Magnus Jákupsson besta mannliga avrik á Swedish Swim Games 2013

Aftur í dag gekk tað gott hjá Magnusi Jákupssyni á Svenska Simspelen 2013 í Väsby; í 50 rygg vann hann gull við nýggjum stevnumeti 24.64, og í 200 rygg vann hann eisini gull við tíðini 1:58.09, so at hann tilsamans hevur vunnið gull á øllum trimum ryggteinum, umframt silvur í 50 firvald. Magnus varð eisini heiðraður fyri besta mannliga avrik á stevnuni, fyri vinnaratíðina 52.63 í 100 metra ryggsvimjing í gjár, sum gevur 804 FINA stig.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Magnus Jákupsson gull og silvur á Swedish Swim Games í dag

Magnus Jákupsson kappast á Swedish Swim Games 2013 hetta vikuskiftið, har hann í dag við nýggjum persónligum meti (og stevnumeti) 52.63 vann gull í 100 metra ryggsvimjing, og síðani silvur aftur við nýggjum persónligum meti 24.03 í 50 firvald. Til samanberingar stóð føroyska metið í 50 frí (ella ‘yvirhøvur’) heilt leingi á 24.05, sum var Heini Rasmussen (silvur) á Oyggjaleikum í 1997.

(Stuttlig mynd hjá Daniel Skaaning av NTC-svimjarum á Swedish Swim Games 2013)

Magnus Jákupsson úttikin til “Great Danes” verkætlanina hjá dønum

Danska Svimjisambandið hevur í morgun kunngjørt hópin til verkætlanina “Great Danes”, sum skal lyfta mannfólkasíðuna av danskari svimjing. Tilsamans 12 svimjarar eru úttiknir sum danska svimjisambandið og landsliðsvenjarin Nick Juba hava serliga stórar vónir til, harav ein er fyrrverandi føroyski landsliðssvimjarin Magnus Jákupsson. Teir fara nú komandi árið at fáa ymisk sertilboð so sum venjingarvikuskifti og svimjistevnur á altjóða støði, har krøv verða sett til til dømis at teir kappast í minst tveimum greinum í hvørjum stevnuparti, til at styrkja teir. Sí listan her á svoem.dk.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Magnus 2:04.21 og gull eisini í 200 rygg á DM 2013

Magnus Jákupsson vann sær í dag sítt triðja gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 200 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 2:04.21, 6 hundraðpartar frammanfyri silvurvinnaranum Andreas Schiellerup á 2:04.27. Magnus var annars aftanfyri bæði við 50, 100 og 150 metrum, men megnaði altso at hála seg framum Schiellerup, seinastu longdirnar. Magnus vann harvið allar tríggjar tær gjørligu ryggkappingar; 50, 100 og 200 rygg. Sí úrslitalistan her.

Í morgin er tað Pál sum skal royna seg í 200 frí, á síðsta degi av DM 2013.

DML2013-Magnus-Shannon-eval-200rygg

(Magnus og NTC-venjarin Shannon Rollason eftirmeta 200 metra rygg finaluna á DM 2013. Jákup Jacobsen eigur myndina)

Magnus 2:09.35 og 3. bestu tíð í innleiðandi 200 rygg á DM 2013

Magnus Jákupsson luttók í morgun í innleiðandi riðlunum í 200 metra ryggsvimjing á donsku meistarstevnuni á langgeil, og svam hann har triðbestu tíð av teimum 24 sum luttóku, 2:09.35 aftanfyri Mads Knoblauch á 2:08.06 og Kevin Witt Christensen á 2:08.98. Hann er tí víðari til finalu seinnapartin, har teir fara at svimja um heiðursmerki. Sí úrslitalistan her.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Eingin føroysk luttøka á DM 2013 í dag

So vítt eg dugi at lesa burtur úr startlistunum, so kappast hvørki Magnus Jákupsson ella Pál Joensen á donsku meistarastevnuni í dag. Magnus er sambært vælvitandi keldum enn merktur av at hava ligið við fepri í vikuskiftinum, og vinnaratíðin í 100 rygg í gjár var tí heldur ikki heilt sum ætlað, hóast tað var persónligt met. Pál bíðar til 200 metrar frí, leygardagin.

DML-Magnus1

Soleiðis sum eg skilji tað, so skal Magnus svimja 200 rygg í morgin fríggjadag, har hann hevur bestu tilmeldingartíð, og Pál 200 frí leygardagin har hann hevur nágreiniliga somu (bestu) tíð sum Daniel Skaaning. Til nú hevur Magnus vunnið gull í 50 og 100 rygg við persónligum metum, og Pál gull í 400 frí umframt at hann vegna ov seina tilmelding svam bestu tíð av øllum men ‘uttanfyri kapping’ í 800 frí.

Magnus 55.99 og gull eisini í 100 rygg á DM 2013

Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann svam teinin uppá 55.99 sekund, frammanfyri Andrias Schiellerup á 56.36. Har var ongantíð nakar ivi um hvør sum fór at vinna; Magnus hevði betra startin og førdi við 27.00 ímóti teimum 27.81 hjá Schiellerup eftir 50 metrum, og hin vann so eitt sindur inn aftur men ikki nokk teir síðstu 50 metrarnar. Magnus hevur nú vunnið bæði 50 og 100 rygg á DM 2013. Sí úrslitalistan her.

DML2013-Magnus-gull-100rygg

(Jákup Jacobsen eigur myndina)

Pál og Magnus báðir bestu tíð í innleiðandi á DM 2013 í morgun

Pál og Magnus í BellahøjTeir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson seta so avgjørt síni fingramerki á donsku meistarastevnuna á langgeil, nú teir aftur í morgun vóru skjótastir av øllum í sínum kappingum. Fyrst svam Pál 4:00.76 í innleiðandi riðlunum til 400 metra frísvimjing, har hin næstskjótasti svam 4:10.01, og síðani svam Magnus 57.67 í innleiðandi riðlunum til 100 metra ryggsvimjing, har hin næstskjótasti svam 59.21. Teir eru tí sjálvsagt víðari til finalu, seinnapartin, við góðum møguleika at vinna sær heiðursmerki.

Finalurnar byrja klokkan 17 danska tíð, sum er kl 16 her í Føroyum. Til ber at síggja finalurnar sum ‘live stream’ her á dr.dk.

(Jákup Jacobsen eigur myndina)