Tað gekk ikki sum ætla hjá Glæsner í 200 frí

Simma.nu skrivar, at úrslitið hjá Mads Glæsner í 200 frí var skuffandi, og at hann vónandi kemur aftur í 800 og 1500 frí. Tíðin hjá Mads í 200 frí, 1:49.59, er tann skjótasta tíðin hjá honum uttan superdrakt, ið er skráðsett á swimrankings.net. Tíðin í 400 frí, 3:48.41, er eisini persónligt met uttan superdrakt.

Continue reading Tað gekk ikki sum ætla hjá Glæsner í 200 frí

Her er venjingarhópurin runt Glæsner

Áhugaverd grein her á theswimmerscircle.com, um hópin runt danska Mads Glæsner sum venur hjá Dave Salo á University of Southern California (USC). Tey eru eini 20 sum hava verið á olympiadu, sum er eitt óført tal tá ið ein hugsar um eitt áhugavert lið at venja saman við til dagliga.

  • Rebecca Soni (USA)
  • Jessica Hardy* (USA)
  • Eric Shanteau (USA)
  • Dave Walters (USA)
  • Ricky Berens (USA)
  • Ed Moses (USA)
  • Mike Alexandrov (USA)
  • Oussama Mellouli (Tunisia)
  • Thiago Pereira (Brazil)
  • Dominik Meichtry (Switzerland)
  • Mads Glæsner (Denmark)
  • Markus Rogan (Austria)
  • Katinka Hosszú (Hungary)
  • Andrew Bree (Ireland)
  • Clement Lefert (France)
  • Octavio Alesi (Venezuela)
  • Richard Charlesworth (UK)
  • Kosuke Kitajima (Japan)
  • Mateusz Sawrymowicz (Poland)

*Hardy kvalifiseraði seg til OL 2008 men varð síðani vald frá vegna positiva dopingroynd, og hevur sostatt ongantíð reint tekniskt luttikið á OL.

“Hvar er mítt ilttelt?”, spyr Glæsner

Sporten.dk sigur her frá danska Mads Glæsner, at hann eisini er áhugaður í at royna ilttelt, sum Rikke Møller Pedersen og Lotte Friis. Tríggir av hansara liðfelagum í Los Angelsen brúka ilttelt, harav ein sambært Glæsner hevur vunnið OL-silvur. Glæsner hevur kannað prísir, men sigur at tey eru ov dýr til at hann hevur ráð at keypa eitt sjálvur. Sportchef Lars Sørensen fegnast um áhugan hjá dananum, og sigur seg fara at kanna málið, men at ein praktiskur trupulleiki er at Glæsner er so mikið langt frá ítróttardeplinum hjá dønum í Bellahøj.

– Jeg vil super gerne have et ilttelt. Jeg har ikke fået tilbuddet, men det vil jeg vildt gerne have. Der er et par stykker på holdet i USA, der har et. Jeg har undersøgt priserne, og de er forholdsvist dyre, så jeg har ikke råd til et selv.

Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí

Mads Glæsner hevur meldað frá 1500 frí. Tað hevur ikki gingist so væl hjá honum í Danish Open, hoyra vit úr Danmark. Danish Open er einasti møguleiki hjá donskum svimjarum at klára danskar kravtíðir til HM í Shanghai í summar. Men danska skipanin er soleiðis, at av tí Mads hevur klárað kravtíðina í 400 frí, so sleppur hann eisini at svimja 1500 í Shanghai. Mads skal eisini klára FINA kravtíðina. FINA áleggur svimjarar at klára antin eina A tíð ella eina B tíð. B-kravið loyvir bara éin úr hvørjum landi, meðan tveir kunna luttaka, hvis báðir klára A-kravtíðina. Tað merkir, at um Anders Lie klárar at svimja B-kravtíðin hjá FINA í dag, sum er 15:35.67, so muga báðir Mads og Anders klára A-kravið, sum er 15:13.16. Tað kunna teir til dømis royna á Mare Nostrum í Barcelona og Canet.

Pál Joensen má roknast at vera stórfavorittur til 1500 finaluna í dag. Men Pál er ikki so glaður fyri at, eftir øllum at døma, skulla svimja einsamallur fremst í dag. Danir hava bjóðað Pál at kappast, meira ella minni fyri at geva Mads mótstøðu, so onkur fyriskipari stendur allarhelst við reyðum oyrum í løtuni.

Finalan kann síggjast beinleiðis á svimjing.com/live. Varpingin í Danmark byrjar kl 16.30 føroyska tíð. 1500 finalan er ein av teimum síðstu kappingunum á skránni.

Glæsner til USA at venja saman við Mellouli

Danski Mads Glæsner skiftir til University of Southern California, har hann skal venja saman við tunesiska Oussama Mellouli, sum er heimsmeistari og olympiskur meistari í 1500 frí. Glæsner hevur til nú vant hjá Wildeboer í “Det Nationale Træningscenter” í Brønshøj, men leggur stóran dent á at tað ikki hevur nakað við hørðu úttalilsini hjá Wildeboer á EM at gera. Sí innslag her á TV2 Video.

Glæsner meldað avboð til DM vegna sjúku

Danska svimjisambandið skrivar í dag at Mads Glæsner hevur meldað avboð til DM á langgeil í Esberg frá 27. mars til 1. apríl, vegna eina stafylokokk ígerð í blóðinum. Hann hevur verið innlagdur á sjúkrahúsi, og skal nú í longri tíð taka heilivág, og kann tí ikki venja og kappast sum ætlað. Men hann sigur tó sjálvur, at hann enn miðar ímóti EM í Budapest í august:

DSC_0048
Continue reading Glæsner meldað avboð til DM vegna sjúku

Mads Glæsner á venjingarlegu í USA

Danski Mads Glæsner er í hesum døgum á venjingarlegu í USA, har hann venur saman við Zhang Lin og Oussama Mellouli, ið vunnu ávíkavist 800 og 1500 frí á HM í Rom í fjør summar. Teir venja í felagnum Trojan Swim Club hjá venjaranum Dave Salo, sum eisini venur amerikansku Jessica Hardy, og sum er kendur fyri at skipa fyri stuttum men hørðum venjingum, har næstan alt er ‘race pace’.
Continue reading Mads Glæsner á venjingarlegu í USA

Mads Glæsner skiftir felag

SwimNews.dk og heimasíðan hjá VAT skriva í kvøld, at Mads Glæsner hevur valt at skifta frá Sigma Nordsjælland til “Vestegnens Aqua Team“. Talan er um skifti millum tvey av størstu feløgum í Danmark, við dugnaligum høvuðsvenjarum og nøkrum av bestu donsku svimjarum á liðunum; so á pappírinum er ikki talan um ta heilt stóru broyting. Men hinvegin, so vísa sovorðin skifti seg ofta at vera tað reina “make or break” hjá svimjarum, har tað kann væl ganga betri, men eisini væl kann verða byrjanin til endan. Vit fáa at síggja, hvussu tað hepnast hjá Glæsner.

Mads Glæsner tikið metið hjá Pál í 800 frí

Sum tit kunnu lesa her á SwimNews.dk, so svam danski Mads Glæsner í kvøld 7.56.21 í 800 frí á langbana, á Øst Langbane mesterskaber i Ballerup. Hetta er 0,69 sekund skjótari enn danska og norðurlendska metið sum Pál Joensen setti á EJM í Beograd í summar. Anders Lie varð nr 2 við 8:31.35, og Mads Petersen nr 3 við 8:33.37.