Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á Mare Nostrum stevnuni í Monaco svam teinin uppá 2:07.29, har metið hjá honum frá EJM í Beograd í fjør var 2:08.88. Harvið kvalifiseraði hann seg eisini til finaluna seinnapartin, sí úrslitalistan her.
Tag: Mare Nostrum 2012
Magnus 58.12 og nýtt føroyskt met í 100 rygg
Magnus Jákupsson hevur í morgun sett stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hann á stóru Mare Nostrum svimjistevnuni í Monaco svam teinin uppá 58.12, har metið hjá honum frá EJM í Beograd í fjør var 58.51. Hendan tíðin rakk til eitt 10. pláss á stevnuni, og um eg skilji tað rætt eina B-finalu seinnapartin. Sí úrslitalista her.
(Magnus Jákupsson á Danish Open 2012, René Thomsen eigur myndina)
Magnus luttekur í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing í Monaco. Nú í morgun luttók hann eisini í innleiðandi riðlunum í 50 metra ryggsvimjing, har hann gjørdist nummar 7 við tíðini 27.44, og eftir øllum at døma kvalifiseraði seg til finalurnar seinnapartin. Tey brúka onkra skipan við 1/8-finalum, 1/4 finalum og so framvegis, so her handlaði tað nokk mest um at spara kreftir. Sí skránna her.
Magnus liggur til at koma í finalu í Monaco
Magnus Jákupsson fer vikuskiftið 9. og 10. juni at kappast á stóru Mare Nostrum stevnuni í Monaco, ímóti kempum sum heimsmeistaranum Liam Tancock, og tó so liggur bara væl fyri. Í øllum førum boða startlistarnir frá styrkismeting sum nummar 7 í 50 rygg, 14 í 100 rygg og 12 í 200 rygg, sum alt annað líka burdi gjørt í øllum førum eitt finalupláss í 50 rygg møguligt.
Magnus hevur verið á hæddarlegu við danska juniorlandsliðnum í Fraklandi, alt sum liður í fyrireikingini fram ímóti EJM í Antwerpen í juli. Um vit hyggja at bara juniorunum á stevnuni í Monaco, so er Magnus styrkismettur sum nr 1 í 50 rygg, 2 í 100 rygg og 3 í 200 rygg, men luttøkan her er sjálvsagt ikki heilt umboðandi fyri hvussu støðan verður í Antwerpen, við tað at stevnan nú í Monaco er ein ‘opin’ stevna, uttan flokking í aldursbólkar.