Her eru offisiellu úrslitalistarnir frá NJM 2008, og hagtalsfíla at lesa inn í WinGrodan. Sum tit kanska hava lisið her á SwimNews.dk, so varð tað í ár Danmark sum ‘vann’ NJM, og tað eru tey óivað ógvuliga stolt av. Tað plagar jú at vera Svøríki sum fer við tí mesta.
Tag: njm 2008
Tíðindaskriv frá SSF ísv NJM
Soljóðandi skriv er fingið frá Svimjisambandi Føroya. Orsaka at eg ikki havi skrivað so nógv sjálvur, enn, men her er nokk so hektiskt, upp undir fráferð til EM í Kroatia…
Svimjarar til Norðurlenska Junior Meistarakapping
Leygardagin og sunnudagin var NJM í Södertälje i Svøríki. Svimisambandið sendið hesuferð 2 svimjarar, Hildur á Fløttu úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag. Landsliðsvenjari var Petur Heðin á Fløtti, og leiðari Maud Poulsen úr Svimjisambandinum.
Í stuttari viðmerking sigur Petur Heðin á Fløtti at NJM sum altíð er ein stór avbjóðing fyri okkara svimjarar, serstakliga tí at kappingarstøðið er so høgt. Tær báðar Helena og Hildur hava nú roynt seg í altjóða kapping, og hetta fær eina góða ávirkan. Nakrar persónligar tíðir vórðu betraðar, men føroysku svimjararnar vóru ikki á sigurspallinum
Svimjisambandið fer í januar 2009 at leggja kravtíðir til NJM í 2009 og 2010, og í hesum sambandi fer at verða úttikið eitt NJM-bruttolið av fyrsta- og annað-ársjuniorum.
Liðið til NJM kemur aftur til Føroyar sunnukvøldið 7. Desember.
—-
Heilsan
Jon Hestoy
Svimjisamband Føroya
So eru tey í gongd í Södertälje
Norðurlendska juniormeistarastevnan byrjaði í morgun, og fyrstu úrslitini eru tí longu at finna her á livetiming.se. Tað sær út til at Helena hevur onkrar trupulleikar, tí hon hon svam rættiliga langt frá sínum tilmeldingartíðum í 50 rygg og 100 frí, meðan Hildur hinvegin betraði seg við 2½ sekundi í 200 firvald.
Her eru úrslitini til nú:
Kapping | Grein | Seeding | Svimjari | Tilm.tíð | Úrslit | Tíð |
---|---|---|---|---|---|---|
1 | 50 rygg | 9 | Helena Strøm Sævarsdóttir | 32.82 | 9 | 33.85 |
5 | 100 frí | 12 | Helena Strøm Sævarsdóttir | 1:03.73 | 13 | 1:07.14 |
7 | 200 firvald | 7 | Hildur á Fløtti | 2:35.16 | 7 | 2:32.82 |
Her eru tær báðar Helena og Hldur á Klaksvík National, farna vikuskifti:
Startlistin til NJM í Södertälje
Startlistin til NJM í Södertälje sæst her á serligu NJM heimasíðuni hjá Södertälje Simsällskap. Hesu ferð eru svimjararnir hjá okkum Hildur á Fløtti úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Helena Strøm Sævarsdóttir úr Suðuroyar Svimjifelag, og tær skulu altso í hylin nú leygardagin og sunnudagin. Kappast verður leygarmorgun frá kl 8 føroyska tíð, leygardag frá kl 16 og sunnudag frá kl 8, og til ber at fylgja við ‘live’ her á livetiming.se.
Continue reading Startlistin til NJM í Södertälje
Um NJM 2008 í Södertälje
NJM verður sum kunnugt í Södertälje í Svøríki tann 6. og 7. desember, fyri gentur føddar 1993-1994 og dreingir føddir 1991-1992. Sjálv innbjóðingin finst sum Word-skjal her á heimasíðuni hjá Södertälje Simsällskap, www.sss.se, og kann eisini lesast sum HTML-skjal her á stevnuheimasíðuni. Svomið verður í ‘Sydpoolen’, sum tit kunnu lesa um og síggja á heimasíðuni www.sydpoolen.se. Føroysku kravtíðirnar síggjast her á ssf.fo.
Norðurlendskar kravtíðir til NJM 2008
Til stuttleikar ein samanbering av kravtíðunum til NJM 2008, so frætt sum eg havi dugað at funnið tær á netinum. Norðmenn siga seg brúka meðaltal av triðbestu tíð á trimum teimum seinastu NJM. Danir brúka nakað sum minnir um tað sum norðmenn gera, meðan íslendingar brúka eitt millumting millum norsk/donsku kravtíðirnar og tær føroysku. Havi ikki funnið tær svensku enn, og dugi ikki at finna runt á finsku ella estisku heimasíðunum.
Continue reading Norðurlendskar kravtíðir til NJM 2008
Kravtíðirnar til NJM 2008 klárar
Kravtíðirnar til NJM 2008 síggjast nú her á ssf.fo. Tær taka støði í 6. bestu tíð í 50 frí á NJM í fjør, sum kravtíðirnar til aðrir teinar og aðrar greinar so onkunsvegna eru ásettar út í frá. Eg listi tær líka upp her niðanfyri eisini, til tey sum eru ov spennt til at fara alla leiðina yvir á www.ssf.fo 🙂
50m | 100m | 200m | 400m | 800m | 1500m | |
Firvald gentur | 0:30.79 | 1:11.33 | 2:34.58 | |||
Firvald dreingir | 0:26.10 | 1:00.33 | 2:18.47 | |||
Rygg gentur | 0:32.02 | 1:09.67 | 2:30.56 | |||
Rygg dreingir | 0:27.50 | 1:00.15 | 2:09.40 | |||
Bringa gentur | 0:36.16 | 1:18.42 | 2:42.18 | |||
Bringa dreingir | 0:31.69 | 1:09.67 | 2:31.33 | |||
Frí gentur | 0:27.93 | 1:01.93 | 2:15.43 | 4:44.74 | 9:35.41 | |
Frí dreingir | 0:24.45 | 0:53.93 | 1:59.76 | 4:14.95 | 16:13.50 | |
Blandað gentur | 2:29.95 | 5:18.63 | ||||
Blandað dreingir | 2:16.41 | 4:48.41 |
Juniorsvimjarar eru í ár gentur føddar í 1993 og 1994, og dreingir føddir í 1991 og 1992.
Continue reading Kravtíðirnar til NJM 2008 klárar