Jon Urbanchek um X-faktorin hjá svimjivenjarum

Í videoini her prátar Garreth McCarthy við amerikanska venjaran Jon Urbanchek, sum hevur vant millum annað olympisku stjørnurnar Gary Hall Senior (!) og Tom Dolan. Urbanchek er tiltikið opin og gevandi, og kom millum annað við góðum ráðum og tilfari til Jón Bjarnason upp undir EJM í Beograd. Teir tosa her um X-faktorin hjá svimjivenjarum … at líka mikið um tú kopierar ALT hjá einum succésríkum venjara, so er tað týdningarmesta tann diffusi X-faktorurin, sum ger at akkurát hesin venjari kann fáa sínar svimjarar til ótrúlig ting.

Pál vann bronsu í Canet

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen megnaði í vikuskiftinum at vinna bronsuheiðursmerki á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Canet en Roussillon. Hetta var í 1500 metrar frísvimjing, í harðari kapping við millum annað heimsmeistaran Oussama Mellouli, og ímóti langteinarum í heimsklassa sum ikki áðrenn høvdu svomið bæði í Monaco og Barcelona.

DSC03351
Continue reading Pál vann bronsu í Canet

Stopp-urið fer at døma Leveaux, sigur fyrrverandi venjarin

Franski Amaury Leveaux valdi herfyri at trekkja seg frá Mare Nostrum stevnuni í Canet, eftir at hava svomið eina tíð yvir 52 sekund og uttanfyri topp-40. Hann hevur annars heimsmetið 44.94 á stuttgeil, men umber seg nú við at vera ‘á knøunum’, eftir at hava svomið 80 kilometrar um vikuna hjá nýggja venjaranum sínum Philippe Lucas. Upprunaligi venjari hansara Lionel Horter heldur hin vegin, at tað sum burdi verið startskotið í Rijeka – hansara heimsmet uppá 44.94 – heldur førdi til ein steðg. “He thought he had arrived”. Horter sigur víðari, at um Levaux fór til Lucas fyri at finna eina loysn, so er alt gott … men at um hann fór fyri at sleppa undan “The stopwatch will deliver the true verdict”. Les her á SwimNews.com

DSC_0178

Pál nr 5 í 400 frí á Mare Nostrum Canet

Pál Joensen varð í gjár nummar 5 í 400 metra frísvimjing, í finaluni á Mare Nostrum stevnuni í Canet í Fraklandi. Tíðin hjá Páli var 3:54.54, sum er umleið tað sama sum hann hevur svomið hesar seinastu nógvu dagarnar. Franski Sébastien Rouault vann gull við 3:50.97, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:51.02, og kvartføroyingurin Dave Carry bronsu við 3:52.55.
Continue reading Pál nr 5 í 400 frí á Mare Nostrum Canet

Pál víðari til Finaluna í 400m

Í 400m frí í morgun svam Pál 3:57,93 og var tað nokk til eitt 4. pláss og víðari til finaluna.

Í finaluna komu annars:
1. Sébastien Rouault FRA 3:54,38
2. Oussama Mellouli TUN 3:56,89
3. Anthony Pannier FRA 3:57,64
4. Pál Joensen FAR 3:57,93
5. Mark Randall RSA 3:58,09
6. Ahmed Mathlouthi TUN 3:58.45
7. David Carry GBR 3:58,99
8. Jorge Maia POR 3:59,46

Hóðast hetta er ein sterk finala um ein hugsar um teir sum svimja, so var tað relativt nemt at svimja seg í finaluna um ein ikki var troyttur. Og tað sá ein alt fyri eitt tá ið Sébastien Rouault sprintaði frá Mellouli seinasta 50m í morgun.
Tað var hart at svimja 3:57,9 í morgun sigur Pál. Okur høvdu jú bert ein hvíludag, og hann var hildin í einum bussi tá ið okur koyrdu frá Barcelona til Canet, so tað var alt annað enn optimal hvíld. Sébastien Rouault og Ahmet Mathlouthi vóru ikki í Barcelona, og eru teir ikki eins troyttir og hinir 6 sum eru í finaluni, so spennandi verður at síggja hvussu tað ávirkar úrsliti.

Finalurnar byrja klokkan 17:00 føroyska tíð, og 400m er ein av fyrstu finalunum.

Pál nr 4 í 1500 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam fyri løtu síðani 1500 frí á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og gjørdist har nummar 4 við tíðini 15:24.28. Nummar 1 varð kinesiski Lin Zhang við 15:12.56, sum er heimsmeistari í 800 frí frá HM í Rom í fjør. Nummar 2 varð eisini kinesiski Jun Dai við 15:18.40, og nummar 3 varð so heimsmeistarin í 1500 frí, Oussama Mellouli, við tíðini 15:19.64. Sí úrslitalistan her á marenostrumswim.com.
Continue reading Pál nr 4 í 1500 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál nr 6 í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam nú seinnapartin finalu í 400 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og gjørdist har nummar 6 av 8 í A-finaluni, við tíðini 3:54.47. Lin Zhang úr Kina vann gull við 3:48.21, tunesiski Oussama Mellouli silvur við 3:48.92, kinesiski Jun Dai bronsu við 3:51.48, og síðani komu bretski David Carry, danski Mads Glæsner og Pál.
Continue reading Pál nr 6 í 400 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál víðari til 400 frí finalu seinnapartin

Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg víðari til finaluna í 400 frí, sum verður nú seinnapartin. Tíðin hjá honum varð 3:55.26, sum Bjarnason sigur var “uttan at skræða seg sundur”. Bloggan “Speed Endurance” heldur at vit fara at kunna síggja hetta sum ‘live stream’ seinnapartin, so vit gera sjálvsagt eisini okkara besta her á www.svimjing.com/live.

hylurin opin
Continue reading Pál víðari til 400 frí finalu seinnapartin

So eru Pál og tey (endiliga) komin til Barcelona

Tey vórðu fyrst seinkaði í fýra tímar á flogvøllinum í Nice, áðrenn tey sloppu víðari til Barcelona við flúgvaranum, bara fyri at uppdaga at viðførið hjá Páli iki var komið við. Royndu eisini at verða sett av við skeiva hotell, men eru nú endiliga komin upp á pláss. Við sær hava tey nú finsku Emiliu Pikkarainen, sum onkur kanska minnist frá NJM í Føroyum í 2007. Hon var við mammu síni í Monaco, sum skuldi heim aftur, og nú ferðaðist hon so við føroyska ferðaliðnum inntil restin av finska landsliðnum kemur í kvøld. Onkur fuglur skvettið forrestin á Bjarnason í Nice, sum var sirka hæddarpunktið á degnum.

lost and found

[Emilia og Pál á flogvøllinum í Barcelona, uttan viðføri]
Continue reading So eru Pál og tey (endiliga) komin til Barcelona

Pál fimtbestur í Monaco

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Tað bleiv til eitt fimtapláss í 400 frí og eitt 17. pláss í 200 frí, tá ið Pál Joensen her um vikuskiftið kappaðist á altjóða Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco. Tíðirnar hjá Páli vóru nakað verri enn tað sum hann hevur svomið fyrr, men hann stóð seg tó so væl betri í kappingini við hinar, enn tað sum upprunaliga styrkismetingin bendi á.

Komin til Monaco
Continue reading Pál fimtbestur í Monaco