Mark Taylor farin, 50 ára gamalur

Amerikanski venjarin Mark Taylor doyði í gjárkvøldið eftir øllum at døma av einum hjartatilburði, 50 ára gamalur. Hann var høvuðsvenjari hjá STO-95 og donsku Louise Ørnstedt frá 2001 til 2002, eftir at Lars Kirkegaard gavst, men fór síðani aftur til USA at vera høvuðsvenjari hjá University of Houston, til nú hann doyði. Les SwimmingWorld Magazine