Pál 1:53.42 og nr 17 í 200 frí

Pál Joensen svam seg í morgun til tíðina 1:53.42 og eitt 17. pláss í 200 frí á Mare Nostrum stevnuni í Monaco. Tilmeldingartíðin hjá honum var 1:52.06, frá finaluni á suðurafrikansku meistarastevnuni í Durban í vár, meðan føroyska metið hjá honum frá donsku meistarastevnuni í Esbjerg í fjør er 1:50.04.
Continue reading Pál 1:53.42 og nr 17 í 200 frí

Pál nr 5 í 400 frí á Mare Nostrum í Monaco

Tað gjørdist til eitt fimtapláss hjá føroyska Pál Joensen, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Monaco fyri løtu síðani svam 400 frí uppá 3:53.88. Týski Paul Biedermann vann gull við tíðini 3:48.77, kinesiski Lin Zhang silvur við tíðini 3:49.10, tunesiski Oussama Mellouli bronsu við tíðini 3:50.35, og síðani kom skotski Robbie Renwick við 3:53.21.

mare-nostrum-2010-monaco-400-freestyle
Continue reading Pál nr 5 í 400 frí á Mare Nostrum í Monaco

Pál í 400 frí finalu seinnapartin

Komin til MonacoPál Joensen hevur fingið broytt sína styrkismeting á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, frá at skula svimja innleiðandi 400 frí í morgun, til heldur at sleppa beinleiðis í finaluna seinnapartin. Trupulleikin var at summir av luttakarunum høvdu meldað til við bestu tilmeldingartíð yvirhøvur, íroknað tíðir frá tá ið superdraktirnar vóru loyvdar, meðan aðrir brúktu ‘tekstil-tíðir’. Og størsti trupulleikin var kanska, at týski Paul Biedermann eisini við hesum lá uttanfyri finaluna.
Continue reading Pál í 400 frí finalu seinnapartin

Pál Joensen til Mare Nostrum at kappast

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Pál Joensen fer hesa næstu góða vikuna at kappast á Mare Nostrum svimjistevnunum í Monaco, Barcelona og Canet en Roussillon, sum liður í sínum fyrireikingum fram ímóti EM í Budapest í summar. Mare Nostrum stevnurnar eru millum allarstørstu tiltøk í svimjiheiminum hesu megin summarið, við luttøku av toppnøvnum úr til dømis USA, Avstralia, Fraklandi, Kina, Russlandi, Bretlandi, Týsklandi og Svøríki.

Mare Nostrum 2010

[Image courtesy of www.marenostrumswim.com]
Continue reading Pál Joensen til Mare Nostrum at kappast

Startlistin til Mare Nostrum í Barcelona

Teir á SwimNews.dk hava funnið startlistan til Mare Nostrum stevnuna her á marenostrumswim.com, og vísa millum annað á at danir luttaka í Barcelona, umframt eitt sterkt australskt lið. Vit síggja millum annað at Mads Glæsner nú luttekur, í 100, 200 og 400 frí umframt 400 blandað, men ikki 1500 frí. Pál Joensen er styrkismettur sum nummar nr 15 í 400 frí og nr 8 í 1500 frí, aftanfyri kend nøvn sum Oussama Mellouli, Vitaly Romanovich og David Davies

Startlistin til Mare Nostrum í Monaco

So fann eg endiliga startlistan til Mare Nostrum stevnuna í Monaco, her á natresult.com. Eg finni ikki startlistan til 1500 frí, men Pál Joensen er so styrkismettur sum nr 29 í 200 frí, og sum nr 9 í 400 frí. Kappingin er serliga tunesiski Oussama Mellouli, sum varð heimsmeistari í 1500 frí í fjør summar, og kinesiski Lin Zhang, sum varð heimsmeistari í 800 frí. Í 200 frí eru onnur kend nøvn til dømis Dominik Koll úr Eysturríki, Alexander Sukhorukov úr Russlandi, Thiago Pereira úr Brasil, Amaury Leveaux úr Fraklandi og Brent Haiden úr Kanada, umframt ryggsvimjararnar báðir Aaron Piersol og Markus Rogan. Í 400 frí eru tað Robbie Renwick, Arjen van der Meulen, Lewis Smith, Steven Bielby og Balazs Zambo, sum út yvir Oussama Mellouli, Lin Zhang og Dominik Koll hava tilmeldingartíð betri enn Pál.

Mare Nostrum stevnan í Monaco er sum kunnugt longu nú um eina góða viku, 5. – 6. juni 2010.

Pál til Mare Nostrum í juni, at kappast ímóti alheims stjørnum

Vit hava fyrr skrivað um Mare Nostrum 2010 her, at tær tríggjar stevnurnar í Barcelona, Canet og Monaco í ár fara at vera á tremur við svimjistjørnum. Og nú ber til at lesa á SwimNews.com, at eisini “Faroe Islands” fara at luttaka, á stevnunum millum nøvn sum Eamon Sullivan, Alain Bernard, Brent Hayden, Paul Biedermann, Yannick Agnel, Coralie Balmy, Zhang Lin, Kosuke Kitajima, Rebecca Sony, Jessica Hardy, Oussama Mellouli, Therese Alshammar, Natalie Coughlin, Aaron Piersol og Eric Shanteau. Føroyska luttøkan er Pál Joensen, sum fer at brúka hesar stevnur til at fyrireika seg til evropameistarastevnuna í Budapest í summar.

Mare Nostrum Monaco verður á tremur við stjørnum

SwimNews.com skrivar í kvøld, at minst 8 olympiskir meistarar fara at kappast á komandi Mare Nostrum kapping í Monaco tann 5. – 6. juni 2010, umframt ein rúgva av øðrum góðum svimjarum. Nøvnini eru til dømis Marieke Guehrer, Leisel Jones, Stephanie Rice, Jessicah Schipper og Brenton Rickard úr Avstralia, Alain Bernard og Coralie Balmy úr Fraklandi, Kosuke Kitajima úr Japan, Oussama Mellouli úr Tunesia, og Rebecca Soni, Jessica Hardy, Natalie Coughlin, Dana Vollmer, Aaron Peirsol og Eric Shanteau úr USA.