Pál í 400 frí finalu í Canet

Pál Joensen svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrums stevnuni í Canet, tá ið hann í 400 metra frísvimjing svam 3:54.04 og bestu tíð av teimum 24 sum luttóku í innleiðandi riðlunum.

Hann var annars styrkismettur sum nummar 9 sambært tilmeldingartíðunum, sum akkurát ikki hevði verið nokk til finalupláss.
Continue reading Pál í 400 frí finalu í Canet

Pál kann vinna gull í Canet

Startlistin er nú klárur til Mare Nostrum stevnuna í Canet, 12. og 13. juni, har vit millum annað síggja at Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frí.

(Kappingarhylurin í Canet. Jón Bjarnason eigur myndina)

Føroyska luttøkan er rættiliga stór í Canet, við tað at har umframt Pál eisini luttaka tey 5 á føroyska EJM-landsliðnum, og teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen sum svimja fyri danir.

Á føroyska EJM-landsliðnum eru Victoria Wigant Eysturdal, Ásbjørg Hjelm og Alvi Hjelm úr Ægir, Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag.

Pál hevur bestu tilmeldingartíð í 800 metra frísvimjing, og 9. bestu í 400 metra frí.
Continue reading Pál kann vinna gull í Canet

Lakari úrslit í Monaco í dag

Teir tríggir Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, í greinum sum í øllum førum hjá Páli og Magnusi eru á greinsuni til at vera sergrein.

Pál varð við tíðini 1:52.61 nummar 22 í 200 frí, Magnus varð við tíðini 2:11.88 nummar 30 í 200 rygg, og Frans varð við tíðini 1:56.26 nummar 53 í 200 frí.
Continue reading Lakari úrslit í Monaco í dag

Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco

Magnus Jákupsson svam seg í morgun víðari til finalu á Mare Nostrum stevnuni í Monaco, tá ið hann í 50 metra ryggsvimjing svam teinin uppá 26.59 og 12. bestu tíð. Tey brúka okkurt slag av ‘útskiljings-kapping’ í finalunum, tí har eru bæði áttandaparts, fjórðings- og hálv-finalur, áðrenn endaligu finaluna nú seinnapartin.


Continue reading Magnus og Pál í finalu á Mare Nostrum í Monaco

Pál, Magnus og Frans royna seg í Monaco

Hetta vikuskiftið verður stór svimjistevna í Monaco, har Pál Joensen, Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eisini skulu royna seg.

Talan er um fyrsta lið í sonevndu Mare Nostrum stevnunum, sum eru millum best dámdu stevnur hjá svimjarum á heimsstøði at brúka sum fyrireiking til komandi meistarastevnur.

Komin til Monaco

Pál skal royna seg í 200 og 400 metra frísvimjing, Magnus í 50, 100 og 200 metra ryggsvimjing, og Frans í 100, 200 og 400 metra frísvimjing.

Av hesum hevur Pál besta møguleika at røkka A-finalu í 400 metra frísvimjing, og Magnus hálvfinalu í 50 metra rygg.
Continue reading Pál, Magnus og Frans royna seg í Monaco