Teir báðir føroyingarnir við donskum svimjitjóðskapi kláraðu seg eisini væl á “Danske Mesterskaber for Hold” í morgun; í 200 blandað varð Frans Johannesen nummar 3 við 1:58.97, og í 50 rygg varð Magnus Jákupsson nummar 1 við 24.49. Úrslitið hjá Magnusi var serliga imponerandi, tí at hann harvið basti danska OL-luttakaranum Mathias Gydesen (24.54), sum venur í USA og hevur júst hesar stuttu rygg-greinar sum sergrein. Gydesen svam 100 rygg á OL í London, tit minnast kanska hvussu hann var 1 hundrapart frá hørðu OL-kravtíðini, og so endaði við at sleppa við allíkavæl.
Tag: Magnus Jákupsson
Video av Magnusi í 50 rygg
Magnus Jákupsson úr danska felagnum MK 31 vann mánadagin 50 rygg í Danish Open við tíðini 25.92.
Nr 2 og 3 vóru Andreas Schiellerup (26.11) úr Sigma Swim Birkerød og Måns Hjelm (26.68) úr Malmö Kappsimningsklubb.
Continue reading Video av Magnusi í 50 rygg
Video av 100 firvald hjá monnum í Danish Open
Magnus Jákupsson úr danska felagnum MK 31 sá nakað merktur út í 100 firvald finaluni, stutt eftir hann vann í 200 rygg. Magnus er á bana 5. Tíðin hjá Magnus var 56.14.
Magnus 2:03.98 og gull í 200 rygg á Danish Open 2013
Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á Danish Open 2013 svam teinin uppá 2:03.98, frammanfyri svenska Axel Pettersson á 2:05.53 og danska Mads Kloblauch á 2:08.23. Tíðin var nýtt persónligt met hjá Magnusi, og hevð tískil eisini verið føroyskt met, um ikki Magnus hevði skift svimjitjóðskap í heyst. Sí úrslitalistan her.
(Jákup Jacobsen eigur myndina)
Magnus gull í 50 rygg á Danish Open, Birita silvur
Magnus Jákupsson vann fyri løtu síðani gull í 50 metra ryggsvimjing á Danish Open 2013, tá ið han í finaluni fyri fyrstu ferð nakrantíð svam seg undir 26 sekund. Tíðin hjá honum var 25.92; føroyska metið er 26.34, men við tað at Magnus hevur skift svimjitjóðskap, so telur tað ikki sum føroyskt met. Sí úrslitalistan her
Birita Debes vann løtu seinni silvur í 50 metra ryggsvimjing, tá ið hon í finaluni tangeraði sítt føroyska met frá innleiðandi riðlunum í morgun, uppá hundraðpartin 30.12, 30.12. Í hálvfinaluni fyrst í hesum finaluparti svam hon 30.39, so tað var tríggjar ferðir undir tað nú farna metið í dag, sum var 30.60 frá EM í Debrecen í fjør. Sí úrslitalistan her.
(“Tre medaljevindere – ingen af dem dansker”, sum tey so vinarliga søgdu á DR)
Jákup Jacobsen eigur myndirnar
Magnus tvær fantomtíðir á DM í dag
Magnus Jákupsson hevur í dag luttikið á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, og svam hann har tvær óførar tíðir, fyrst 52.92 og silvurheiðursmerki í 100 rygg, og síðani 49.87 sum fyrsti maður í 4×100 frí frá svimjifelagnum VAT, ið rakk til eitt fjórðapláss í teirri kappingini. Tíðirnar eru tó ikki føroysk met, við tað at Magnus her í heyst skifti svimjitjóðskap til at vera danskari.
Fantastiske færinger
Esbjerg Svømmeklub gjørdi í fjør eina vangamynd av brøðurnir Sørin og Frans Johannesen. Greinin “Fantastiske færinger” fortelur hví Johannesen familjan flutti til Danmarkar, hvussu væl teir báðir klára seg í svimjifelagnum og hvat teir ætla við svimjingini. Les meira her.
Magnus, Frans og onkur annar føroyingur.
Á heimasíðuni hjá Vestegnens Aqua Team (VAT) í Keypmannahavn er eitt prát við Magnus Jákupsson um hvussu tað er at skifta til Danmarkar og hvørjar ætlanir hann hevur. Les meira her.
Magnus í Dimmu
Magnus Jákupsson er at finna á forsíðuni á Dimmalætting í dag. Í avísini fortelur Magnus um gerandisdagin í Danmark, Christian Tessner, langhyl og annað.
Magnus hótti Gydesen í 200 rygg
Magnus Jákupsson vann sær aftur í gjár eitt danskt juniormeistaraheiti umframt eitt silvur í seniordeildini, tá ið hann á DM 2012 svam 200 metra ryggsvimjing uppá 2:04.31, bara 5 hundraðpartar aftanfyri OL-luttakaran Mathias Gydesen sum vann við 2:04.26. Nú er Gydesen ikki toppaður enn, og eisini meira til tað stutta rygg; men Magnus er kanska eisini eftirhondini eitt sindur slitin eftir fyrst fimm dagar EJM og síðani nærmast beinanvegin fimm á DM. Metini hjá Magnusi eru 2:04.12, sett á EJM í Antwerpen í síðstu viku. Sí úrslitalista her.
Magnus 1:55.21 og føroyskt met í 4×200 frí
Magnus Jákupsson setti í kvøld nýtt føroyskt juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hann sum fyrsti svimjari í 4×200 liðsvimjing hjá VAT á donsku meistarastevnuni svam teinin uppá 1:55.21, har metið hjá honum áðrenn hetta var 1:57.59 frá Bellahøj Cup 2012. Teir fýra vunnu seniorbronsu og juniorgull, sí úrslitalista her.