Mie Ø vann bronsu í Canet

Unga Mie Ø. Nielsen stóð fyri besta danska úrslit á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið hon í 800 frí vann bronsuheiðursmerki við tíðini 8:56.86, væl at merkja á langgeil. Hon er árgang 1996, og kláraði tó eisini at koma í A-finaluna í 50 rygg, har hon endaði sum nummar 8 við tíðini 29.68. Lesið meira her á SwimNews.dk.

DSC01441

[Mie saman við íslendska venjara sínum og juniorlandsliðsvenjaranum á World Cup í Stokkhólmi 2010]

Dale Oen væl nøgdur við byrjanina uppá árið

DSC00386Norski Alexander Dale Oen vann silvur og bronsu á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í vikuskiftinum, og fer nú í dag og í morgin at kappast á stevnuni í Canet, áðrenn leiðin gongur til Monaco í vikuskiftinum. Hann er avbera væl nøgdur við støðuna hjá sær, eisini hóast veðrið í Canet er sum á Bergen-leiðini, regn og vindur:

– Det er den raskeste sesongåpningen min noensinne, veldig mye kjappere enn i fjor. Og det attpåtil rett etter en høydeleir, sier Dale Oen, som kom hjem fra Flagstaff i USA for halvannen uke siden.

Spurdur um hví tað gongur betri nú, sigur hann at orsøkirnar eru mangar, millum annað at hann nú hevur aðrar úrvalssvimjarar at venja saman við hjá Bærumsvømmerne, í mun til í sínum gamla felag Vestkantsvømmerne. Og at skurðviðgerðin í nøsini herfyri hevur viðført, at hann er nógv minni sjúkur enn hann plagar.

Lesið her á Bergensavisen.

Gergo Kis vann 1500 frí í Barcelona

Gergo Kis vann aftur í dag í Barcelona. Hesuferð var hann skjótastur í 1500 frí við tíðini 15:01.43. Og sum í 400 frí í gjár vóru Sergiy Frolov úr Ukreina og fraklendingurin Sebastien Rouault ávikavist 2 og 3 við tíðinunum 15:06.77 og 15:10.70. Føroyska/norðurlendska metið frá EM í Budapest er 14:56.90. Møguliga var onkur streymur í hylinum, tí splitt-tíðirnar hjá svimjarunum vísa, at teir svumu skjótari heim enn út.

Continue reading Gergo Kis vann 1500 frí í Barcelona

Cecilia 4:40.09 og nýtt juniormet í 400 frí

Cecilia W. Eysturdal setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona svam teinin uppá 4:40.09, har gamla juniormetið hjá henni frá Norðurlendsku UnglingaMeistarastevnuni í Drammen í fjør var 4:41.07. Hetta var samstundis síðsta luttøka hjá føroyingunum á Mare Nostrum á hesum sinni, og taka tey sær nú av løttum í Barcelona, áðrenn heimferð aftur í morgin.

Georgo Kis vann 400 frí í Barcelona

Ungarin Gergo Kis vann 400 frí í Barcelona í kvøld við tíðini 3:48.85. Sergiy Frolov úr Ukreina og fraklendingurin Sebastien Rouault blivu ávikavist 2 og 3 við tíðinunum 3:50.89 og 3:51.41. Føroyska metið frá 2009 er 3:48.57. Pál slapp ikki av landinum rættstundis vegna veður.

Continue reading Georgo Kis vann 400 frí í Barcelona

Ferðaliðið (minus 3) komin fram til Barcelona (!)

Hetta bleiv eitt sindur óruddiligt, við at tríggir valdu ferðina frá, tí at tey allíkavæl ikki náddu fyrsta dag á Mare Nostrum í Barcelona, og at hini so allíkavæl sloppu úr Vágunum einaferð eftir klokkan 17 í gjár. Men nú er ferðaliðið so í Barcelona, minus Pál, Jón og Magnus, eftir at hava yvirnáttað í Malmø tí at einki hotel var at finna í Keypmannahavn í gjárkvøldið (vegna onkra ráðstevnu … tey høvdu sjálvsagt rúm fyrranáttina, men tað var óviðkomandi nú).

Eingin nær at svimja nakað í dag, av tí at innleiðandi riðlarnir byrjaðu umleið samstundis sum tey lendu í Barcelona. Men nú hava tey um ikki annað dagin í dag til at hvíla seg eitt sindur, og fyrireika seg til innleiðandi riðlar í morgin árini. Ferðaliðið er nú (seinast vit taldu): Svimjararnir Birita Debes, Cecilia W. Eysturdal og Heðin L. Olsen, venjarin Petur Heðin á Fløtti, og fysioterapeuturin Thurid Kjærbo.