál hevur 7. bestu tíð nakrantíð av teimum sum svimja 1500 á OL
Um hugt verður bestu úrslitum nakrantíð í 1500 metra frísvimjing, so er Pál Joensen 13. besti 1500-svimjari nakrantíð, og 7. bestu av teimum sum fara at svimja 1500 nú á OL í London. Ikki at tað tryggjar nakað pláss í OL-finaluni, men tað er øgiligt at síggja ein føroying millum hesi úrslit.
- 14:34.14 Sun Yang, CHN – heimsmet og gull á HM í Shanghai, 31/7-2011
- 14:34.56 Grant Hackett, AUS – heimsmet og gull á HM í Fukuoka, 29/7-2011
- 14:37.28 Ous Mellouli, TUN – gull á HM í Rom, 2/8-2009
- 14:40.84 Ryan Cochrane, CAN – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, bronsu í finaluni
- 14:41.13 Yuri Prilukov, RUS – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 4 í finaluni
- 14:41.66 Kieren Perkins, AUS – heimsmet og gull á Commonwealth Games í Victoria, 24/8-1994
- 14:45.29 Larsen Jensen, USA – silvur á OL í Athen, 21/8-2004
- 14:45.54 Peter Vanderkaay, USA – gull á US Olympic Trials í Omaha, 6/7-2008
- 14:45.66 Gergo Kis, HUN – bronsu á HM í Shanghai, 31/7-2011
- 14:45.84 Zhang Lin, CHN – innleiðandi á OL í Beijing, 16/8-2008, nr 7 í finaluni
- 14:45.94 Mateusz Sawrymowicz, POL – gull á HM í Melbourne, 1/4-2007
- 14:45.95 David Davies, GBR, bronsu á OL í Athen, 21/8-2004
- 14:46.33 Pál Joensen, FAR – nr 4 á HM í Shanghai, 31/7-2011
- 14:46.78 Erik Vendt, USA – gull á stevnu í Santa Clara, 18/5-2008
- 14:47.38 Tae Hwan Park, KOR – gull á NSW Championships í Sydney, 12/2-2012
Continue reading Pál hevur 7. bestu tíð nakrantíð av teimum sum svimja 1500 á OL
Tryggingarfelagið og Vodafone eykaloyvi at lýsa við Páli meðan OL er
Nú fleiri hava víst til lýsingar við Páli í miðlunum upp undir OL, so vísir tað seg at akkurát Tryggingarfelagið Føroyar og Vodafone hava rætt at lýsa, hóast hasar strangu reglurnar frá IOC. Hetta er ein avtala gjørd við Dansk Olympisk Komité og IOC, at hesi sum høvuðsstuðul hjá Svimjisambandi Føroya kunnu lýsa eisini runt sjálvt OL, afturfyri eini samsýning til Dansk Olympisk Komité.
NBC sendir eisini frá OL í London
Kanska ikki so viðkomandi fyri okkum føroyingar, men trailarin er awesome ! 🙂
Bara trygdin á OL kostar 530.000 kr per íðkara
Áhugaverd grein her á Jyllands-Posten, har ein Jørgen E. Pedersen heldur at trygdarútreiðslurnar av OL í London eru so ørandi, at man kanska átti at hildið eina pausu og keypt grýtur til tey fátæku í menningarlondum heldur. Bretsku fyriskipararnir hava ‘skvatlað’ góða hálva millión uppá bara at ansa eftir Páli, so gott sum sama upphædd sum Landið avsetur til føroyskan úrvalsítrótt yvirhøvur. Og tá vil ÍSF ikki ein gang avseta alt til Pál (ella aðrar góðar svimjarar), men hevur heldur brúkt hina eftirhondini væl og virðiliga góðu hálva milliónina uppá … hmmm, svar skyldugur.
(Pál á kantinum á OL í London. Jón Bjarnason eigur myndina)