Missy Franklin velur NCAA fram um (nógvar) pengar

16 ára gamla Missy Franklin hevur sagt nei til minst 130.000 dollarar hetta seinasta árið (tað eru einar 760.000 krónur), tí at hon ætlar sær at sleppa at kappast undir NCAA á college, ið ikki loyvir professionalismu. Michael Phelps valdi tað frá í sínari tíð, men Franklin hevur altso til nú sagt nei til millum annað einar 20.000 dollarar fyri at vinna Grand Prix steypið hjá USA Swimming í fjør summar, umframt einar $73.000 dollarar fyri at gerast nummar 2 og vinna fleiri kappingar á World Cup í heyst.


Continue reading Missy Franklin velur NCAA fram um (nógvar) pengar

Missy Franklin má takka nei til kanska 70.000 dollarar vegna NCAA-reglur

High school gentan Missy Franklin klárar seg so mikið væl á World Cup – millum annað við at seta heimsmet í 200 metra ryggsvimjing í Berlin – at hon kann koma at vinna upp til 50-70.000 dollarar í pengapremium, eisini um hon ikki fer avstað við høvuðsvinninginum á 100.000 dollarar. Men, hon noyðist allarhelst at siga nei takk til pengarnar, um hon í framtíðini ynskir at kunna luttaka í NCAA-kappingum á amerikanskum universitetum, har tey hava rættiliga hørð krøv um at íðkararnir skulu vera amatørar. Les SwimmingWorld Magazine.

Update: Her er ein longri grein um støðuna hjá Missy Franklin.

Missy Franklin sett nýtt heimsmet í 200 rygg

16 ára gamla Melissa “Missy” Franklin úr USA setti nýtt stuttbana heimsmet í 200 rygg í Berlin í dag við tíðini 2:00.03. Gamla metið á 2:00.08 átti Shiho Sakai úr Japan, sum eisini bleiv sett í Berlin men við superdrakt í 2009.

Nummar 2 og 3 í dag vóru ávikavist Belinda Hocking úr Avstralia og Elizabeth Simmonds úr Onglandi við tíðunum 2:01.24 og 2:02.54. Í 2009 vóru Franklin, Hocking og Simmonds ávikavist nr 7, 4 og 3 við tíðunum 2:05.81, 2:02.61 og 2:02.12. Hocking hevur sostatt tikið seg framm síðan superdraktirnar vóru bannaðar, men ikki so nógv sum supertalenti Missy Franklin.

Les meira á theswimmerscircle.com.