Góð grein um Pál á brasilskum miðli

Lesið hesa grein gjøgnum Google Translate, um tit ikki skilja portugisiskt 🙂

‘Føroyskur svimjari droymir um at vinna fyrsta gull fyri sítt land

Ein av størstu dreymum hjá einum ítróttarfólki er at sleppa at hoyra tjóðsangin hjá sínum landi verða spældan á olympiska heiðursmerkjapallinum. Hendan dreymin veit Pál Joensen longu at hann kann ikki uppliva. Tó so, so roynir føroyski svimjarin at skriva søgu á olympisku leikunum í London, har hann kann gerast fyrsti íðkari i vinnur sínum oyggjaríki eitt olympiskt heiðursmerki.’

(Foto: Das Büro for Danmarks Idræts-Forbund og Team Danmark)

Ítrottarblað um Pál og OL í London

Í morgin kemur eitt serblað ella ítróttarmagasin frá Dimmalætting við 64 síður um Pál Joensen og OL í London. Haraftrat er tilfar um Óla Mortensen, “16 ára gamal svimjari: Óli vil til OL í Rio” og Jón Bjarnason, “Alt fokus er á 1.500 metrar”, og sjálvandi um Pál eisini: “Eg droymi um medalju”. Blaðið kostar 39.95 kr.

Danski OL-stjórin góðar vánir fyri heiðursmerki í London

Hóast danir eru farnir frá at hava herd krøv til danska OL-luttøku, so er støðið í altjóða ítrótti serliga í Evropea hert so mikið nógv, at ein evropeisk OL-bilett er tað sama sum eitt avrik í absoluttum heimsklassa. Hetta heldur danski OL ‘chef de mission’ Jesper Frigast Larsen, og sigur at útlitini eru so mikið góð, at tey í Team Danmark og DIF umhugsa at hækka málsetningin fyri heiðursmerki í London.

(Frigast Larsen í Vági í november 2011)

Sí sporten.dk, har tey eisini hava eina áhugaverda styrkismeting av hvørjir OL-luttakarar sum hava bestu vónir fyri heiðursmerki í London. Her niðanfyri avmarkað til bara svimjararnar

  1. Det lugter af metal: Lotte Friis, Jeanette Ottesen
  2. Måske – på en god dag: Pál Joensen
  3. Med for at lære: Mie Ø. Nielsen, Pernille Blume, menn 4×200 frí
  4. Langt fra medaljer: Mads Glæsner, Rikke Møller Pedersen

So eru Pál og teir offisielt úttiknir til OL-stafett í London

Altjóða svimjisambandið FINA hevur í dag boðað danska svimjisambandinum frá, at teirra 4×200 frí stafett fyri menn kann luttaka á OL í London. Hetta var sum kunnugt hin óføra spennandi tíðtakingin á Danish Open / Danish Trials, har Mads Glæsner, Daniel Skaaning, Anders Lie og Pál Joensen skuldu klára 7:15.65, og mundu mist á stokkinum, inntil Pál tók tað heim við 1:47.79, til endaliga úrslitið 7:15.38. Teir hava bíðað eftir at síggja um nakað annað lið fór at skumpa teir út um 16 tey bestu londini síðani Shanghai 2012, men so varð ikki 🙂

Villur jubel eftir 4x200 frí

Video frá tá ið teir svumu 4×200

Offisiella tíðindaskrivið kann lesast her

Pál og Jón vitja Grand Canyon

Pál Joensen og Jón Bjarnason venja í løtuni í Flagstaff aftaná at hava verið í Leadville í eina viku. Tað hoyrir við at vitja Grand Canyon tá man er í norður Arizona. Sovorið skal síggjast, hvis møguleiki er fyri tí. Her síggja vit steinin Jón lovaði at heinta.


Continue reading Pál og Jón vitja Grand Canyon

Týskland vann 4×200 frí

Týskland við Biedermann á odda vann 4×200 frí við tíðini 7:09.17 framman fyri Italia (7:13.10) og Ungarn (7:13.60). Á fjórða plássi kom Belgia (7:15.58), sum legði hart út, áðrenn Biedermann tók teir aftur. Serbia og Sveis endaðu aftast við tíðunum 7:20.20 og 7:22.30. Tað merkir at Ungarn setti betri tíð enn DAMP-liðið hjá dønum og føroyingum (7:15.38), meðan mennirnir úr Belgia vóru eitt vet ov spakuligir, men liggja enn at luttaka í London.


Biedermann, Colupaev og Rapp fyri Týskland.
Continue reading Týskland vann 4×200 frí

Ungarn og Serbia hótta kongaríki Danmark

Stafett-liðið hjá Ungarn og Serbia komu óhugnaliga tætt við tíðina hjá Pál og co í 4×200 frí í morgun. Mennirnir hjá Ungarn svumu 7:18.84, meðan serbar komu í mál við tíðini 7:19.91. Tíðin hjá Pál, Mads, Anders og Daniel er 7:15.38. Spurningurin er, hvussu nógv skjótari mennirnir kunna svimja í finaluni í kvøld. Danir eru í løtuni nr 14 av 16 kvalifiseraðum liðum, sovítt eg veit. Tað merkir, at Anders og Daniel sleppa ikki við til London um t.d. Ungarn og Serbia svimja skjótari enn 7:15.38 í kvøld. Hinvegin, svimja liðini spakuligari kunna danirnir anda eitt sindur lættari.
Continue reading Ungarn og Serbia hótta kongaríki Danmark

Kis og Pizzetti vístu styrki í dag

Ungarin Gergo Kis á heimabana og italiumaðurin Samuel Pizzetti fingu silvur og bronsu í 400 frí finaluni í dag aftanfyri Paul Biedermann. Tíðirnar hjá teimum vóru Biedermann 3:47.84, Kis 3:48.09 og Pizzetti 3:48.66. Robbie Renwick og Sebastien Rouault vóru nr 4 og 5 við tíðunum 3:50.46 og 3:50.62. Kis og Pizzetti fara væntandi at kappast mótir Pál í London um 74 dagar. Tí er tað spennandi at síggja í hvørjum formi teir eru í. Við tíðini í dag burdi Kis svomið umleið 14:55 í 1500 frí leygardagin. Pizzetti liggur at klára eina tíð um 15:00. Rouault skal hvørki svimja 1500 í Debrecen ella í London.

DSC02801
Continue reading Kis og Pizzetti vístu styrki í dag

Olympiski kyndilin blaktrar nú í Grikkalandi

Olympiski eldurin varð í morgun tendraður har suðuri í Olympia, og síðani givin grikska heimsmeistaranum í svimjing á opnum vatni, Spyros Gianniotis, sum fyrsti rennari á 80-daga longu ferðini til London. Til ber at síggja hátíðarhaldið á Ustream, sum minnir ikki sørt um heldur drúgvu setanini á Rhodos á sinni 🙂



Video streaming by Ustream

Les meira t.d. her á Inside the Games