Magnus 2:05.26 og juniormet í 200 blandað

Magnus Jákupsson vann í morgun juniorsilvur á donsku meistarastevnuni á stuttgeil, við tíðini 2:05.26 í 200 blandað aftanfyri Martin Mathiesen á 2:03.64. Juniormetið hjá Magnusi var 2:08.25 frá Bergen Swim Festival í mai, so tað var ein greið betring, umframt hann nú nærkast við stórum stevnum føroyska metinum hjá Páli Joensen á 2:04.41. Og løtu seinni vann hann so silvur eisini í 50 firvald, við 25.10 aftanfyri Daniel Steen Andersen á 24.78. Har er føroyska metið hjá Magnusi 24.70. Og løtu seinni aftur vann hann so silvur í 50 rygg við 26.13, har metið hjá honum er 25.50.

Magnus hevur meldað frá rygg finaluni í kvøld, men luttekur í finaluni í 200 blandað og 50 firvald.

Magnus silvur eisini í 50 frí

Magnus megnaði her fyri løtu síðani at vinna juniorsilvur eisini í 50 frí, við tíðini 23.77 á DMK 2011. Besta tíð hjá honum í greinini er væl skjótari, 23.28 frá FM í vár, men tað sigur nakað um støðið hjá honum, at hann soleiðis komfortabult kann vinna silvur eisini her, eftir at hava vunnið bronsu í 100 blandað og silvur í 100 rygg sama morgun, sambært vælvitandi keldum ikki petti úthvíldur til hesa stevnu.

Magnus

Magnus 57.75 og juniormet í 100 blandað

Magnus Jákupsson hevur í morgun sett nýtt føroyskt juniormet í 100 metra blandaðari svimjing, tá ið hann við tíðini 57.75 vann bronsu á donsku juniormeistarastevnuni, og kvalifiseraði seg til seniorfinalu í kvøld (sum hann tó ikki luttekur í). Juniormetið hjá honum var 58.51 frá HS-stevnu í desember í fjør, meðan føroyska metið hjá Páli Joensen er 57.66.

Løtu seinni vann hann juniorsilvur í 100 rygg, við 56.37 eitt sindur frá føroyska metinum hjá sær frá Saint-Dizier í vikuskiftinum 55.33, aftanfyri Morten Bak Hansen sum setti nýtt danskt juniormet við 53.76. Her velur Magnus at luttaka eisini í seniorfinaluni í kvøld, sum 7. skjótasti svimjari, væntandi í harðari kapping við báðar Wildeboer-brøðurnar og aðrar.

Magnus føroyskt met í 100 rygg, bronsu í 100 og 200 rygg

Magnus í Saint-DizierMagnus Jákupsson megnaði her í vikuskiftinum at seta 1 føroyskt met (og juniormet) afturat í Saint-Dizier, umframt at vinna bronsu í 100 og 200 rygg, luttaka í eini røð av finalum, og allan vegin ígjøgnum svimja imponerandi tíðir niður ímóti sínum egnu metum. Føroyska metið var 55.33 í 100 rygg, har metið hjá honum frá FM í vár var 55.34.

Magnus
Continue reading Magnus føroyskt met í 100 rygg, bronsu í 100 og 200 rygg

Magnus 2 føroysk met í Saint-Dizier í dag

Magnus Jákupsson er í hesum døgum við danska felagi sínum VAT í Saint-Dizier í Champagne-Ardenne-distriktinum í Fraklandi, og har varð av sonnum svomið ‘sjampagnu-svimjing’. Tvey føroysk met og juniormet til unga havnarmannin, 24.70 í 50 firvald og 25.50 í 50 rygg í innleiðandi riðlunum, har hansara egnu met vóru ávíkavist 24.92 frá HS-stevnu í apríl mánaða, og 25.74 frá FM 2011. Magnus skal kappast aftur í morgin og ovurmorgin, í 100 rygg, 200 rygg og 100 firvald, umframt í finalunum í 50 firvald og rygg. Hann hevur bestu tíð frá innleiðandi í 50 rygg, og eisini eina rímiliga góða tíð í 50 firvald, bara ein tíggjundapart aftanfyri Amaury Levaux á 24.6. Sí startlista her.

Magnus

MK31 nú eisini undir VAT (har Magnus venur)

Ikki soleiðis ekstremt viðkomandi tíðindi fyri okkum í Føroyum, men stuttligt at síggja Magnus nevndan sum ein av profilunum á liðnum hjá (besta danska svimjifelagi) VAT:

Det nye startfællesskab råder over svømmere som Mads Glæsner (der allerede er kvalificeret til OL i London) Jakob Andkjær, Daniel Skaaning, Anders Jensen, Anna-Maria Svanbergsson, Morten Klarskov, Magnus Jakupsson, Søren Dahl og Jonas Sørensen, der alle er medaljetagere ved danske og/eller internationale mesterskaber.

VAT og SwimNews.dk

Magnus Jákupsson til Danmarkar at venja komandi árið

Magnus Jákupsson kunngjørdi fyri løtu síðani á Facebook, at hann er komin inn á studentaskúla í Danmark, og tí fer niður at ganga í skúla og venja í svimjifelagnum VAT, har bestu svimjarar sum venja heima eru til dømis Daniel Skaaning og Amalie Emma Thomsen. Hetta er í fyrstu atløgu ein roynd fram til jóla, sum fyrireiking til NJM í Íslandi í desember, har Magnus væntandi verður ein av favorittunum. Magnus ætlar sær enn at luttaka fyri Havnar Svimjifelag í føroyskum høpi, og fyri føroyska landsliðið í tann mun sum tað er gjørligt.

Jákup og Magnus í Beograd