Innslag í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpi Føroya, mánakvøldið 16. mai 2011, um venjing og ætlanir hjá Alva Hjelm, um úrslit á Meistarastevnuni fyri Ung í vikuskiftinum, og um komandi FM.
Tag: MU 2011
Meistarastevnan fyri Ung 2011
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Nú um vikuskiftið varð árliga Meistarastevnan fyri Ung hildin í Klaksvík, sum er føroyameistarastevnan fyri svimjarar yngri enn junioraldur. Aftur í ár vann Suðuroyar Svimjifelag rættiliga greitt flest heiðursmerki, éitt gullmerki meira enn hini feløgini tilsamans, um enn Havnar Svimjifelag hálaði væl inn á tey í mun til í fjør.
Video: 50 bringa gentur B1 á MU 2011
Video av skjótasta riðli hjá gentum í 50 bringu á Meistarastevnuni fyri Ung 2011. Tanja Skaalum úr Suðuroyar Svimjifelag vann gull við 35.19, Sunnleyg Eliasen úr Fuglafjarðar Svimjifelag varð nummar 2 við 35.28, og Guðrun Mortensen úr Suðuroyar Svimjifelag varð nummar trý við 36.38.
Video: 50 frí dreingir B1 á MU 2011
Video av skjótasta riðli hjá dreingum í 50 frí á Meistarastevnuni fyri Ung 2011. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag vann riðilin og kappingina við 25.32. Høgni Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag varð nummar 2 við 25.36 (4 hundraðpartar aftanfyri Óla, sum var 4 hundraðpartar aftanfyri Eyðbjørn í 400 :-), og Eyðbjørn Joensen varð nummar 3 við 25.47.
Myndir frá MU 2011
Her eru myndirnar sum eg tók á Meistarastevnuni fyri Ung um vikuskiftið. Um tit halda at Lív E. Eidesgaard eru á í so nógvum myndum, so er tað ikki forfylging, men tí at tey blivu við við at biðja hana koma upp á pallin 🙂
SuSvim-gentur 2:07.85 og juniormet í 4×50 blandað
Óluva 2:28.36 og juniormet í 200 firvald
Óluva Jacobsen úr Ægir setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing, á Meistarastevnuni fyri Ung 2011. Hon átti sjálv juniormetið á 2:30.45 frá SuSvim stevnu í mars mánaða, og er nú av álvara nær føroyska metinum hjá Nataliu Reinhardt á 2:27.62 frá FM 2005, sum er elsta føroyska met í svimjing yvirhøvur.
Fýrahundrað metrar, fýra hundraðpartar
Eyðbjørn Joensen og Óli Mortensen í tøttum dysti um gullið í 400 frí, á Meistarastevnuni fyri Ung 2011. Eyðbjørn vann gull við 4:05.24, Óli silvur við 4:05.28. Fyri tað um tað er langt, so nýtist tað ikki at vera langt ímillum 🙂
Gott lív á meistarastevnuni
Videobrot frá innmarsjini í gjár, á Meistarastevnuni fyri Ung 2011. Onkuntíð hevur tað verið eitt sindur tómligt við áskoðarum á føroyskum svimjistevnum, men tað var tað so avgjørt ikki í gjár.
Startlistin til MU 2011
Viðfestur er luttakaralistin til Meistarastevnuna fyri Ung 2011, sum verður í Klaksvík nú í vikuskiftinum. “Big guns” eru Kristina Elin Thomsen Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Alvi Hjelm, Óluva Jacobsen, Victoria W. Eysturdal, Victoria Biskopstø og Sigmund Mørkøre úr Ægir, og Lív E. Eidesgaard, Markus Joensen og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag, umframt at vit fara at síggja Jóhann Heðinsson aftur í 50 firvald. Feløgini verða biðin um at venda seg til Svend Åge sum skjótast, um okkurt er galið í skrásetingini.