Magnus 24.72 og nr 5 í 50 firvald á DM 2013

Tað bleiv ikki til heiðursmerki til Magnus Jákupsson á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið teir í kvøld svumu finalu í 50 metra firvaldasvimjing. Men tað var ikki tí at tað ikki var líka við, tí Magnus var bara 7 hundraðpartar frá bronsuni, 9 hundraðpartar frá silvurinum og 32 hundraðpartar frá gullinum. Sí úrslitalistan her, Andreas Schiellerup gull við 24.40, Søren Dahl silvur við 24.63, Morten Klarskov bronsu við 24.65, Daniel Steen Andersen nr 4 við 24.68, Magnus nr 5 við 24.72, og Viktor B. Bromer nr 6 við 24.76.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Pál luttók eftir øllum at døma ikki í kappingini í 200 metra frísvimjing, hóast hann upprunaliga stóð á startlistanum. Annars super løgið av dønum at hava 50 og 100 firvald í sama stevnuparti, ein avgerð sum í denn grad gekk útyvir luttøkuni í 100 metra firvaldasvimjing.

Magnus 24.99 og fjórskjótastur í innleiðandi 50 firvald í morgun

Magnus Jákupsson luttók í áðni í innleiðandi riðlunum av 50 metra firvaldasvimjing á donsku meistarastevnuni á langgeil, og varð hann har fjórskjótastur av teimum 45 sum luttóku, við tíðini 24.99 sekund aftanfyri Andreas Schiellerup á 24.64, Søren Dahl á 24.72 og Daniel Steen Andersen á 24.92. Teir vóru fimm undir 25 sekund, so tað verður ein sjón seinnapartin, tá ið finalan verður í Bellahøj Svømmestadion í Keypmannahavn. Sí úrslitalistan her.

Magnus

Magnus 25.63 og danskur meistari í 50 metra ryggsvimjing

Magnus Jákupsson 09-04-2011Magnus Jákupsson svam seg í dag til gullheiðursmerki á donsku meistarastevnuni á langgeil, tá ið hann í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 25.63 sekund, har næsti maður Andreas Schiellerup svam 26.07. Hetta er stórt persónligt met hjá Magnusi Jákupssyni, og eisini greitt besta tíð millum danskar svimjarar yvirhøvur í ár, í mun til hansara til nú bestu tíð 25.92 frá Danish Open í mars mánaða. Føroyska metið hjá Magnusi er 26.34 frá donsku meistarastevnuni í fjør, so har hendir av álvara nakað hjá Magnusi. Danska metið hjá Matiasi Gydesen er 25.44, frá EM í Budapest í 2010. Sí úrslitalistan her

Magnus 26.61 og greitt bestu tíð í innleiðandi 50 rygg á DM 2013

So er danska meistarastevnan á langgeil byrjað – Fyri løtu síðani luttók Magnus Jákupsson í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing, og var hann har greitt skjótastur av teimum 34 sum svumu, við tíðini 26.61 har hin næstskjótasti svam 27.07. Sí úrslitalistan her.

Pál skal í dag eftir ætlan svimja 800 metra frísvimjing, men eg veit ikki heilt hvussu danir roksa … í innleiðandi riðlunum stendur hann (uttan tíð og niðast) at vera ‘EXTRA’, og í skránni til í kvøld stendur hann ovast at vera ‘EFT’. Eftertilmeldt?

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM

Startlistin klárur til DM á langgeil 2013

Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Donsku Meistarastevnuna á langgeil, sum verður í Bellahøj frá 1. til 6 juli 2013. Teirra heimsmeistarar verða har so gott sum allar, Jeanette Ottesen, Lotte Friis, Rikke Møller Pedersen og Pernille Blume men ikki knæ-skadda Mie Ø. Nielsen. Viktor B. Bromer silvurvinnari frá EM á stuttgeil í fjør verður har eisini, og okkara Pál Joensen liggur til at vinna 200 og 400 frí. Frans Johannsen stendur til at svimja 200, 400 og 800 frí, men tað avhongur nokk rættiliga nógv av útfallinum í dopingviðgerðini hesar næstu dagarnar. Magnus Jákupsson liggur til at vinna gull í 50 rygg, silvur í 50 firvald, 100 rygg og 200 rygg og bronsu í 100 firvald. Annars er tað merkisvert at amerikumennirnir báðir Anders Lie Nielsen og Mads Glæsner ikki vera til staðar, hóast Morten Klarskov sum eisini svimur ‘over there’ fer til Danmarkar at kappast.

