Magnus vann gull í 200 rygg í Bergen

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag vann í morgun gull fyri eldri juniorar í 200 rygg. Magnus var triðskjótastur av øllum við tíðini 2:03.94 aftanfyri olympiski svimjarnar Aschwin Wildeboer úr Spania (1:54.54 – nýtt stevnu met) og Simon Sjödin úr Svøriki (2:03.19). Føroyska metið hjá Magnusi er 2:03.12.
Í 4. og síðsta riðli legði Aschwin hart út og førdi allan vegin við Simon aftaná. Magnus var tryggur á 3. plássi og tók nógv inn á Simon tær síðstu 25 metrarnar.

Magnus 55.60 og føroyskt met í 100 firvald

Ungi Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag sorlaði júst nú føroyska metið í 100 metra firvaldasvimjing, við tíðina 55.60 har metið hjá Páli Joensen frá HS stevnu í september 2009 var 56.22. Tíðin er undir oyggjaleikakravtíðina á 55.81, og undir EJM-kravtíðina fyri hansara árgang á 56.32. Og nýtt føroyskt juniormet, við tað at Magnus hevur aldur til tess. Sí úrslit.

Magnus

Magnus 55.64 og føroyskt met í 100 rygg

Magnus Jákupsson setti fyri løtu síðani føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing, við tíðini 55.64, har metið hjá Kára J. á Høvdanum frá Oyggjaleikum í 2009 var 55.66. Tíðin er tískil eisini undir kravtíðina til Oyggjaleikir, við tað at Kári vann silvur í júst hesi grein, tá á Álandi á sinni. Magnus svimur fyri Havnar Svimjifelag. Sí úrslit.

Magnus

Magnus 4:42.49 og juniormet í 400 blandað

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at seta juniormet í 400 blandað, tá ið tann teinurin varð svomin í gjár. Tíðin hjá honum var 4:42.49, har kravtíðin til at kunna seta juniormet var 4:48.41, og sostatt vóru tey tvey sum megnaðu at seta juniormet í hesum longsta teininum í blandaðari svimjing.

DSC00803