Markus Joensen er fluttur til suðurevropeiska býstatin Monaco, har hann er byrjaður uppá víðari lesnaða í búskaparfrøði, umframt at hann venur við besta liðnum hjá A.S. Monaco Natation.

Markus Joensen er fluttur til suðurevropeiska býstatin Monaco, har hann er byrjaður uppá víðari lesnaða í búskaparfrøði, umframt at hann venur við besta liðnum hjá A.S. Monaco Natation.
Danska svimjisambandið hevur nú lagt út startlistan til Danish Open 2017, sum verður í Bellahøj Svømmestadion frá 1. til 5. apríl. Og har eru sum vant útlit til heiðursmerki eisini til føroyingar.
Continue reading Útlit til føroysk heiðursmerki á Danish Open 2017
Markus Joensen vann fyri løtu síðani B-finaluna í 100 metra blandaðari svimjing, á donsku meistarstevnuni á stuttgeil, sum eru í Gladsaxe í hesum døgum. Markus svam teinin uppá 58.30, sum er ein fitt betring í mun til hansara til nú persónliga met á 1:00.01 frá Eysturdonsku meistarastevnuna á stuttgeil í oktober. Sí úrslitalistan her.
(Markus Joensen á EJM í Poznan. Jón Bjarnason eigur myndina)
Teir báðir Pál Joensen og Magnus Jákupsson vunnu sær hvør sítt gull á eysturdonsku meistarastevnuni á stuttgeil, tá ið Pál í 800 frí svam teinin uppá 7:52.68, og Magnus 100 rygg uppá 52.62. Tíðin hjá Pál er nakað væl frá hansara bestu tíð á 7:36.24 frá Duel in the Pool stevnuni í USA í 2011, meðan tíðini hjá Magnusi er persónligt met við éinum hundraparti, í mun til hansara 52.63 frá Swedish Swim Games herfyri. Pál varð hartil nummar 4 í 200 frí, við tíðini 1:49.14, har hansara besta tíð er 1:46.61 frá EM í Rijeka í 2008, og 1:47.56 uttan superdrakt.
(Jákup Jacobsen eigur myndina, frá DM á langgeil í vár)
Astrið Foldarskarð og Markus Joensen royndu seg eisini í dag, fyri felagið VAT sum tey skiftu til her við svimjiársbyrjan. Astrið var í finalu í 50 frí og firvald, har hon í 50 frí varð nummar 5 við tíðini 26.92, og í 50 firvald nummar 6 við tíðini 29.09. Markus varð nummar 10 í 50 firvald við tíðini 26.37, og so seinni kolldømdur í 100 blandað fyri at svimja meira enn 15 metrar undir vatni. Astrið varð eisini nummar 7 sum partur av stafettini hjá VAT í 4×50 blandað, og Markus nummar 6 fyri somu stafett hjá monnum.
Pál Joensen vann sær í kvøld gull í 400 metra frísvimjing fyri menn, tá ið hann á Østdanske Kortbanemesterskaber í Farum svam teinin uppá 3:47.57, frammanfyri Anton Ørskov Ipsen á 3:48.35 og Marcus Krøyer Svendsen á 4:02.71. Besta tíð nakrantíð hjá Páli er 3:40.12 frá tíðini við superdraktum afturi í 2009, og 3:41.05 í tí sum er loyvt í dag. Astrið Foldarskarð svam seg víðari til finalur bæði í 50 frí og firvald, tá ið hon í 50 frí svam sjeyndbestu tíð 27.09, og í firvald sættbestu tíð 28.58. Markus Joensen svam 10. bestu tíð 26.16 í 50 firvald, og 13. bestu tíð 30.54 í 50 bringu.
Tvey áhugaverd ískoyti eru nú komin til úrvalshópin hjá danska svimjifelagnum VAT; á listanum yvir svimjarar á liðnum ‘Elite’ síggjast nú Astrið Foldarskarð og Markus Joensen, sum fram til nú hava svomið í ávíkavist Ægir og Havnar Svimjifelag.
Markus Joensen luttók í morgun í 100 metra bringusvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í svimjing, og svam hann har teinin uppá 1:09.97 sekund. Sí úrslitalistan her. Hetta er eitt sindur frá hansara føroyska juniormeti á 1:08.93 frá Actavis Open í Hafnafirði í mars mánaða.
Markus Joensen megnaði í morgun at seta nýtt føroyskt juniormet í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á evropeisku juniormeistarastevnuni á langgeil svam teinin uppá 31.87. Tað rakk til eitt 46. pláss í hørðu kappingini á EJM í Poznan, sí úrslitalistan her. Eyðbjørn Joensen átti føroyska juniormetið á 32.13, frá Danish Open í mars mánaða í ár, og besta tíð hjá Markusi sjálvum áðrenn hetta var 32.53 frá Mare Nostrum stevnuni í Barcelona í juni mánaða. Pauli Øssursson Mohr eigur føroyska metið á 31.39, frá EM í Budapest í 2010.
Føroyingarnir svimja ikki meira í dag, men í morgin burdi tað ligið væl fyri, tá ið Guðrun svimur 50 frí, Eyðbjørn 200 frí, Markus 100 bringu, og Óli og Alvi 800 frí.
(Markus svimur bringu á EJM 2013, Jón Bjarnason eigur myndina)
Markus Joensen luttók fyri løtu síðani í innleiðandi riðlunum av 200 metra blandaðari svimjing, á evropeisku juniormeistarastevnuni í Poznan í Póllandi. Tað gekk heilt væl fyrstu løtuna, hann lá frammaliga í sínum riðli eftir firvald og rygg, men dragnaði so nakað í bringu og crawl. Scoreboard segði 2:18.98, men úrslitalistin sigur at hann varð kolldømdur.
Teir fýra Eyðbjørn Joensen, Alvi Hjelm, Óli Mortensen og Markus Joensen luttóku í morgun í 4×100 metra frísvimjing á evropeisku juniormeistarastevnuni í Poznan, og gjørdust teir har nummar 14 við tíðini 3:47.78. Splitt-tíðirnar vóru Eyðbjørn 55.09, Alvi 55.71, Óli 57.44 og Markus 59.54; teir eiga sjálvir føroyska juniormetið sum er 3:46.49 frá NMU í fjørsummar. Sí úrslitalistan her.
Føroyingarnir eru nú lidnir við fyrsta dag á EJM 2013, sum heldur áfram til og við sunnudagin.