3-2 hin 31. mars 2014 um Danish Open 2014

Brot úr ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, um teir báðar føroysku gullvinnararnar á Danish Open 2014, Pál Joensen og Magnus Jákupsson. Pál tosar um støðuna nú og ætlanirnar fyri í summar, og skift verður so til tað at Magnus ikki kláraði kravtíðina hjá dønum, har venjarin hjá teimum báðum Shannon Rollason kemur við sínum viðmerkingum, og Magnus síðani svarar til.

Magnus 26.32 og gull í 50 rygg á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson megnaði fyri løtu síðani at vinna Danish Open 2014 kappingina í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hann í hylinum í Bellahøj svam teinin uppá 26.32 sekund, frammanfyri svenska Petter Fredriksson á 26.35 og norska Sverre Næss á 26.47. Sí úrslitalistan her.

Magnus 26.39 og nr 2 í 50 rygg hálvfinaluni á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari í finalu á Danish Open 2014, tá ið hann í hálvfinaluni í 50 metra ryggsvimjing svam næstbestu tíð 26.39, aftanfyri norska Sverre Næss á 26.18. Finalan verður svomin seinni í hesum stevnuparti. Sí úrslitalistan her.

Magnus 26.56 og víðari til finalu í 50 rygg á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til hálvfinalu á Danish Open 2014, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.56 sekund. Hetta var fjórbesta tíð í innleiðandi riðlunum, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 26.11, norska Sverre Næss á 26.24 og polska Mateusz Wysoczynski á 26.54. Mathias Gydesen eigur danska metið á 25.44, og norski Lavrans Solli tað norðurlendska á 25.15. Sí úrslitalistan her.

Magnus 56.06 og nr 3 í 100 rygg á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson luttók fyri løtu síðani í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open í Bellahøj, og vann hann har bronsu við tíðini 56.06, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 55.68 og polska Mateusz Wysoczynski á 55.89. Kravtíðin hjá dønum til EM í Berlin var 55.53 í hesi grein, so Magnus hevði skula vunnið til at verða úttikin har. Sí úrslitalistan her.

Magnus í 100 rygg finalu á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani víðari til finaluna í 100 metra ryggsvimjing á Danish Open 2014, tá ið hann svam 57.22 og triðskjótastu tíð í innleiðandi riðlunum, aftanfyri russiska Vitaly Melnikov á 56.99 og polska Mateusz Wysoczynski á 57.05. Kravið til Magnus er 55.53 í finaluni seinnapartin, um hann skal koma við dønum til EM í Berlin í hesi grein. Hansara persónliga met er 55.99.

Magnus 55.20 og nr 7 í 100 firvald á Danish Open 2014

Magnus Jákupsson luttók fyri løtu síðani í finaluni í 100 metra firvaldasvimjing á Danish Open 2014, og varð hann har við tíðini 55.20 nr 7 av teimum 8 luttakandi. Tað var nokk ikki heilt nøktandi fyri hann, við tað at hann á somu stevnu í fjør megnaði at svimja sama tein uppá 54.59. Vinnarin Daniel Steen Andersen var einsamallur dani at klára kravtíð til EM í Berlin í heyst, við tíðini 53.34. Sí úrslitalistan her.

Magnus 56.85 og gull í 100 rygg á MOM Marseille 2014

Magnus Jákupsson megnaði í kvøld at vinna sær gullheiðursmerki á MOM Marseille 2014 stevnuni í Fraklandi, tá ið hann í 100 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 56.85 sekund. Og tað var ein yvirbevísandi sigur, har franski Nathan Bonnel vann silvur við 58.13, bretski William Harrison bronsu við 58.50, og hini 61 so vóru spakuligari enn tað. Magnus megnaði sostatt at vinna sær gull og bronsu á hesi stevnu, sum upptakt til Danish Open sum verður í Bellahøj um hálva triðju viku.

Magnus 59.04 og triðskjótastur í innleiðandi 100 rygg á MOM Marseille 2014

Teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royna seg aftur í morgun á MOM Marseille 2014 stevnuni í Fraklandi, har besta úrslit í morgun vælsagtans var tá ið Magnus í innleiðandi rygg svam seg í A-finaluna við triðbestu tíð 59.04. Hann megnaði eisini við tíðini 25.42 at svimja seg í B-finalu í 50 firvald, men sæst ikki á úrslitalistanum fyri B-finaluna; so hann man hava meldað frá har til frama fyri finaluna í 100 rygg nú seinni í dag.

Frans Johannesen svam seg við tíðin 52.72 til eitt 18. pláss í 100 frí, sum ikki rakk til finalu. Og so svam hann 1500 frí uppá 16:17.48, sum rakk til eitt 5. pláss millum teir sum svumu í spakuligari riðlunum í morgun, og vælsagtans eitt 13. pláss samanlagt tá ið finalan er avgreidd nú um eina løtu.