Brot her úr avstralsku tíðindasendingini Network Ten, har tey tosa við 33 ára gamla Michael Klim, um tað at hann nú er byrjaður aftur og venur ímóti OL í London 2012, og við venjara og styrkivenjara hansara um tað at venja ein gamlan gubba.
Tag: michael klim
Michael Klim byrjar nú eisini aftur
Polskt-føddi avstraliumaðurin Michael Klim hevur nú eisini valt at byrja aftur, eftir at fyrst Geoff Huegill og síðan Ian Thorpe komu aftur úr langari fráveru frá kappsvimjingini. Klim er árgang 1977, sum vann 2 gull í stafettunum á OL í Sydney, umframt 7 gull á HM í 1998, 2001 og 2007, íroknað einstaklingagull í 100 firvald og 200 frí. Ambitiónirnar eru eitt sindur niðurspældar: “If I get to the (Olympic) trials it’ll be fantastic, if I get to London it’ll be amazing.” Lesið her á SwimNews.com.
[Picture courtesy of Wikimedia Commons]
Michael Klim gevst
Polski avstralin vann ongantíð nakað gullheiðursmerki á Olympisku leikum, men er annars væl nøgdur við sína karrieru, nú hann gevst eitt ár áðrenn hann kundi verði fyrsti avstralski svimjarin sum luttók á fýra Olympisku leikum tilsamans. Annars løgin tíðindi niðast her, um at hann herfyri fekk karantenu frá Avstralska svimjisambandinum, fyri at hava skulkað frá einum offisiellum døgverða.