HM byrjaði fyri einari viku síðani, við kaving og synkronsvimjing og tílíkum; men nú eru so okkara slag av svimjing byrjað. Á OMEGA Live Timing ber til at fylgja við tíðunum so hvørt sum svomið verður, við tilskilan av reaktiónstíðum og sikkurt millumtíðum eisini, tá ið tey koma til at svimja annað longri enn hesar fyrstu 100 firvald.
Sá, nú svam Pál Joensen sum fyrsti føroyingurin. 400 frí í riðli 3 í kapping 2. Seedaður sum nummar 3 í riðlinum. Tilmeldingartíð 4:10.76. Reaktiónstíð 0.77 (triðbest). 28.47 (nr 2), 59.37 (nr 1), 1:30.60 (nr 1), 2:02.79 (nr 1), 2:34.84 (nr 1), 3:06.75 (nr 1), 3:38.56 (nr 2), 4:08.40 (nr 1). Pál vann riðilin og betraði sína tíð við 2.3 sekundum, so tað byrjar bara OK 🙂
Pál, Mona og Jutta svumu 400 frí hendan fyrsta morgunin. Úrslitið varð at Pál sum omanfyri nevnt svam teir 400 á 4:08.40, sum er nýtt føroyskt met. Hann var tilmeldaður sum nr 62 av 83 men endaði sum nummar 52 av 76 (fýra munnu hava meldað frá áðrenn kapping, og 3 møttu ikki á kantinum). Sí úrslitalistan fyri 400 frí innleiðandi hjá monnum her.
Jutta Thomsen hevði tíðina 4:36.15, sum er næstan 5 sekund frá hennara egna føroyska met á 4:31.38 (sí ssf.fo), men tó betri enn hennara tilmeldingartíð á 4:36.52. Mona Simonsen vann á Juttu við 4:34.47 sum var væl betri enn hennara tilmeldingartíð á 4:40.94. Í plasering fluttu báðar seg fram (Jutta frá 58 til 49 og Mona frá 59 til 46), men eisini her vóru nokk so nógv sum ikki svumu av teimum upprunaliga tilmeldaðu (73 vóru á startlistanum, 6 meldaðu síðani rættstundis frá, og tvær møttu ikki á kantinum, so at veruliga talið á luttakarum varð 65). Sí úrslitalistan her.
Tey bestu eru tó øgiliga sterk í mun til føroyingarnar. Éitt er at teir fýra skjótastu mennirnir svimja undir 3:47, og sostatt høvdu verið um eina longd framman fyri Pál, um teir svumu í sama riðli. Men tær átta skjótastu genturnar svumu eisini skjótari, hóast øll hesi fremstu munnu hava spart seg í innleiðandi svimjingini.
Finalurnar í 400 frí hava longu verið svomnar, og úrslitið varð at koreanski Tae Hwan Park við tíðini 3:44.30 vann á Oussama Mellouli og Grant Hackett (heimsmetið eigur Ian Thorpe við 3:40.08), meðan franska Laure Manaudou sum væntað vann á Otylia Jedrzejczak og japonsku Ai Shibata 4:02.61 (heimsmetið eigur Manaudou við tíðini 4:02.13).
Tit finna allar úrslitalistar her, so hvørt sum svomið verður. Eurosport skrivar um 17 ára gamla Tae Hwan Park her, at hann var nr 4 í síðstu vending men vann kappingina við einum øgiligum spurti, og harvið fyrsta HM-gull nakrantíð til Korea. Grant Hackett var forsvarandi meistari, men har er ikki alt sum ætlað… Eurosport skrivar her at hann mundi ikki komið við í finaluna.
Amerikanarar munnu hava verið eitt sindur skuffaðir har á 400 metrum, við tað at hvørki Klete Keller ella Peter VanderKaay, Kathryn Hoff ella Kate Ziegler megnaðu at vinna nakað heiðursmerki yvirhøvur. Eisini man tað stressa, at japanski Kosuke Kitajima bæði í innleiðandi og semifinalu vann á heimsmethaldaranum Brendan Hansen, sum einasti ið kom undir 1 minutt (forrestin ØGILIGT her, at norski Alexander Dale Oen fekk triðbestu tíð á 1:00.69 í semifinaluni… HEJA NORGE!!).
Suðurafrikanski Roland Schoeman varð eisini skjótari enn amerikanski Ian Crocker í semifinaluni. Avstralsku genturnar vunnu á USA og Niðurlond í 4 x 100 frí. Men Michael Phelps kann hinvegin gleðast um at hava fingið fyrsta gull um hálsin, av teimum ætlaðu met-nógvu 8, tá ið hann saman við Neil Walker, Cullen Jones og Jason Lezak vann 4 x 100 frí hjá monnum.