Pál 15:10.35 og gull í 1500 frí á MOM Marseille 2015

Pál Joensen vann fyri løtu síðani sítt næsta gullheiðursmerki á “Meeting Open Méditerranée 2015” í Marseille, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:10.35. Tíðin var nýtt stevnumet, sí úrslitalistan her, og hartil triðbesta tíð í heiminum í ár, sí SwimmingWorld.


Continue reading Pál 15:10.35 og gull í 1500 frí á MOM Marseille 2015

Magnus 58.16 og nr 8 í B-finalu á MOM Marseille 2015

Magnus Jákupsson svam seg fyri løtu síðani til eitt 8. pláss í B-finaluni í 100 metra ryggsvimjing, tá ið hendan kapping varð avgreidd á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille. Tíðin 58.16 var eitt sindur verri enn hansara innleiðandi tíð á 57.97. Sí úrslitalistan her.

Magnus í B-finalu á MOM Marseille 2015

RÆTTING: Eg man hava hugt eftir úrslitalistanum áðrenn teir vóru heilt lidnir at svimja innleiðandi, tí Frans kom ikki í B-finalu allíkavæl.

Teir báðir donsku føroyingarnir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royndu seg í morgun aftur í innleiðandi riðlum á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille, og megnaðu Magnus tá at svimja seg í B-finalu.
Continue reading Magnus í B-finalu á MOM Marseille 2015

Pál 3:50.22 og gull í 400 frí á MOM Marseille 2014

Pál Joensen vann fyri løtu gull á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille, tá ið hann í A-finaluni í 400 metra frísvimjing svam teinin uppá 3:50.22, frammanfyri franska Yannick Agnel á 3:51.06 og týska Jacob Heldtmann á 3:52.04.
Continue reading Pál 3:50.22 og gull í 400 frí á MOM Marseille 2014