Magnus Jákupsson svam seg í kvøld til eitt silvurheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 50 metra firvaldasvimjing svam teinin uppá 24.87 sekund. Søren Dahl vann gull við tíðini 24.76, og Morten Klarskov bronsu við tíðini 24.90. Sí úrslitalistan her.
Tag: Magnus Jákupsson
Magnus 26.30 og danskur meistari í 50 rygg
Magnus Jákupsson bleiv í kvøld danskur meistari í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hann á donsku meistarastevnuni á langgeil í Odense svam teinin uppá 26.30 sekund.
Hann slerdi í kantin við júst somu tíð sum liðfelagin Andreas Schiellerup, og eru teir báðir sostatt báðir danskir meistarar í hesi grein.
Magnus 26.21 og nr 5 í 50 rygg í Manchester
Magnus Jákupsson luttók í morgun í finaluni í 50 metra ryggsvimjing á British Gas International Meet í Manchester, og varð hann har nummar fimm við tíðini 26.21 sekund.
(Magnus Jákupsson á DMK 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Continue reading Magnus 26.21 og nr 5 í 50 rygg í Manchester
Magnus í 50 rygg finalu á British Gas International Meet 2014
Magnus Jákupsson svam seg nú fríggjakvøldið í eina finalu afturat á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing svam fimtskjótastu tíð 26.39.
Har er ikki so langt upp til hin skjótasta Chris Walker-Hebborn sum svam 25.77, og slettis ikki til næstskjótasta Liam Tancock sum svam 26.23, ella Charlie Boldison sum svam 26.24.
Men, tað verður nokk allíkavæl torført at vinna heiðursmerki, tí vit snakka um veruligan heimsklassa, har Liam Tancock er heimsmeistari í hesi grein frá 2009 og 2011.
Persónliga metið hjá Magnusi er 25.63 í hesi grein, sum hann svam á DM á langgeil í 2013. Chris Walker-Hebborn hevur svomið 25.09, og Liam Tancock 24.04, sum er heimsmetið frá HM í Rom í 2009.
Finalan er í morgin árini.
Magnus 23.28 og bronsu í Manchester
Magnus Jákupsson megnaði fyri løtu síðani at vinna bronsu á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í 50 metra frísvimjing finaluni svam teinin uppá 23.28 sekund.
Magnus 23.64 og í finalu á British Gas International Meet
Magnus Jákupsson svam seg í kvøld víðari til finalu á British Gas International Meet í Manchester, tá ið hann í 50 metra frísvimjing svam teinin uppá 23.64 sekund.
(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012. René Thomsen eigur myndina)
Hetta var triðskjótasta tíð í innleiðandi riðlunum, og heilt nær hansara persónliga meti á 23.48 sekund, sum hann svam á donsku meistarastevnuni á langgeil í 2012.
Continue reading Magnus 23.64 og í finalu á British Gas International Meet
Magnus til Mancester við danska landsliðnum
Svømmesport skrivar her at danska svimjisambandið hevur sent 6 svimjarar til British Gas International Meet í Manchester, íroknað Magnus Jákupsson.
(Magnus Jákupsson á DMK 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)
Tey byrja við innleiðandi kl 17, og hava so heldur øvut (men áhugavert) innleiðandi um kvøldið og finalur um morgunin, ið sambært Daniel Skaaning er snilt til at fyrireika seg til at kunna svimja skjótt um morgunin. Altso ein góð fyrireiking hjá teimum sum eru nóg góð at koma í finalu nú í Manchester, men sum skulu kempa fyri at sleppa í finalu á EM í Berlin.
Startlistarnir síggjast her, har vit millum annað síggja at Magnus í dag fer at royna seg í 200 rygg.
Lakari úrslit í Monaco í dag
Teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, í greinum sum í øllum førum hjá Páli og Magnusi eru á greinsuni til at vera sergrein.
Pál varð við tíðini 1:52.61 nummar 22 í 200 frí, Magnus varð við tíðini 2:11.88 nummar 30 í 200 rygg, og Frans varð við tíðini 1:56.26 nummar 53 í 200 frí.
Continue reading Lakari úrslit í Monaco í dag
Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco
Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.59 og 12. bestu tíð. Tey brúka okkurt slag av ‘útskiljings-kapping’ í finalunum, tí har eru bæði áttandaparts, fjórðings- og hálv-finalur, áðrenn endaligu finaluna nú seinnapartin.
Continue reading Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco
Pál, Magnus og Frans royna seg í Monaco
Hetta vikuskiftið verður stór svimjistevna í Monaco, har Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eisini skulu royna seg.
Talan er um fyrsta lið í sonevndu Mare Nostrum stevnunum, sum eru millum best dámdu stevnur hjá svimjarum á heimsstøði at brúka sum fyrireiking til komandi meistarastevnur.
Pál skal royna seg í 200 og 400 metra frísvimjing, Magnus í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing, og Frans í 100, 200 og 400 metra frísvimjing.
Av hesum hevur Pál besta møguleika at røkka A-finalu í 400 metra frísvimjing, og Magnus hálvfinalu í 50 metra rygg.
Continue reading Pál, Magnus og Frans royna seg í Monaco