Magnus Jákupsson á Danish Open

Magnus Jákupsson fluttur á NTC

Danska svimjisambandið kunngjørdi í morgun her á svoem.dk, at Magnus Jákupsson er fluttur á teirra Nationale TræningsCenter í Bellahøj, at venja undir leiðslu av høvuðsvenjaranum har, Shannon Rollason. Hópurin í Bellahøj er rættiliga ekslusivur, vanliga bara um 8-10 svimjarar, sum fáa best møguligu venjingarumstøður við høvuðsvenjara og hjálparvenjara og fysioterapeuti og langgeil og so framvegis. Og danir fegnast um fyrrverandi føroyska svimjaran:

Cheftræner Shannon Rollason er glad for den nye tilgang til centeret og udtaler: Magnus er en svømmer med et godt potentiale. Der ligger stadig meget arbejde for at han bliver en international senior top-svømmer, men han har fået en god ballast med fra sin svømmeopdragelse og har helt sikkert nogle rigtig gode forudsætninger med både hans tekniske formåen, hans statur og så kan han lide at træne. Magnus bliver en vigtig del af det herre miljø vi er ved at få startet op på NTC.

Magnus Jákupsson (FAR) 55.94 in the 100 SC IM
Continue reading Magnus Jákupsson fluttur á NTC

Sigma vann DMH 2013

So er endaúrslitið alment, Sigma vann bestu deildina í “Danmarks Mesterskaber for hold 2013”, í tøttum dysti ímóti Aalborg og Esbjerg. “Sigma Swim 1” fekk tilsamans 52776 stig, “Aalborg 1” 52559 og “Esbjerg 1” 52232 stig, meðan “VAT CPH 1” við einum sættaplássi akkurát helt seg yvir niðurflytingarstrikuni við 45094 stigum. Birita, Alvi og Frans fingu sostatt eitt bronsuheiðursmerki fyri stríðið, meðan Pál kann ergra seg um at hann allarhelst hevði gjørt munin til at Aalborg varð danmarksmeistari, og Magnus nokk í liðhøpi mest má gleða seg um ikki at flyta niður. Sí samlaðu støðuna her.

Birita 58.11 í 100 frí, Frans 49.66, Magnus 50.65

Birita Debes var fyrsti svimjari hjá Esbjerg, tá ið tey á “Danske Mesterskaber for Hold 2013” endaðu við 4×100 frí. Tíðin 58.11 er mær vitandi hennara besta tíð yvirhøvur, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 58.20 frá Ægir-stevnu í november. Stafettin hjá Esbjerg gjørdist nummar 3, aftanfyri Sigma og Aalborg.

Frans Johannesen svam skjótastu fyrstu 100 hjá monnum, tá ið hann í 4×100 frí svam fyrsta strekkið uppá 49.66, fyri Esbjerg sum eisini vann ta stafettina. Magnus Jákupsson var fyrsti svimjari hjá VAT, og megnaði hann har at svimja fyrsta strekkið uppá 50.65 sekund. VAT varð nr 7, Esbjerg nr 1, Sigma nr 2 og Aalborg nr 3.

Frans nr 2 í 400 blandað, Magnus nr 2 í 200 rygg

Frans Johannesen varð í morgun nummar 2 í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hann á DMH 2013 svam teinin uppá 4:15.65, har Viktor B. Bromer svam 4:11.90. Nakað seinni var hann fyrsti maður í 4×200 frí hjá Esbjerg, og kláraði hann tað í óføru tíðini 1:46.44.

Magnus Jákupsson varð nummar 2 við 1:59.07 í 200 metra ryggsvimjing, aftanfyri Andreas Schiellerup á 1:58.79. Áðrenn tað varð Magnus kolldømdur í 100 metra firvaldasvimjing, fyri at hava eina hond í vending.

Støðan

Tey eru nú um at vera liðug við “Danske Mesterskaber for Hold”, og støðan er at tað tætt í oddinum, har Sigma Swim 1 førir við 39976 stigum, Esbjerg 1 (við Frans, Biritu og Alva) er nr 2 við 39616 stigum, og Aalborg 1 nr 3 við 39605 stigum. VAT CPH 1 (við Magnusi) er nakað aftanfyri sum nr 5 við 34566 stigum. Sí svoem.org