CAS avvísir Olympiskt bann av dopingdømdum

Altjóða ítróttardómstólurin CAS hevur í dag kunngjørt at sonevnda ‘Osaka-reglan’ er ógildug og óbrúkilig, sum annars bannaði øllum teimum at luttaka á Olympisku leikum, sum síðani síðstu leikir hava fingið ein dopingdóm á 6 mánaðir ella meira. Hetta merkir millum annað at amerikanski bringusvimjarin Jessica Hardy nú hevur fullan rætt at luttaka, sum annars fekk ein dopingdóm eftir amerikansku úttøkustevnuni til Beijing í 2008, vegna evni sum hon sigur komu av dálkaðum kosttilskoti. Les t.d. SwimNews, Reuters og pressuskrivið frá CAS.

Tað skulu ganga 12 ár millum hvønn føroying á OL ?

Áhugaverd sannlíkindi her á Answers.com:

There were approximately 10,500 athletes in Bejing and 302 gold medals were given out. With approximately 6.675 billion people in the world, the odds of being an olympic athlete are 636,000 to 1, but to win a gold is an astounding 22 million to 1.

Umroknað til føroysk viðurskifti merkir tað at tað eiga at ganga eini 12-13 ár millum hvønn føroyskan OL-luttakara, og eini 440-460 ár millum hvørt OL-gullmerki til okkum.

Haldi at vit skulu ansa væl eftir Páli, við hesum útlitum. Politikk, øvund og løgtingsval til viks – vit eiga ein heiðursmerkjakandidat, ‘so make it count’ !

Frans Johannesen úttikin til OL-bruttohópin hjá Danmark

Føroyski Frans Johannesen er sum ein av bara 7 donskum monnum úttikin til OL-bruttohópin hjá Danmark, sum merkir at hann í mun til onnur kend svimjinøvn sum Chris Christensen og Katrine Holm Sørensen úr Elite Svøm Esbjerg ikki sjálvur skal skaffa 20.000 krónur til venjingarlegu í USA, men fær alt betalt av Team Danmark. Frans svimur fyri Danmark heldur enn Føroyar, men hevur føroysk foreldur ið fluttu til Danmarkar tá einaferð. Orsøkin til at Frans er úttikin sum OL-vón, er at hann er ógvuliga sterkur í 200 frí, og at Danmark við Páli Joensen sum styrk hevur møguleika at klára eina annars ógvuliga harða kravtíð í 4×200 frí. Les Jydske Vestkysten.

Politiken: Færing på Danmarks OL-hold er nu en formalitet

Lars Sørensen var imponeraður av tíðini hjá Páli í morgun.

“Det ligner bare en formalitet”, segði hann við Politiken.dk, tá hann meinti við, at Pál skal náa eina kravtíð í 1500 frí.

Lars letur Pál sleppa at venja í Føroyum inntil tað byrjar at tátta í upp undir OL: “Han har bevist, at det virker bedst for ham og hans træner, så det skal de bare blive ved med, men jeg forventer, at de deltager i vores afsluttende træningslejr lige op til OL”.

Les meira á politiken.dk

USA Today forsøgn væntar at Friis vinnur gull á OL í London

USA Today hevur lagt út hendan áhugaverda “Olympic Medal Tracker“, sum onkunsvegna roknar út hvør sum hevur besta kjans at vinna heiðursmerki á OL í London, í øllum ítróttargreinum, við støði í hvussu tey ymisku klára seg á HM og World Cup og líknandi. Forsøgnin væntar at Lotte Friis og Sarah Sjöström fara at vinna gull og Therese Alshammar silvur, men at tað annars verður soltið við heiðursmerkjum og finaluplássum til Norðurlond í London.


Continue reading USA Today forsøgn væntar at Friis vinnur gull á OL í London

Merkið bannað á OL í London

Bretska The Independent nevnir her at fyriskipararnir av OL í London ætla at banna matkurvum og fartelefonum, fløskum, regnskjólum og kamerastativum, umframt hvat annað áskoðarar kunnu finna uppá at taka við sær, sum lýst í einum ikki-alt-umfatandi lista í reglugerðini við bílegging av OL-bilettum. Har í millum fløgg úr londum sum ikki eru uppi í leikunum, alt fyri trygd og til at verja offisiellu sponsorarnar frá lutum við vørumerkjum ella øðrum á hattum, T-skjúrtum, posum og líknandi, sum fyriskipararnir meta eru til at promovera okkurt.

Phones are unwelcome as they may disturb the action, along with banners, horns, whistles, drums, rattles and musical instruments. The 2012 Olympics will be free of vuvuzelas, the plastic horns that were the soundtrack to last year’s soccer World Cup in South Africa.

Funnið umvegis goldmedalmel.typepad.com.

Tað er nú at billettirnar skulu bíleggjast til OL 2012

Um tú ætlar tær til London í 2012 at vera áskoðari til Olympisku Leikir, so er tað nú í tíðarskeiðnum 15. til 26. apríl 2011 at tú skalt leggja billett inn, til at kunna fáa eina. Tær kosta nógv, 170 og upp í 3850 krónur fyri at síggja svimjingina, alt eftir hvar tú situr og um tað er innleiðandi ella finala, og heilt upp í einar 17000 krónur fyri at kunna síggja setanina. Børn undir 16 sleppa tó bíligari við at skula gjalda sín aldur í bretskum pundum og fólk yvir 60 eisini við at gjalda 16 bretsk pund (einar 140 kr). Men so er tað eisini ‘the greatest show on earth’.