Her svimur Mona Simonsen 200 frí innleiðandi, 4. dag á EM í Rijeka:
Tag: mona simonsen
Mona bleiv nr 11 í 800 frí
Mona Simonsen bleiv nr 11 í 800 frí við tíðini 9:12.71. Vinnaratíðin hjá Lotte Friis, sum hevur vunnið eina rúgvu fyri Allerød, var 8:31.41.
Mona setti met í 1500 frí
Sum tit kunnu lesa her á susvim.com, so betraði Mona Simonsen í dag um føroyska metið í 1500 frí við ikki færri enn 20 sekundum, nú hon á Danmarks Mesterskaberne på Kortbane svam teinin í tíðini 17:23.25. Hendan tíðin rakk til eitt sjeyndapláss í kappingini við danir.
Mona legði hart út í 400 frí
Mona legði hart út í 400 frí innleiðandi. Aftaná 100 m vendi hon fyrst í sínum riðli við tíðini 01:03.89, men dragnaði so aftur og endaði nr 6 í riðlinum við tíðini 4:31.23. Hennara tilmeldingartíð var 4:27.96. Tríggjar úr riðlinum (Lotte Friis, Kristine Skou og Trine Friis – allar úr Allerød) fóru víðari til finaluna.
Mona vann 200 m frí
Mona vann 200 m frí. Vinnaratíðin var 2:12.63.
Mona 4.31.33 í 400 frí
Tað gongur ikki heilt eftir vild hjá Monu. Hon svam teir 400 frí við tíðina 4.31.33 nú í áðni, sum er gott men ikki persónligt met (tað er 4.27.96 sambært top 10 listanum her á susvim.com). Jón skrivaði eitt sindur um teir 800 í gjár í dagbók sína á sudurras.fo og susvim.com, og eftir øllum at døma er hetta bara sovorðið sum hendir, uttan at nøkur beinleiðis frágreiðing er at finna.
Mona 9:12.33 í 800 frí
Hetta er skjótari enn hennara tilmeldingartíð á 9:13.50, men ikki besta tíð (hon hevur í øllum førum svomið 9:09.95, tá ið hon í fjør svam seg til gullnál). Gullnálatíðin er 9:11.52. Úrslitini frá innleiðandi 800 frí síggjast her á omegatiming.com.
Mona klárað kravtíðina til HM
Sum tit kunnu lesa her av susvim.com, so hevur Mona Simonsen á Susvim-stevnuni í dag svomið 400 frí í tíðini 4:27.96, har kravtíðin til HM 2008 í Manchester er 4:28.01. Harvið verða tey 4 sum fara til HM um eina viku ella so: Shaila Millum Garðarnar (SuSvim), Pál Joensen (SuSvim), Kári J. á Høvdanum (FS) og Mona Simonsen (SuSvim). Continue reading Mona klárað kravtíðina til HM