Føroyingarnir væl framkomnir til Mare Nostrum í Barcelona

Føroyskir svimjarar fara sum kunnugt at royna seg á 34. Trofeu International Ciutat de Barcelona de Natació, sum verður í katalanska høvuðstaðnum Barcelona í morgin og í ovurmorgin hin 11. og 12. juni 2013. Tey ferðaðust higar í vikuskiftinum, meginparturin úr Føroyum og Pál Joensen úr Avstraliu. Ferðaleiðarin Jon Hestoy heilsar úr Barcelona, at tey eru í rættiliga góðum lag, tendrað og sera væl hugaði at byrja í morgin. “Pál hevur verið nakað troyttir av ferðini úr Avstralia, hann lendi her tíðliga leygarmorgunin, og tekur hesar tveir dagarnir Barcelona sum eina roynd upp á hvussu hann er komin fyri seg.”

DSC00902

(Føroysku svimjararnir, frá vinstru Markus Joensen, Óli Mortensen, Birita Debes, Bartal Hestoy, Poula Ø. Mohr, Alvi Hjelm, Pál Joensen)

Her niðanfyri er ein myndarøð við myndum úr Barcelona; hon vil vaksa so hvørt sum Hestoy sendir myndir heim. Tit kunnu eisini síggja myndasavnið her á Flickr.


Continue reading Føroyingarnir væl framkomnir til Mare Nostrum í Barcelona

Pál eisini millum favorittarnar á Mare Nostrum í Canet

So er startlistin klárur til Mare Nostrum stevnuna í Canet-en-Roussillon, har vit millum annað síggja at Pál Joensen hevur bestu tilmeldingartíð í 400 metra frísvimjing, umframt 8. bestu í 1500. Hendan stevnan er 15. og 16. juni, altso bara vikuskiftið eftir at Pál saman við øðrum føroyingum hevur luttikið á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, týsdag og mikudag 11. – 12. juni, har hann eisini liggur til at vinna gull í 400 frí.

Í Canet luttekur eisini Magnus Jákupsson, við 19. bestu tíð í 50 frí, 40. bestu tíð í 100 frí, 9. bestu tíð í 50 firvald, og 8. bestu tíð í 100 firvald. Har burdi verið møguleiki fyri einum finaluplássi eisini.

DSC03350

(Pál við bronsu fyri 1500 frí í Canet í 2010)

Føroyingar til Mare Nostrum í Barcelona

So er skjótt tíð til Mare Nostrum stevnurnar aftur, har serliga stevnan í Barcelona hin 11. – 12. juni er áhugaverd fyri okkum føroyingar. Startlistin sæst her, ið millum annað avdúkar at Pál Joensen liggur til gull í 400 metra frísvimjing.

Tey eru eini 7 sum fara at luttaka fyri Føroyar: Markus Joensen, Poula Ø. Mohr, Óli Mortensen og Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag, Birita Debes og Alvi Hjelm úr Ægir og Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag. Hartil luttekur Magnus Jákupsson fyri sítt danska felag, MK 31.


Continue reading Føroyingar til Mare Nostrum í Barcelona