Pál Joensen bronsu í 1500 frí á Mare Nostrum í Canet

Pál Joensen vann í dag bronsuheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet. Tíðin hjá honum var 15:23.36, aftanfyri Sébastien Rouault á 15:16.34 og heimsmeistaranum Oussama Mellouli á 15:20.37. Jón Bjarnason heilsar úr Canet, at Pál tíverri helt seg eitt sindur aftur, og tí ikki var nóg nær til at taka Mellouli, tá ið hesin (Mellouli) “stein-doyði”. Sí úrslit á www.natresult.com

DSC03350

Startlistin til Mare Nostrum í Canet er komin

Pál Joensen skal sum kunnugt kappast á Mare Nostrum stevnunum í Monaco, Barcelona og Canet, her í juni mánaða, og nú er so startlistin til stevnuna í Canet komin. Pál er har styrkismettur sum nr 9 í 400 frí, í harðari kapping við heimsklassasvimjarar sum Oussama Mellouli og Lin Zhang, ið gjørdust heimsmeistarar í ávíkavist 1500 og 800 frí, í Rom í fjør summar. Og í 1500 frí er hann styrkismettur sum nr 4, aftanfyri Mellouli, Sébastien Rouault, Anthony Pannier og Gergo Kis. Stevnan í Canet verður á www.simma.nu skýrd at vera “den största och bästa tävlingen – som vanligt”, av teimum trimum stevnunum … so vit kunnu nokk vænta at kappingin verður nakað líknandi ella minni, á hinum báðum stevnunum.

Biedermann 1:44.88 í 200 frí

Týski Paul Biedermann tók í dag evropametið í 200 frí frá sjálvum Pieter van den Hoogenband, á Mare Nostrum stevnuni í Monaco. Hoogenband svam í 2002 teinin uppá 1:44.89, men nú var Biedermann so akkurát éin hundraðpart skjótari. Nummar tvey og trý vóru russisku Sukhorukov og Izotov, við 1:47.01 og 1:47.33, og nummar 4 var so Mads Glæsner við 1:48.75. Les SwimInfo.com

Canet: Gilot vann 100 frí, Alshammar 50 firvald

Franski Fabien Gilot vann í gjár 100 frí á Mare Nostrum stevnuni í Canet, við tíðini 48.33 har ungi russin Danila Izotov svam 48.45, Lagunov 48.75, og Stefan Nystrand varð nr 4 við 48.94. Therese Alshammar vann 50 firvald við tíðini 25.57, og spanski Rafael Munoz Perez 50 firvald hjá monnum við tíðini 23.37, næstan 1 sekund frá heimsmetinum hjá honum á 22.43. Í 400 frí hjá monnum vann Anthony Pannier við 3:52.07. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Cielo vann eisini 50 frí í Barcelona

Brasilski Cesar Cielo svam 21.97, har heimsmetið hjá Eamon Sullivan er 21.28, og tað enn ikki góðkenda hjá Frederick Bousquet er 20.94. Cullen Jones og Bousquet vunnu silvur við 22.17, og Amaury Leveaux var við 22.75 heilt niðri á 8. plássi. Lesið her á SwimNews.com, har hann sjálvur Lord sjálvsagt heldur, at tær lutfalsliga veiku tíðirnar eru tí at teir ikki longur sleppa í svimja í teimum villastu superdraktunum.

Sindur veik úrslit á Mare Nostrum í Barcelona

Tað er sikkurt tann tunga venjingin sum øll stríðast við í løtuni, ella kanska missurin av Jaked J01 og líknandi draktum, men úrslitini hjá superstjørnunum vóru so í øllum førum ikki so øgiliga fantastisk í dag, á Mare Nostrum svimjistevnuni í Barcelona. Brasilski Cesar Cielo vann 100 frí í tíðini 48.83, har Alain Bernard herfyri svam 46.94 í eini drakt sum síðani varð gjørd ólóglig av FINA. Maðurin við tí galdandi heimsmetinum á 47.05, Eamon Sullivan, kom ikki í A-finaluna, og meldar sikkurt frá B-finaluna vegna trupulleikar við andadráttinum. Amaury Levaux varð nr 22, og kom tí hvørki í A ella B finalu.

Fyri okkum í Føroyum var tað kanska meira áhugavert, at SwimNews rósar russiska Nikolay Lobintsev fyri at vinna 400 frí við tíðina 3:44.97, har Pál sum kunnugt svam 3:48.57 á DM í apríl.

Sí annars úrslit her á marenostrumswim.com
Continue reading Sindur veik úrslit á Mare Nostrum í Barcelona

Mare Nostrum avmarkar nýtslu av superdraktum

Mare Nostrum er ein røð av svimjistevnum við Miðjarðarhavið, sum hvørt ár tiltrekkir eina rúgvu av heimsins bestu svimjarum. Í ár eru stevnurnar í Canet í Fraklandi, Barcelona í Spania og í Monaco, við luttøku av m.ø. Frederick Bousquet og Alain Bernard. Fyrireikararnir í Canet og Monaco hava longu sambært SwimNews meldað út, at svimjarar skulu halda seg draktirnar á FINA listanum, meðan tey opinbart enn bíða eftir Barcelona. Um Barcelona loyvir øllum draktum, so ætlar Frederick Bousquet sambært SwimNews at svimja í eini Jaked. Og tíðindini fortelja eisini, at Bernard í løtuni testar eina broyttu útgávu av teirri annars í løtuni ólógligu Arena X-Glide, í fjøllunum í Italia.