Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2012

Her eru tey so endiliga, úrslitini frá Meistarastevnuni fyri Ung 2012, rættiliga nógv seinkað vegna tíðarpress. Sum Erling og Bartal vístu á herfyri, so vann Suðuroyar Svimjifelag flest heiðursmerki – 25 gull, 46 silvur og 31 bronsu. Mest vinnandi svimjari var Kristina Elin Thomsen úr Suðuroyar Svimjifelag við 9 gull og 4 silvur, meðan mest vinnandi hjá dreingjunum var Marius Ihlen Garðshodn við 9 gull og 1 silvur.
Continue reading Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2012

Tætt millum feløg í MU 2012

Úrslitalistarnir frá Meistarastevnuni fyri Ung eru ikki komnir enn, men Erling Eidesgaard hevur verið so raskur og gjørt eitt yvirlit av heiðursmerkjabýti grundað á Livetiming.dk. Suðuroyar Svimjifelag vann aftur í ár, men kappingin var tøtt millum liðini.

Heiðursmerkjabýti millum feløg

Felag Gull Silvur Bronsa
SuSvim 25 46 31
HS 24 13 11
Ægir 23 13 17
Reysti 23 13 15
FLOT 2 4 3
Tilsamans 97 89 77

Continue reading Tætt millum feløg í MU 2012

So er tað Meistarastevnan fyri Ung 2012

Nú um vikuskiftið skipar Svimjisamband Føroya og Ægir fyri árligu Meistarastevnuni fyri Ung, í svimjihøllini í Klaksvík. Tað er føroyameistarastevnan fyri tey sum eru yngri enn juniorar, í ár profilar sum Kristina Elin Thomsen og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag, Óli Mortensen og Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag, og Victoria Wigant Eysturdal og Alvi Hjelm úr Ægir. Tey byrja at kappast í kvøld kl 20:00, og kappast so aftur leygarmorgun frá kl 10:00, leygardag frá kl 17:00 og sunnudag frá kl 14:00. Startlistin er viðfestur.

DSC04220