Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu

Ian Thorpe skal royna at kvalifisera seg til OL komandi vikuskifti í Adelaide, Avstralia. Men útlitini eru ikki góð ífylgi spælistøðum.

Spæl Ja Nei Spælistað
Klárar Thorpe at koma í 100 frí finalu? 8.00 1.05 www.tab.com.au
Klárar Thorpe at koma í 200 frí finalu? 2.75 1.40 www.tab.com.au
Kvalifiserar Thorpe seg til OL? 2.60 1.45 www.sportsbet.com.au

Continue reading Thorpe fær vánalig odds áðrenn úrtøkustevnu

Daniel Fogg er triði breti nakrantíð undir 15 minuttir í 1500 á langgeil

Hugsa um hatta eina løtu: Vit hava verið her ofta fyrr, og allarflestu føroyingar hava eftirhondini fangað at Pál Joensen er nakað heilt serstakt, í veruligum heimsklassa í eini ítróttargrein sum hevur røtur líka aftur til fyrsta OL í Athen í 1896 og longri. Tað eru bara frælsur ítróttur, svimjing, fekting og amboðsfimleikur sum uttan íslit hava verið ítróttargreinir á øllum summar-OL, og 1500 frí fastur táttur líka síðani St. Louis í 1904 (OK, akkurát í St. Louis var tað ein ‘mile’, men tað er sirka tað sama). Bretland er eitt av bert 5 londum sum hava luttikið á øllum summar-OL (hini eru Grikkaland, Frakland, Sveits og Avstralia). Og tó so varð Daniel Fogg bara triði bretin í heimssøguni undir 15 minuttir í 1500 metra frísvimjing á langgeil, tá hann her um vikuskiftið kvalifiseraði seg til triðja OL sum bretar skipa fyri, í London í summar. Fogg svam flottu tíðina 14:55.30. Pál svam 14:46.33 í Shanghai.

(Videoin her er um Daniel Fogg og toymið aftanfyri hann á English Institute of Sport á Loughborough University. Tey siga at tað krevst; vit vita at tað er ikki alneyðugt, men at tað hevði gjørt tað heila ein heilan deil lættari.)

Málsetningurin hjá Danmark er 7 heiðursmerki á OL í London

OL ‘chef de mission’ Jesper Frigast Larsen og Team Danmark stjórin Michael Andersen hava 7 heiðursmerki sum málsetning á OL í London nú um eitt hálvt ár, ið er sama tal sum til OL í Beijing í 2008. Tey meta at Danmark hevur møguleika til heiðursmerki í tilsamans 10 ítróttargreinum, harav kandidatarnir longu eru funnir nú í 7 av teimum greinunum. Lotte Friis fegnaðist herfyri sambært Politiken um at vera størsta OL-vónin hjá Danske Spil, við odds 2.5 frammanfyri ‘gullfýrarin’ á 3, Jeanette Ottesen og mannliga hondbóltslandsliðið á 3.5, og t.d. Caroline Wozniacki á 15.

OL-búnin hjá dønum er klárur

Nú eru sniðgevarnir hjá Jack & Jones og Vero Moda komnir so mikið langt, at OL-klæðini hjá dønum kundu avdúkast her í vikuni. Tað eru Bestseller sum veita klæðini til allar teir donsku OL-luttakararnar, íroknað reseptiónsklæðir, innmarsj-klæðir, frítíðarklæðir, paradudraktir og ‘Denmark Wear’. ‘Paradudraktir’ eru vanligu treningsdraktirnar, sum til dømis svimjararnir eru í tá ið teir fara eftir heiðursmerkjum. Vist nokk tær heilt reyðu við hasari hvítu strípuni frá vinstru øksl, sum vit milum annað síggja Rikke Møller Pederesen og Jeanette Ottesen vera í á videoini niðanfyri. Sí ol.dk

The Race Club samrøða við Ryan Cochrane og Randy Bennett

Randy Bennet er olympiski høvuðsvenjarin hjá Kanada, og Ryan Cochrane sum kunnugt silvurvinnari frá HM í Shanghai. Gary Hall Sr. skrivar forrestin heldur nasadjarvt “Ryan Cochrane looks to be the only challenger to current world record holder in the 1500 meter freestyle Sun Yang of China heading into the London Olympics”, her á The Race Club.

OL-finalan í 1500 frí verður leygarkvøldið 4. august kl 19:36

Altjóða svimjisambandið FINA hevur nú kunngjørt skránna fyri svimjistevnuni á Olympisku Leikum í London 2012, enntá við áseting av nær tey meta at hvør einstaka kapping byrjar og endar. Fyri okkum føroyingar er tað nokk serliga kappingini í 1500 metra frísvimjing hjá monnum sum er áhugaverd, har innleiðandi riðlarnir byrja fríggjadagin 3. august kl 10:27 (fyri at enda umleið klokkan 12:01), og har finalan so er síðsta kvøld á OL-svimjistevnuni, leygarkvøldið 4. august kl 19:36.

Pál er heiðursmerkjavón hjá dønum

Danski OL-leiðarin Jesper Frigast var fyrr í vikuni og vitjaði í Vági, at heilsa uppá Pál og Jón og restina, og klára nakrar formalitetir í sambandi við komandi Olympisku Leikir. Sambært Frigast er tað nú 99,9% vist at Pál stillar upp fyri Danmark í London, hóast hann til dagliga svimur fyri Føroyar, og vónirnar eru góðar. Les spn.dk og eb.dk.

– Han er i den grad flyvende på 1500 meter, og han har vundet World Cup-løb de seneste måneder og gjorde det godt ved VM.

– Han har god chance for at vinde en medalje. Det er en kæmpe sportslig gevinst. Pál har et stærkt dansk svømmehold, han træder ind i, og han kender dem alle sammen. Det er et godt samarbejde og en stor gevinst for os.

(Jesper Frigast í Vági, myndamaður er Jón Bjarnason)