Teir báðir Óli og Alvi royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og gekk tað bara ókey.
Continue reading Óli 8:13.55 og vinnari av B-finaluni í 800 frí í Canet
Teir báðir Óli og Alvi royndu seg aftur í dag á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og gekk tað bara ókey.
Continue reading Óli 8:13.55 og vinnari av B-finaluni í 800 frí í Canet
Alvi Hjelm royndi seg nú í morgun í innleiðandi 400 metra blandaðari svimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og varð har nummar 13 við tíðini 4:38.83. Hetta er fimtbesta tíðin hjá Alva í ár, har hansara ársbesta tíð er 4:35.80 frá Danish Open í apríl mánaða. Portugisiski Alexis-Manacas Santos var við 4:26.02 skjótastur í innleiðandi riðlunum, meðan kinesiski Yutian Wang við 4:33.66 var spakuligastur av teimum som sluppu í A-finaluna. Sí úrslitalistan her.
Óli Mortensen royndi seg nú í morgun í innleiðandi 400 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og varð har nummar 12 við tíðini 3:59.59. Hetta er triðbesta tíðin hjá Óla í ár, í mun til 3:57.71 á Danish Open í apríl og 3:59.08 á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona. Norski Henrik Christiansen var við 3:52.69 skjótastur í innleiðandi, meðan maleisiski Wee Sheng Welson Sim við 3:57.32 var spakuligastur av teimum sum sluppu í A-finaluna. Sí úrslitalistan her.
Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara nú leygardagin og sunnudagin at royna seg á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, sum er síðsta stevna í Mare Nostrum røðini hesuferð.
Alvi Hjelm royndi seg nú fyri løtu síðani í B-finaluni í 400 metra blandaðari svimjing á Mare Nostrum stevnuni 2017 í Barcelona, og varð har triðskjótastur av teimum átta luttakandi, við tíðini 3:35.85 sum er eitt vet frá hansara ársbestu tíð á 3:35.80, frá Danish Open í apríl mánaða.
Continue reading Alvi 4:35.85 og nr 3 í B-finaluni í Barcelona
Tey eru nú um at verða liðug við næsta sett av innleiðandi riðlum á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, har eisini teir báðir føroyingarnir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royna seg. Og aftur í dag gekk tað útmerkað, við tað at Alvi megnaði at svimja seg til B-finalu.
Continue reading Alvi 4:40.49 og í finalu á Mare Nostrum 2017 í Barcelona
Óli Mortensen luttók fyri løtu síðani í B-finaluni í 400 metra frísvimjing á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, og varð har nr 6 við tíðini 4:00.70. Sí úrslitalistan her. Í morgun svam hann 3:59.08, og var hetta nú sostatt eitt vet spakuligari enn tá.
Tey hava nú avgreitt fyrsta stevnupart á Mare Nostrum stevnuni 2017 í Barcelona, har eisini teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm royndu seg. Og tað gekk útmerkað, við tað at vit við Óla aftur í ár fingu ein føroying víðari til finalurnar seinnapartin.
Continue reading Óli 3:59.08 og í finalu á Mare Nostrum 2017 í Barcelona
Teir báðir Óli Mortensen og Alvi Hjelm fara nú í komandi viku at royna seg á Mare Nostrum 2017, fyrst í Barcelona hin 13. og 14. juni og síðani í Canet hin 17. og 18. juni.