Mona Simonsen svam 100 frí í nátt

Tíðin varð 1:03.01, sum er væl betri enn hennara tilmeldingartíð á 1:04.33. Hetta rakk til ein 2. pláss í riðlinum og 96. pláss tilsamans av teimum 129 sum svumu. Ein Jessica Teixeira Vieira úr Mozambique spoleraði møguleikarnar fyri at síggja Monu í nærmynd á Eurosport, hesu ferð, við at betra seg frá 1:04.73 til 1:01.78. Føroyska metið eigur Elspa Mørkøre við 59.64, sett á Mallorca í fjør.

Frálíkar myndir úr Melbourne

HM er ein frálíkur møguleiki hjá føroyskum svimjarum at koma at heilt tætt uppá størstu svimjistjørnur yvirhøvur. Øll sita rættiliga tætt saman, tá ið man hugsar um at tey eru yvir 2000 tilsamans sum svimja, og at tey hava venjarar, fysioterapeutar o.t. tætt hjá. Her eru tríggjar myndir, sum Reidar á tsvim.com hevur verið so beinasamur at senda mær, frá teimum á kantinum í Avstraliu.

Her er Kristian Olsen saman við svianum Lars Frölander, OL-gullvinnari í 100 frí í Sydney 2000, fleirfaldur heimsmeistari og evropameistari (mest í firvald), sum eina tíð hevði heimsmetið í 100 firvald í stuttum hyli (25m). Frölander er, sum tað sæst, ikki serliga høgur, men hevur vunnið tann vansan inn aftur við at vera framúr góður til vendingar.

Á næstu mynd síggja vit Juttu Thomsen av Tvøroyri saman við avstralsku Lisbeth ‘Libby’ Lenton, fleirfaldur heimsmeistari í 50 frí, 100 frí og 100 firvald, OL-bronsuvinnari í 50 frí og OL-gullvinnari í 4 x 100 frí. Har Frölander kanska er eitt sindur á veg út nú (hann er eini 32 ár nú), er Libby Lenton veruliga í hæddini beint nú – hon hevur longu vunnið gull í 100 firvald og 4 x 100 frí, á stevnuni í Melbourne.

Og SSF-formaðurin Palli Ziskason hevur funnið polsku Otyliu Jedrzejczak, kontroversiellur OL-gullvinnari í Athen 2004, fleirfaldur heimsmeistari, evropameistari og heimsmethaldari í 200 firvald. Kelinavn ‘Otty’… vita Bogi Lenvig, Kristoffur Hentze og eg alt ov væl, eftir at hava sitið aftanfyri polska landsliðið alt EJM í Moskva í 1999.

Heimsmetini rapa aftur í morgun

Tey bestu svimja nú millum klokkan 10 og 12, og tað gongur uppá stás. Amerikanska Leila Vaziri hevur sett heimsmet í semifinaluni í 50 rygg við tíðini 28.16, meðan hvítarussiska Alexksandra Herasimenia tók silvur og japanska Reiko Nakamura bronsu. Og síðani knústi Michael Phelps heimsmetið hjá sær sjálvum í 200 firvald, við at svimja 1:52.09 (gamlað metið var 1:53.71). Har varð Wu Peng úr Kina nummar 2 og russiski Nikolay Skvortsov nr 3.

Síðani ‘hevndi’ franska Laure Manaudou seg inn á italsku Federica Pellegrini, sum í gjár dittaði sær at seta heimsmet í 200 frí. Manoudou svam beint nú teir 200 frí á 1:55.52, sum er næstan eitt sekund betri enn teir 1:56.47 hjá Pellegrini í gjár. Týska Annika Lurz vann silvur og Pellegrini bronsu.

3 finalur, 3 heimsmet. Um nakar ivast í hví eg kann sita og skriva í morgun, hóast eg segði at eg varð upptikin av arbeiði, so er tað tí at eg keikti fótin á veg út í gjøgnum hurðina í morgun. Havi nú læknaboð uppá at eg skal binda frið, hava fótin hægst og skifta millum ís og hita hvønn hálva tíma. Tað riggar fínt at gera á sofuni, frammanfyri sjónvarpið 🙂

50 bringu gav tíverri ikki nýtt heimsmet. Ukrainski Oleg Lisogor vann, amerikanski Brendan Hansen varð nummar 2 og suðurafrikanski Cameron van der Burgh nummar 3.

