14 ár og 15:37.71 í 1500 frí (á langgeil)

14 ára gamli Mack Horton tók í gjár 10 sekund av sínum avstralska aldursbólkameti, tá ið hann á avstralsku aldursbólkameistarastevnuni í Adelaide svam 1500 frí uppá 15:37.71, á langgeil. Til samanberingar kláraði Grant Hackett (sum eigur heimsmetið) at svimja 15:30.63, ein mánaða áðrenn hann fylti 16, tá ið hann á avstralsku úttøkustevnuni til OL í 1996 varð nummar 5. Lesið meira her á SwimNews.com.