Malan luttók í hálvfinulunum í 50 bringu í kvøld. Tíðin hjá Maluni var 35.21. Í morgun svam hon 35.07 í teimum innleiðandi kappingunum, sum tá var 11. besta tíðin. Rikke Møller Pedersen úr Frem Odense setti besta tíðin í hálvfinaluni (31.88) og vann finaluni við tíðini 31.92.
Tag: Malan Vitalis Bærendsen
Elspa setti met við West Swim í 4 x 50 blandað
Malan svam seg til hálvfinalu í 100 bringu
Malan megnaði fyri løtu síðani at kvalifisera seg til hálvfinalunar í 100 bringu. Tíðin hjá henni, 1:17.25, varð nakað frá hennara tilmeldingartíð, 1:15.04, men tað varð nóg mikið til eitt hálvfinalu pláss. Hon svam í 5. og síðsta riðli mótir favorittinum Rikke Møller Pedersen úr Frem Odense, sum svam besta tíð í morgun (1:09.85).
Malan betrað um sítt met í 100 bringu
Nýggja metið hjá henni er 1:17.30, heili 2 sekund skjótari enn metið sum hon kom við til DM, 1:19.31 frá Reykjavík International 2008. Shaila svam eisini skjótt í gjárkvøldið, 50 frí uppá 27.60 sekund har metið hjá henni frá hálvfinaluni fríggjakvøldið er 27.48 sekund. Í morgin hava føroyingarnir vist nokk ikki svomið, men Elspa kvalifiseraði seg til finaluna í 200 rygg við, 4. bestu tíð av teimum sum skulu svimja tá. Continue reading Malan betrað um sítt met í 100 bringu
Malan tók meira av metinum í 100 bringu
Í morgun setti Malan nýtt føroyskt met í 100 bringu, men næstan sum vænta tók hon meira av metinum í kvøld í hálvfinaluni. Nýggja tiðin hjá henni er 1:17.99. Malan hevur svomið seg í finaluni í annaðkvøld.
DM 2008: Annar dagur
Orsaka meg, eg havi verið upptikin av onkrum øðrum. Malan svam 50 bringu finalu í kvøld og gjørdi tað gott, um enn ‘bara’ við eini tíð sum lá í millum metini bæði hjá henni frá í gjár. 35.52 sekund, har hon í gjáramorgun setti føroyskt met við 35.79 og síðani um kvøldið aftur met við 35.34. Elspa valdi 100 frí frá í kvøld, hóast hon fekk triðbestu tíð í morgun. Hetta var sikkurt tí hon vildi spara seg til hálvfinaluna í 100 rygg, har hon hon so eisini varð nr 2 við 1:05.10. Continue reading DM 2008: Annar dagur
2 føroysk met í finalunum í kvøld
Tey bæði Malan og Pál hava hvør í sínum lagi betrað um somu met sum tey settu so væl og virðiliga í morgun. Malan við at fara frá 36.90 til 35.79 og síðani 35.34 í 50 bringu, og Pál við at fara frá 4:06.37 yvir 3:57.17 til 3:54.50 í 400 frí. Shaila svam eisini heilt uppat sínum meti frá í morgun í 50 bringu, tá ið hon í kvøld svam 29.83 har metið í morgun var 29.80.
Serliga stórt er tað altso at metið hjá Pál er yvir 1½ sekund skjótari enn danska juniormetið, ið sjálvur Jacob Carstensen eigur. Legg saman at Pál er juniorur enn, og at Jacob seinni varð heimsmeistari í hesu grein, um enn á stuttbana heldur enn á langbana (Ikki at tað er nakað problém fyri Pál, tí hann svimur (enn) betri í stuttum hyli enn í langum). Metið merkir eisini at Pál nú sníkir seg upp á eitt trygt annaðpláss í greinini á evropeiska styrkislistanum fyri juniorar í ár. Hann er sum kunnugt nr 1 í 800 og 1500 frí í stuttum hyli, men nú ger hann seg so galdandi eisini á langbana.
Nú havi eg onga mynd frá kappingini í Danmark hesuferð, men ‘ómiddelbart’ kemur hendan mær til hugs, av teimum báðum Pál og Maluni, sum tað vónandi er í lagi at eg láni av heimasíðuni hjá Susvim eina løtu 🙂
3 føroysk met í morgun
Pál Joensen sett sum nevnt nýtt føroyskt met í 400 frí á Danish Open í morgun við tíðini 3:57.17, sum er betring av hansara egna meti frá EJM í fjør við meira enn 9 sekundum. Malan Vitalis Bærendsen betraði um sítt egna met í 50 bringu frá 36.90 (Reykjavík International 2008) til 35.79. Og Shaila millum Garðarnar betraði somuleiðis ógvusliga um sítt met í 50 firvald frá 30.65 (Reykjavík International 2008) til 29.80… og er harvið fyrsta føroyska kvinna undir 30 sekund í 50 firvald á langbana. Continue reading 3 føroysk met í morgun
Malan vann og setti føroyskt met í 200m bringu
Nýggja metið er 2:41.84.
Monika Biskopstø (geil 1), Sára Müller (2), Katarina S. Lamhauge (3), Malan Vitalis Bærendsen (4), Turið S. Christiansen (5) og Tanja Skaalum (geil 6).