800 frí er faktiskt ófatiliga spennandi at hyggja at sum ‘live timing’ á omegatiming.com. Grant Hackett er ikki fremst, men heldur ikki langt aftanfyri teir tríggjar fremstu (Craiq Stevens, Oussama Mellouli og Federico Cobertaldo). Jú nú dragnar hann eitt sindur. Og meira. Oussama fer frá hinum.  Og Przemyslaw Stanczyk úr Póllandi kemur knappliga uppí leikin, og framum, nú teir hava svomið einar 300 metrar. Hann er á geil 7. Hinir dragna, Hackett vinnur so í øllum førum ikki. Og úrslitið varð at Oussama Mellouli úr Tunesia vann, Przemyslaw Stanczyk varð nummar 2 og Craiq Stevens nummar 3. Hackett varð nummar 7, uha uha.

Fyrsta heimsmet nakrantíð til Tunesia, viðmerkja tey á live-síðunum hjá eurosport.com. Vinnaratíðin á 7:46.95 var tó langt í verðini frá heimsmetinum hjá Grant Hackett á 7:36.65

Hatta var tað fyri í dag.

HM longu ein stór succés

Sum tey ið fylgja eitt sindur við vita, so var eg ein av teimum sum settu spurnartekin við, um tað var rætt at fara til HM. Og eg haldi enn at tað lættliga kundi gingið nógv verri 🙂 Men Jón Bjarnason hevur so sanniliga fyrireikað svimjararnar væl, og stuðla teimum á kantinum í Melbourne, so at vit nú kunnu siga at Melbourne varð ein succés fyri føroyingar, hóast stevnan ikki er meira enn hálvrunnin.

Allir 4 svimjarar hava betrað seg væl og virðiliga, og tríggir hava sett flott føroyskt met. Fjórði svimjarin eru umskyldaður við, at hon og hin svimja somu kappingar. Tey vinna sína riðlar hóast tey sjáldan eru ‘seedað’ sum nummar 1 í riðlinum. Vit sleppa at síggja tey ‘live’ á Eurosport, og føroysku fjølmiðlarnir hava eisini víst stóran áhuga, hóast talan jú slettis ikki er um kjans at vinna heiðursmerki.

So saman um tikið er luttøkan ein stór succés. Og her má man ikki undirmeta bragdið hjá landsliðsvenjaranum, Jón Bjarnasyni, at fáa svimjararnar at virka so væl, hóast hesar trykkjandi umstøðurnar, har alt er so stórt og heiðursmerkjamøguleikarnir (enn) so ófatiliga smáir. Hetta er ‘coaching’ á høgum stigi, at fáa svimjararnar at fokusera so væl á at betra seg sjálvi og føroyska støðið, heldur enn at fella saman ella royna eftir onkrum ógjørligum.

Pessimisturin í mær heldur enn, at tað líka so væl kundi endað í ein gang blaka pengar út úr vindeyganum, og vánaligari svimjing. Men tað er tað ikki blivið, og tí má man taka hattin av fyri teimum har suðuri, umframt teimum sum í gerandisdegnum hava verið um hesar svimjarar.

Vit hava fingið ein flottan, flottan start á HM-luttøkuni, og man kann væl næstan siga at næstu árini eru bjargað. Tí hóast Oyggjaleikir altíð eru spennandi, so eru Rhodos kanska ov spennadi, í mun til tað sum kemur aftaná. Ein svimjari sum hevur verið á Rhodos kann mest sannlíkt gerast rættiliga tungur at motivera til Áland (ella hvar tað nú er, næstu ferð).

Men nú hava vit HM! Longu næsta ár í stuttum hyli í Bretlandi, har vit í prinsippinum kunnu senda so nógv vit vilja (vegna prísin). Árið eftir í Rom, síðani árið eftir onkunstaðni sum eg ikki veit hvar er enn, og um 4 ár í Shanghai, Kina. Um tað ikki motiverar okkara bestu svimjarar, so eru teir ikki verdir at motivera 😉

Uha ja, men tað kostar jú nógv. Og mítt størsta kritikkpunkt var eisini, at hesir pengar kundi farið til so nógv annað. Avstralia er jú langt vekk og alt hatta har. Men her hevur FINA (og kanska okkara egni formaður, Palli Ziskason) gjørt tað bragd, at geva okkum oyramerktan fíggjarligan stuðul til luttøkuna. Vit fáa altso pengar frá FINA til at at fara til HM. Nú síggja vit so eisini, at teir við Jón kunnu seta met, og hvat er so eftir at brokka seg um?

