Video av tá ið Birita vann gull á NJM 2010

Petur Heðin á Fløtti tók hesa video á NJM í Kastrup í desember 2010, tá ið Birita Debes sum fyrsta føroyska kvinna nakrantíð vann gull á Norðurlendskari JuniorMeistarastevnu. Har eru aðrar góðari videoir á rásini www.youtube.com/user/phf1971, frá tá ið Cecilia Eysturdal svam 200 frí, Heðin L. Olsen 50 frí, og annað.

Danmark hølvaði Svøriki av í NJM 2010

Danmark vann dyggiliga norðurlendsku juniormeistarakappingin í Kastrup. Danir vunnu 19 gull, meðan sviar “bert” fingu 4 gull. Victor Bromer vann flest gull heiðursmerki (5).

Continue reading Danmark hølvaði Svøriki av í NJM 2010

Fimm met afturat á NJM 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Magnus Jákupsson setti í morgun føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin upp á 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Birita Debes setti eisini juniormet í 200 rygg, við tíðini 2:20.30 har metið hjá henni frá úttøkustevnuni í Klaksvík í oktober var 2:23.16. Og tær fýra Jonna B. Thomsen, Cecilia Eysturdal, Birita Debes og Poula Ø. Mohr settu nýtt landsliðsmet fyri juniorar og seniorar í 4×200 frí, við tíðini 8:53.23, har metið frá NJM 2006 var 9:05.20.


Continue reading Fimm met afturat á NJM 2010

Nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí

Tær fýra Jonna B. Thomsen, Cecilia Eysturdal, Birita Debes og Poula Ø. Mohr megnaðu í síðstu kapping hjá føroyingunum á norðurlendsku meistarastevnuni í Kastrup at seta flott nýtt føroyskt landsliðsmet fyri juniorar og seniorar, við tíðini 8:53.23. Hetta er stór betring av metinum frá NJM 2006, sum var 9:05.20.

Magnus 2:04.82 og føroyskt met í 200 rygg

Magnus Jákupsson setti í morgun nýtt føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hann á norðurlendsku meistarastevnuni í Kastrup svam teinin uppá 2:04.82, har metið hjá honum frá føroyameistarastevnuni í vár var 2:04.99. Tíðin er sjálvsagt eisini nýtt juniormet, nú hann hevur aldur til tess. Sí úrslitalistan her.


Continue reading Magnus 2:04.82 og føroyskt met í 200 rygg

Birita 2:20.30 og juniormet í 200 rygg

Birita Debes setti í morgun føroyskt juniormet í 200 rygg, tá ið hon á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup svam teinin uppá 2:20.30, har juniormetið hjá henni frá úttøkustevnuni í oktober var 2:23.16. Tað rakk til eitt fimtapláss, eitt sindur ergiligt bara umleið 2 sekund frá silvur og bronsu. Sí úrslitalistan her.

Gongur upp á stás hjá føroyingunum í Kastrup

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Sum onkur viðmerkti nú í kvøld, so eru føroyingarnir klárt fremst, tá ið tað kemur til at betra seg mest á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Til nú hava tey sett 1 føroyskt met, 6 juniormet og 2 landsliðsmet fyri juniorar, umframt at øll hava betra seg í minst einari grein.


Continue reading Gongur upp á stás hjá føroyingunum í Kastrup

Føroyskt met og gull til Biritu í 100 rygg

Birita Debes megnaði í kvøld at vinna gull í 100 metra ryggsvimjing á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup. Hetta er fyrsta gull sum nøkur føroysk genta hevur vunnið á norðurlendsku meistarastevnuni yvirhøvur, afturat teimum trimum sum Pál vann á NJM í Tórshavn í 2007. Tíðin 1:01.46 er stór betring av føroyska metinum og juniormetinum hjá Biritu, sum var 1:03.15 frá landsdystinum ímóti Íslandi í oktober. Sí úrslitalistan her.