15 juniormet á MU 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Hetta vikuskiftið var árliga Meistarastevnan fyri Ung, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar í aldursbólkunum yngri enn junior. Stevnan varð hildin í Klaksvík, fríggjakvøld til sunnudag, við luttøku av 100 svimjarum sum svumu tilsamans 605 ferðir í einstaklingakapping og 39 ferðir liðsvimjing. 15 juniormet vórðu sett, umframt at 2 svimjarar vunnu sær silvurnál og 9 bronsunál.

CIMG3004

[Turið, Tanja og Sunnleyg á heiðursmerkjapallinum eftir 50 metra bringusvimjing. Tanja setti trý juniormet í bringusvimjing, meðan Turið setti 4 sum einstaklingur og 2 sum partur av liðsvimjing]
Continue reading 15 juniormet á MU 2010

Úrslit frá MU 2010

Viðfestir eru offisiellu úrslitalistarnir frá Meistarastevnuni fyri Ung 2010, umframt re- og lef-fílur til hagtalsbrúk. Saman um tikið vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 52 gull, 23 silvur og 14 bronsu – við Ægir á næsta plássi og Havnar Svimjifelag á triðja. Størsti heiðursmerkjaslúkurin var Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, sum vann 15 gullheiðursmerki sum einstaklingur, umframt 3 gull í stafettunum.

CIMG2840

[Eyðbjørn og Óli Mortensen eftir 200 metra bringusvimjing. Tað er Eyðbjørn til vinstru. Hann er móður.]
Continue reading Úrslit frá MU 2010

2 juniormet afturat, síðsta dag á MU 2010

Tey vóru kanska eitt sindur ring at taka í dag, juniormetini, tá ið greinirnar vóru sovorðið sum 200 metra ryggsvimjing hjá kvinnum (les: Birita Debes á NJM í Bergen), 100 frísvimjing hjá kvinnum (les: Poula Ø. Mohr á Oyggjaleikum á Álandi), og 50 metra frísvimjing hjá monnum (les: Pauli Ø. Mohr á World Cup í Berlin). Men tó so megnaði Turið S. Christiansen úr Ægir at seta juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, sum hon annars sambært mammuni slettis ikki plagar at svimja. Og tær báðar Turið úr Ægir og Tanja Skalum úr Suðuroyar Svimjifelag møttust í eini megnar holmgongu í 50 metra bringusvimjing, har báðar vendu rímiliga tætt eftir fyrstu 25, men har Tanja teir síðstu 25 metrarnar fleyg heim til nýtt juniormet á 35.16, í mun til metið 35.66 sum hon svam í gjár.

CIMG2863
Continue reading 2 juniormet afturat, síðsta dag á MU 2010

5 juniormet afturat, leygarkvøld á MU 2010

Aftur í kvøld gjørdu okkara ungu svimjarar hol í sjógvin, á Meistarastevnuni fyri Ung í Klaksvík. Tey eru bara í mesta lagi 14 ár hjá gentum og 16 hjá dreingjum, men settu tó 5 juniormet afturat teimum 8 frá í morgun og í gjár, har tey elstu sum kunnu seta juniormet eru 16 hjá gentum og 18 hjá dreingjum.

CIMG2637
Continue reading 5 juniormet afturat, leygarkvøld á MU 2010

5 juniormet afturat, leygarmorgun á MU 2010

Cecilia Eysturdal úr Ægir betraði um sítt met í 800 frí, frá 9:22.94 í Vági í februar, til 9:21.96 í Klaksvík í morgun. Magnus Jákupsson úr HS betraði um sítt met í 200 blandað, frá 2:14.16 í Klaksvík í mars, til 2:12.12 í Klaksvík í dag. Turið S. Christiansen úr Ægir setti tvey met í einum, tá ið hon í 200 bringu svam teir fyrstu 100 metrarnar uppá 1:16.81, har metið hjá henni frá kapping í Havn í desember var 1:17.17, og síðani allan teinin uppá 2:41.11, har metið hjá henni frá kapping í Havn í februar var 2:41.42. Og Ægir-dreingirnir Sigmund Mørkøre, Heðin L. Olsen, Alvi Hjelm og Hjørtur á Fløtti settu í 4×100 frí nýtt juniormet við tíðini 3:58.18, har kravtíð til at seta met var 3:59.96.

CIMG2711
Continue reading 5 juniormet afturat, leygarmorgun á MU 2010