Nei Jón og Palli, ein treytaleys umbering higani av Toftum. Tit høvdu rætt, ella í øllum førum dugdi tit at fáa tað at bera til.

Og til lukku tit fýra sum svimja í Melbourne. Tit eru knasandi góð !

Rok á kantinum í Melbourne

Ein ukrainskur venjari í ‘útspring’ varð handtikin av avstralska politinum í gjár, eftir at sjónvarpsmyndir høvdu fangað hann í at sita á og sláa ein av sínum svimjarum, á kantinum av hylinum í Melbourne. Hetta var forrestin dóttur hansara, og myndirnar tykjast at vísa at hon var uppøst, slóg, og at hann so royndi at sissa hana, við at sláa aftur og seta seg á hana. Men tað kann sjálvsagt ikki góðtakast fyri tað.

Ein russiskur venjari í ‘útspring’ varð eisini tikin inn á politistøðina herfyri, fyri at hava følt uppá ein kvinnuligan trygdarvørð á hotellinum. Hann sigur seg ikki hava gjørt nakað, men hevur so fyribils fingið inndrigið passið (so at hann ikki kann rýma úr landinum), og skal siga løgregluni frá um hann ætlar sær út úr hotellinum.

Tíðindini eru funnin her og her á swimnews.com

Kristian og Pál settu báðir met í nátt

Ella í morgun, avstralska tíð. Dánjal Martin Hofgaard úr TS átti føroyska metið við 55.54 sekundum. Men so tók fyrst Pál Joensen tað við 55.07, og síðani Kristian Olsen úr Klaksvík við flottum 54.43. Tey sum sótu uppi í nátt biðja heilsa, at man sá báðar væl á Eurosport, við nærmynd og tað heila 🙂

Á tsvim.com sæst ein frálík mynd av Kristiani á HM, har hann er avmyndaður saman við tiltikna (men nú givna) Alexander Popov. Sum eisini gevur eina hóming av hvussu stórir hesar bestu sprintararnir egentliga eru (onkur russiskur vísindamaður roknaði einaferð út, at skuldi man taka metið hjá Popov, so mátti man vera hægri enn hann… veit ikki um tað helt, men tað er nokk nakað um tað, sum við kappróðrarbátunum).

2 nýggj met á 3. degi av HM

Sum tit kunnu lesa á ssf.fo, so hava føroyingarnir svomið øgiliga væl í nátt. Jutta Thomsen setti nýtt føroyskt met í 200 frí við tíðini 2:10.81 (tilmeldingartíð 2:16.01), sum var 10. besta tíð hjá gentum í hennara aldursbólki. Pál Joensen setti nýtt føroyskt met í 800 frí við tíðini 8:30.31 (tilmeldingartíð 8:49.89), sum varð eitt 8. pláss í hansara aldursbólki. Og Mona Simonsen svam eisini nóg gott til at vinna sín riðil við tíðini 2:12.45 (tilmeldingartíð 2:17.28).

Tae Hwan Park ætlar sær at vinna 1500 frí

Uha tit báðir, Hackett og Jensen. Ungi suðurkoreanin Tae Hwan Park kløkkaði øll í gjár við at vinna teir 400 frí á Grant Hackett og restini; men nú sigur 17-ára gamli drongurin sjálvur her, at hann miðjar meira móti 1500 enn 400 frí ! Hackett hevur gott nokk sagt, at hann væntar at einir 6-7 fara undir 15 minuttir. Og hann burdi kent Park, við tað at hesin til dagliga venur í Avstralia. Men Jensen stakkalin, hann fær óivað úr at gera við at hyggja til høgru og vinstru.

Danska Lotte Friis setti norðurlendskt met í 1500 frí

Ekstrablaðið skrivar her at ‘følelserne sad udenpå’ Lotte Friis, eftir at hon hevði svomið ein framúr 1500 metur í innleiðandi í morgun. Hon svam teinin á 16:09.39, sum er nýtt norðurlendskt met og eitt 16. pláss á ‘alle tiders verdensrangliste’ (tað man merkja okkurt a la at hon 16. skjótasti 1500 metra svimjari nakrantíð). 1500 frí er ikki OL-grein, men hon svam eisini teir 800 so skjótt, at hon við tíðini 8:34.26 var undir kravtíðina til OL við 2 sekundum.