Nú svevur Phelps eisini í telti

Michael Phelps varð herfyri smurdur av í síni yndisgrein 200 metra firvaldasvimjing, tá ið hann á heimabana á 2011 Eric Namesnik Michigan Grand Prix kom inn sum nr 4 í tíðini 1:57.79, meira enn eitt sekund aftanfyri kinesiska Wu Peng á 1:56.62. Kanska tí er hann nú farin at sova í ilttelti, sambært SwimNews.com eftir egnum hugskoti, tí hann á hæddarlegum merkir at hann plagar at koma skjótari fyri seg millum venjingar.


Continue reading Nú svevur Phelps eisini í telti

Bowman um fyrireikingarnar hjá Phelps

Áhugaverd samrøða við Bob Bowman her, venjari hjá Michael Phelps, um fyrireikingarnar hjá teimum til stevnuna í Indianapolis farna vikuskifti, og um fyrireikingarnar framyvir. Millum annað avdúkar hann at Phelps var hálvgum niðurtrappaður til stevnuna, eitt 4 ella 5-tal á skala har 10 er fult úthvíldur.

Phelps er flúgvandi aftur

Michael Phelps vann allar 5 kappingar sum hann luttók í á stóru US Grand Prix stevnuni í Indianapolis um vikuskiftið, hvørja ferð við heimsins bestu tíð í ár. Hóskvøldið 1:46.27 í 200 frí og 51.75 í 100 firvald, fríggjakvøldið 1:55.34 í 200 firvald, og leygarkvøldið 1:56.88 í í 200 blandað og 48.89 í 100 frí, alt á langgeil. Phelps hevur ongantíð fyrr verið skjótari uttanfyri sjálvum meistarastevnunum, og sær tó enn møguleikar fyri betringum, sum í videobrotinum her niðanfyri. Lesið her á SwimmingWorld Magazine.

Kappast móti Phelps í Xbox spælinum “Push the Limit”

Michael Phelps roynir seg nú sum stjørna eisini í telduspæli, tá ið “Push the Limit” kemur út til Xbox 360 við Kinect í juni mánaða í ár. Spælararnir standa upprættir og gera svimjirørslur við ørmunum, og svimja so skjótari tess rættari teknikkurin er. Beinini telja ikki við. Phelps sjálvur sigur at kravdi armtaksteknikkurin er ógvuliga realistiskur: “It’s extremely realistic. If you had asked me five years ago if I ever thought I would have a video game coming out with swimming in it, I’m not sure what I would have said. I would never ever have thought it would be like it is. It is cool and fun.”. Lesið her á USA Today.

Phelps meldar frá kapping, éin dag áðrenn stevnan byrjar

Mike Gustafson skrivar her á Swimnetwork, um hvussu skuffaður hann er yvir at Michael Phelps fyri triðju ferð velur at melda frá eini Grand Prix svimjistevnu ‘over there’, afturat at hann fleiri ferðir hevur meldað frá einstakum kappingum á stevnum, uttan serstakari grund. Fyri hansara skyld kann Phelps velja at gevast, um hann vil, og stadigvekk vera størsta svimjinavnið nakrantíð. Men støðan beint nú er eftir øllum at døma ov troyttandi, at Phelps er tilmeldaður til kappingar, og fólk gera planir so at tey kunnu koma at síggja hann, fyri at so bara at síggja hann melda frá.

Phelps ikki so væl fyri í løtuni

Bob Bowman, venjari hjá Michael Phelps, verður her á SwimNews.com endurgivin fyri at hava sagt “That was very discouraging”, eftir at Phelps her í vikuskiftinum á langgeil svam 52.48 í 100 firvald, 1:57.91 í 200 firvald og 1:02.54 í 100 bringu. Til samanberingar eru heimsmetini hjá Phelps ávíkavist 49.82 og 1:51.51 í 100 og 200 firvald.

Phelps móti Kitajima í 100 bringu

Seinasta vikuskifti hendi tað rættiliga forkunnuga, at Michael Phelps og Kosuke Kitajuma møttust í bringusvimjing, á “Southern California Swimming Grand Prix 2010”. Her er ein video frá innleiðandi, og tit mugu sjálvi gita hvør sum vann (ella hyggja í úrslitalistan). Tað er Phelps sum klip-klappar við ørmunum áðrenn start, og Kitajima er so á geilini við síðuna av, burtur frá okkum.