OL-skráin hjá Páli Joensen

Danska/norska legan í OL-býnumNú er ikki ein vika til Pál svimur á OL í London, og tíð tí at endurtaka skránna:

  • Leygardag 28/7: 400 frí innleiðandi frá kl 10:47
  • Leygarkvøld 28/7: kanska 400 frí finala kl 19:49
  • Týsdag 31/7: 4×200 frí innleiðandi frá kl 11:17
  • Týskvøld 31/7: kanska 4×200 frí finala kl 20:47
  • Fríggjadag 3/8: 1500 frí innleiðandi frá kl 10:23
  • Leygarkvøld 4/8: vónandi 1500 frí finala kl 19:36

Eurosport sendir frá svimjistevnuni á OL, umframt DR1

Kringvarpið samsendir við DR / TV2

Summarfestivalurin fer at vísa 1500 finaluna beinleiðis á Vágsbøi, leygarkvøldið, í so fall at Pál sleppur í finaluna. Nærum orsøk nokk í sær sjálvum til at fara á festival 🙂
Continue reading OL-skráin hjá Páli Joensen

Pál og Jón væl framkomnir til OL-býin

Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru tíðliga í morgun við danska OL-hópinum úr Rijeka í Kroatia, og eru nú í OL-býnum. Vit skilja á lagnum at tað er ekstremt stórt og flott har, sjálvt fyri fólk sum hava fyrireikað seg uppá tað. Her á myndini eru tað Pál Joensen og danski OL ‘chef de mission’ Jesper Frigast Larsen sum spáka sær ein túr í býnum. Jón Bjarnason eigur myndina.

Pál og Frigast í OL-býnum

Danir vænta sær eitt, kanska tvey heiðursmerki á OL í svimjing

Ífall at nakar ivast, so er tað ikki lætt at vinna heiðursmerki á Olympisku Leikum, og tó so vænta fýra út av fimm dønum sambært meiningakanning hjá Ritzau at danska svimjilandsliðið fer at vinna heiðursmerki í London. Seinast var úrtøkan tvey finalupláss og eitt bronsuheiðursmerki til Lotte Friis í 800 frí, men hesuferð ætlar danska svimjisambandið sær 8 finalupláss og tvey heiðursmerki. Lesið Jyllands-Posten.

Veddingarfyritøkur vænta Sun Yang at vinna 400 og 1500 frí

Oddschecker hevur her ymisk yvirlit yvir hvørji odds man fær frá veddingarfyritøkum tá ið tað kemur til svimjing á OL, har vit millum annað síggja at Sun Yang er klárur favorittur at vinna bæði 400 og 1500 frí. Hinir heiðursmerkjafavorittarnir verða mettir av vera Tae-Hwan Park og Paul Biedermann í 400 frí og Tae-Hwan Park og Ryan Cochrane í 1500 frí, og hareftir nøvn sum Yun Hao, Peter Vanderkaay, Gregorio Paltrinieri og Oussama Mellouli. Pál Joensen rangerar eisini rímiliga høgt, men tó ikki betri enn at man har kann vinna rættiliga fitt av pengum, um hann vinnur sær medalju 🙂

OL Odds 1500 heiðursmerki

USOC sló hart niður uppá ein bindiklubb sum skipaði fyri ‘Ravelympics’

Eitt dømi um hvussu strangar reglurnar eru fyri nýtslu av øllum sum yvirhøvur kann minna um OL, er at sosiala bindiheimasíðan Ravelry fekk boð frá amerikansku olympisku nevndini USOC um at lata verða við at kalla eitt árligt tiltak fyri “Ravelympics”, vælsagtans tí tað minnti for nógv um “Olympics”. Bindiklubburin broytti navnið til “the Ravellinic Games”, so var í lagi. Sí NPR.

So er stongt fyri at brúka Pál Joensen sum reklamusúlu

Altjóða Olympiska nevndin IOC forbjóðar frá í dag hin 18. juli til mikudagin hin 15. august einhvørjari aman uppat Olympisku Leikum til at marknaðarføra annað enn teir 11 offisiellu OL-sponsorarnar, og straffurin fyri til dømis Pál (og Jón) kann í evsta føri verða burturvísing frá leikunum. Hetta er sonevnda ‘regla 40’ í The Olympic Charter um loyvi at luttaka á Leikunum, sum ásetur millum annað at:

Except as permitted by the IOC Executive Board, no competitor, coach, trainer or official who participates in the Olympic Games may allow his person, name, picture or sports performances to be used for advertising purposes during the Olympic Games.


Continue reading So er stongt fyri at brúka Pál Joensen sum reklamusúlu

Pál og Jón undir allarsíðstu OL-fyrireikingar

Tað er nú sunnudagin 22. juli at Pál Joensen og Jón Bjarnason fara víðari til Olympiska býin í London, saman við danska landsliðnum, Mellouli og Wildeboer og teimum. Í løtuni eru teir farnir undir seinastu fasu av tí heilt tunga, sum er at venja seg til at skula svimja skjótt í innleiðandi riðlunum um morgunin, síðani sprintararnir skjótt aftur í hálvfinalum um kvøldið, síðani lætt morgunin eftir, og so skjótt aftur í finalum um kvøldið.

Pál og Ous í Rijeka

(Pál og Mellouli koyra hart á líka inn í veggin. Tað er Pál í svørtum buksum og Mellouli í hvítum)

Startlistarnir til OL í London eru nú klárir

FINA hevur kunngjørt teir endaligu startlistarnar til OL í London, og vit føroyingar eru sjálvsagt mest áhugaði í 400 og 1500 frí. Fyrsta greinin við føroyskari luttøku verður 400 frí, Ólavsøkuaftansmorgun hin 28. juli, har Pál er styrkismettur at verða nummar 11, altso uttanfyri finaluna men tó frammanfyri Glæsner sum hevur styrkismeting sum nummar 12. Síðani fara teir at svimja 4×200 frí, tá einaferð 31. juli, og fríggjamorgun 3. august er tað so innleiðandi 1500 frí, har Pál hevur styrkismeting sum nummar fýra.
Continue reading Startlistarnir til OL í London eru nú klárir

21.000 fjølmiðlafólk fara at dekka OL í London

Jyllands-Posten skrivar her at 21.000 journalistar, fotografarar, kamerafólk og teknikarar fara at varpa frá OL í London, í sjónvarpi, útvarpi, skrift og ikki minst sosialum miðlum sum Facebook og Twitter. Tað eru so nógv at tey fáa bankar, posthús, venjingardepil, massaguklinik, supermarked, frisør, læknahjálp og matstovu í teimum báðum pressudeplunum, har fyriskipararnir rokna við at skula veita einar 480.000 máltíðir og 1.6 milliónir koppar av te og kaffi. Danir senda eini 160 fjølmiðlafólk, bretska BBC eini 765 og amerikanska NBC eini 2700 fólk.