Pál formliga úttikin til OL

Ja, tað eru nakrir dagar síðani at Portalurin visti at siga hetta, og vit vistu tað væl egentliga longu eftir Danish Open. Men altso, Pál er nú formliga úttikin til OL, sum tit kunnu síggja m.a. her á ol.dk, sí hansara OL-vangamynd har hann millum annað avdúkar at honum dámar Tarantino-filmar, og at hansara størsta ítróttaridol er Alexander Dale One.

(Foto: Das Büro for Danmarks Idræts-Forbund og Team Danmark)

OL er við lóg bara fyri offisiellar miðlar og sponsorar

DailyHouse skrivar her at tú prinsipielt risikerar at enda í bretskum gegli, um tú leggur myndir út á alnetið frá einum OL-øki, við tað at bretar við lógini ‘London Olympic Games and Paralympic Games Act of 2006‘ hava givið stjórnini serligar heimildir at verja Olympiskum sponsorum og miðlum.


Continue reading OL er við lóg bara fyri offisiellar miðlar og sponsorar

Miðlarnir í Føroyum hava onga atgongd til OL

Útvarpsendingin Pressan umrøddi hósdagin teir trupuleikar sum ÍSF og Kringvarpið hevur at fáa atgongd til OL í summar. Danir hava fingið tillutað 32 pressuloyvi (accreditering), og hesi eru langt síðani býtt út til danskar fjølmiðlar. Men Kringvarpið fer at senda fólk til London óansæð, og ætlar at húsast í einum shoppingcentri onkrastaðni tætt við har Pál skal búgva. Solby Eliasen leggur aftrat “sjálvandi vera vit har”, tí “tað er ordiliga stórt”. Hon siterar Rók, at danir og útheimurin hava fangað tað, nú er tað bara føroyska pressan sum ikki skilur, hvussu fantastisk søgan um Pál er. Hoyr sendingina her.


Continue reading Miðlarnir í Føroyum hava onga atgongd til OL

Japanskir svimjarar fáa risa bonus, vinna tey heiðursmerki í London

Ein av høvuðsstuðlunum hjá japanska svimjisambandinum, virðisbrævafyritøkan GMO Click, lovar nú sambært SwimmingWorld Magazine ein bonus á yvir 2 milliónir krónur (30 milliónir yen) til teir japanskar svimjarar ið klára at vinna gull á OL í London, einar 200.000 krónur til silvurvinnarar og einar 68.000 krónur til bronsuvinnarar, í liðsvimjingin at býta javnt millum teir fýra svimjararnar. Olympiska nevndin hjá Japan bjóðar hartil umleið 200.000 til gullvinnarar, 136.000 til silvurvinnarar og 68.000 til bronsuvinnarar. Og skuldi Kosuke Kitajima klárað at vunnið gull í 100 og 200 bringu triðja OL á rað, so útloysir tað ein bonus á eyka 1 millión dollarar til hansara, ella umleið 5.675.000 krónur.

Í Danmark er tilsvarandi bonus 100.000 krónur til gullheiðursmerkjavinnarar í London, 70.000 til silvurvinnarar og 35.000 til bronsuvinnarar. Og tá skal tað skattast – nakað sum Lotte Friis ikki er so glað um, sambært grein í Politiken.

Føroysku bonusupphæddirnar eru ókendar.

Ryan Cochrane vann Canada Olympic Trials við 15:09.80

HM silvurvinnarin, Ryan Cochrane, vann í nátt 1500 finaluna í Canada Olympic Trials við tíðini 15:09.80. Kier Maitland og William Brothers gjørdust ávikavist 2 og 3 við tíðunum 15:17.03 og 15:21.53. Maitland og Eric Hedlin fóru undan frá byrjanini, meðan Cochrane legði spakuliga út. Aftaná 500m var Cochrane eini 6 sekund aftanfyri Hedlin og Maitland. Men so trýsti Cochrane nakrar ferðir á speedaran, tók fyrst Hedlin aftaná 750m og Maitland við 1100m. Hereftir økti Cochrane um munin og kom á mál góð 7 sekund frammanfyri Maitland.
Continue reading Ryan Cochrane vann Canada Olympic Trials við 15:09.80

OL í London: Pál svimur 400 á Ólavsøku, 1500 á Summarfestivalinum

Ja, tað kundi næstan ikki ligið betri, ella verri, alt eftir hvussu man sær uppá tað. Sambært skránni hjá OL-fyriskiparunum, so skal Pál svimja 400 metra frísvimjing innleiðandi einaferð millum klokkan 10 og 13 Ólavsøkuaftan, og so aftur onkuntíð millum 19:30 og 21.15 Ólavsøkuaftanskvøld, um tað eydnast honum at koma í finaluna. Innleiðandi 4×200 frí er týsdagin 31. juli, og innleiðandi 1500 frí so aftur onkuntíð millum 10 og 13 fríggjadagin 3. august, sum Summarfestivalur er í Klaksvík. Og um hann so kemur í finaluna, so verður tað leygarkvøldið 4. august umleið kl 19:36, tá ið stórur partur av tjóðini er samlað á Vágsbøi.

Ian Thorpe kom ikki víðari í 100 frí

Ian Thorpe kom ikki víðari frá innleiðandi í 100 frí, og sostatt brast síðsta vónin hjá honum at luttaka í London í summar. Tíðin hjá Thorpe, 50.35, rak bert til eitt 21. pláss, 20/100 sekund frá eitt semifinalupláss. Thorpe sá ógvuliga skuffaður út, tá hann sá tíðina hjá sær, og tók sær so góðar stundir at koma upp úr hylinum, at næsta hitið bleiv blást í gongd, áðrenn hann var uppi á turrum. Les meira á theaustralian.com.au

Thorpe megnaði ikki at koma í finaluna í 200 frí

Thorpe bleiv nr 12 í semifinaluna. Tíðin hjá honum 1:49.91 var spakuligari enn hansara innleiðandi tíð í nátt (1:49.16). Thorpe segði aftaná, at teir seinastu 100 m vóru harðir.

“The last 100 was a struggle, I’m not sure why. This was slower than what I swam this morning, probably the inexperience of racing in the last 18 months held me up. The fairytale has turned into a nightmare. I’m really grateful for everyone’s support, they’ve been great. Hopefully I’ll be faster (in the 100m).”
Continue reading Thorpe megnaði ikki at koma í finaluna í 200 frí