Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014

Viðfestir eru úrslitalistar og hagtalsfílur frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014, sum Svimjisamband Føroya skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, Flaggdagin 25. og 26. apríl 2014.

Suðuroyar Svimjifelag vann nógv flest heiðursmerki; eini 57 gullmerki, 30 silvur og 18 úr bronsu. Reysti vann næstflest og Havnar Svimjifelag triðflest, sí talvuna niðanfyri.

Sára R. Nysted (SuSvim) vann flest heiðursmerki yvirhøvur – eini 13 úr gulli og 3 úr silvuri – meðan Róland Toftum (SuSvim) við sínum 12 úr gulli, 2 úr silvuri og 1 bronsu vann mest á harrasíðuni.

Størsta bragdið var vælsagtans tá ið Sára í kvøld svam seg undir minuttin í 100 metra frísvimjing, við tíðini 59.99, sum allarhelst yngsti føroyski svimjarin nakrantíð. Tað er hon (árgang 2001) ella Guðrun Mortensen (1997), har Guðrun svam seg undir minuttin við júst somu tíð í september 2010).
Continue reading Úrslit frá Meistarastevnuni fyri Ung 2014

Úrslit frá fyrsta degi á MU 2014

Her eru úrslitalistarnir frá fyrsta degi á Meistarastevnuni fyri Ung 2014, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali nú 24. – 25. apríl 2014.

Støðan nú aftaná fyrsta dag er at Suðuroyar Svimjifelag vunnið nógv flest gullmerki, Reysti næstflest og HS triðflest.

Mest vinnandi svimjari er Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag, sum til nú hevur vunnið eini 6 gullheiðursmerki og 2 silvur, meðan Róland Toftum er mest vinnandi hjá dreingjunum við 5 gullheiðursmerkjum og 2 úr silvuri.


Continue reading Úrslit frá fyrsta degi á MU 2014

Fyribils skrá fyri MU 2014

UPDATE: Har var ymiskt at rætta í fyrstu útgávu av skránni; men nýggjasta sæst nú her á livetiming.dk, har úrslitini eisini komast at síggja

Svend Åge sendi fyri løtu síðani út hesa fyrstu útgávu av skránna fyri Meistarastevnuna fyri Ung 2014, sum verður í Gundadali nú Flaggdagin og leygardag 25. – 26. apríl. Venjarar verða bidnir um at melda aftur sum skjótast, um okkurt ikki er sum ætlað.

Innbjóðing til Meistarastevnuna fyri Ung 2014

Viðfest er innbjóðing til Meistarastevnuna fyri Ung 2014, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í svimjihøllini í Gundadali hin 25. og 26. apríl. Kappast verður í bólkum 1, 2 og 3, í fylgjandi stevnupørtum:

  • Fríggjamorgun 25. apríl: Upphiting kl 8:30, kapping kl 10:00
  • Fríggjadag 25. apríl: Upphiting kl 16:00, kapping kl 17:30
  • Leygarmorgun 26. apríl: Upphiting kl 08:30, kapping kl 10:00
  • Leygardag 25. apríl: Upphiting kl 16:00, kapping kl 17:30

Meistarastevnan fyri Ung flutt til at verða í Havn 25. – 26. apríl 2014

Kunning frá Svimjisambandi Føroya

Góðu tit øll,

sum tit øll vita, er tað neyðugt at flyta Meistarastevnuna fyri Ung í ár. MU er sett at vera í Klaksvík 25. til 27. apríl.

Starvsnevndin hevur í dag avgjørt, at MU verður flutt til Havnar og verður svomið flaggdagin fríggjadagin 25. og leygardagin 26. apríl, soleiðis at svomið verður morgun og seinnapart báðar dagarnir.

Innbjóðingin kemur í komandi viku.

Vinarliga

Jon Hestoy