Magnus 4:42.49 og juniormet í 400 blandað

Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði eisini at seta juniormet í 400 blandað, tá ið tann teinurin varð svomin í gjár. Tíðin hjá honum var 4:42.49, har kravtíðin til at kunna seta juniormet var 4:48.41, og sostatt vóru tey tvey sum megnaðu at seta juniormet í hesum longsta teininum í blandaðari svimjing.

DSC00803

Turið 5:11.41 og juniormet í 400 blandað

Turið S. ChristiansenÆgir-svimjarin Turið S. Christiansen setti í gjár nýtt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing á stuttgeil, við tíðini 5:11.41. Hetta var á úttøkustevnuni til landsdyst, sum er í Havn í hesum døgum. Eingin hevur til nú sett juniormet í hesi grein, síðani Svimjisambandið í august 2008 umskipaði aldursbólkarnar, og tá ásetti kravtíð 5:18.63 til at kunna seta juniormet í greinini. Tíðin hjá Turið er samstundis undir kravtíðina 5:24.71 hjá gentum í hennara árgangi at sleppa til NJM í desember, umframt undir kravtíðina 5:15.77 til gentur eitt ár eldri enn hana at sleppa til somu stevnu.
Continue reading Turið 5:11.41 og juniormet í 400 blandað

Føroyingar duga enn at seta met

Nú árið 2010 er hálvrunnið, kunnu vit staðfesta at ‘superdraktirnar’ veruliga gjørdu mun, og at tað tískil er nógv torførari at seta met. Einki heimsmet er sett enn í ár, í mun til 66 á langgeil og 73 á stuttgeil í fjør, og heldur einki evropamet. Danir hava sambært scmsom.se sett éitt danskt seniormet, tá ið Mathias Gydesen í apríl svam 54.66 í 100 rygg í USA. Svenski Simon Sjödin hevur sett tvey svensk seniormet í 200 og 400 blandað, í Amsterdam í mars mánaða. Norðmenn hava sett 4 norsk, finnar 2 finsk og íslendarar 2 íslendsk. Men føroyingar, teir hava hesa somu tíð sett í øllum førum 20 føroysk seniormet á langgeil og 11 á stuttgeil, umframt 51 føroysk juniormet á langgeil og 43 á stuttgeil.

Føroyski metlistin á SwimRankings dagførdur

Ja, so er føroyski metlistin á SwimRankings.Net endiliga ajour, og í samsvar við tað sum stendur á heimasíðuni hjá føroyska svimjisambandinum, tá ið tað kemur til einstaklingamet hjá opna bólkinum í 25 metra hyli (tvs. tey sum vanliga verða kallað bara “føroysk met”). Har eru enn tveir smuttarar í langgeilametunum, at Kristian Olsen stendur at eiga metið í 100 frí við 54.43, hóast Pál Joensen á DM í Esbjerg í apríl svam 53.55, og at Mona Simonsen stendur at eiga metið í 400 frí við 4:34.47, hóast Jutta Thomsen í Esbjerg í januar 2007 svam 4:31.38. Og enn eri eg illa nokk komin til at hyggja at liðsvimjingametunum, har listarnir eiga at vísa bæði “føroysk met” og “landsliðsmet” (har “føroysk met” er besta tíð sum eitt føroyskt svimjifelag hevur svomið, við einans svimjarum úr sínum felag). Men sum sagt, í løtuni eru føroysku metini hjá einstaklingum fullkomiliga í tráð við tey sum Svimjisambandið veit um, bæði á www.swimrankings.net og á www.ssf.fo… so nú er um at halda fast 🙂
Continue reading Føroyski metlistin á SwimRankings dagførdur

Soleiðis vóru nálatíðir og føroysk met í 1991

Sørin Olsen gav mær hetta kortið einaferð fyri nøkrum árum síðani, so nú er tað væl upp á tíðina at eg seti tað á síðuna. Eitt lítið fitt kort, har man sær føroysku metini á aðru síðuna, og nálatíðirnar á hinari. Og tað veit denn, við at skimma eitt sindur niður eftir hasum listanum, verður man greiður yvir, at vit hóast alt hava flutt okkum eitt sindur, síðani 1991 🙂

fomet1991
Continue reading Soleiðis vóru nálatíðir og føroysk met í 1991