Fín byrjan uppá NJM 2010

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Føroyingar fingu eina góða byrjan á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Kastrup í morgun, tá ið Cecilia Eysturdal longu í fyrstu kapping setti føroyskt juniormet í 800 frí. Løtu seinni setti Birita Debes føroyskt juniormet í 100 frí, og hareftir Magnus Jákupsson juniormet í 200 firvald. At enda settu tær fýra Birita Debes, Turið S. Christiansen, Poula Ø. Mohr og Cecilia Eysturdal føroyskt landsliðsmet fyri juniorar í 4×100 blandað.


Continue reading Fín byrjan uppá NJM 2010

Nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×100 blandað

Føroysku genturnar settu í morgun nýtt føroyskt junior-landsliðsmet, tá ið tær á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Kastrup svumu 4×100 blandað uppá 4:27.57. Eingin átti metið áðrenn men føroyska juniormetið fyri bara svimjarar úr sama svimjifelag er til samanberingar 4:40.52, føroyska seniormetið fyri svimjarar úr sama svimjifelag 4:30.63, og føroyska landsliðsmetið fyri seniorar 4:22.92. Tær fýra vóru Birita Debes úr FLOT, Turið S. Christiansen úr Ægir, Poula Ø. Mohr úr FS og Cecilia Eysturdal úr Ægir. Les úrslitalistan her.

Magnus 2:09.12 og juniormet í 200 firvald

CIMG3114Magnus Jákupsson svam beint nú 200 firvald á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Kastrup, og megnaði har at svimja nýtt føroyskt juniormet 2:09.12, har gamla juniormetið hjá Magnusi sjálvum var 2:12.64 frá Ægir stevnu í oktober. Nýggja føroyska juniormetið rakk til at hann gjørdist nummar 4 av 8 luttakandi í 200 firvald, her á NJM 2010. Sí úrslitalistan her.

Cecilia 9:20.65 og juniormet í 800 frí

CIMG3338Cecilia Eysturdal setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 800 metra frísvimjing, við tíðini 9:20.65 á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Kastrup. Hon átti sjálv gamla metið, 9:21.96 frá Meistarastevnuni fyri Ung í vár. Erna Katrin Olsen svam 9:36.12 í somu kapping, og tær báðar endaðu sum nummar 8 og 9 av 11 tilsamans, har íslendska Eygló Ósk Gústafsdóttir vann gull við 8:54.93. Sí úrslitalistan her.

Birita Debes 58.52 og juniormet í 100 frí

Birita DebesBirita Debes betraði júst nú um føroyska juniormetið í 100 frí, við at svimja teinin uppá 58.52 sekund á norðurlendsku juniormeistarastevnuni í Klaksvík, har juniormetið hjá Poulu Ø. Mohr frá Oyggjaleikum á Álandi var 59.38. Poula kom eisini sjálv nær at gamla metinum, við tíðini 59.58 sekund. Føroyska metið eigur Elspa Mørkøre, á 57.41 frá donsku meistarastevnuni í 2007. Birita og Poula endaðu miðskeiðis í kappingini á NJM, har danska Mie Ø. Nielsen vann gull við 55.31, svenska Céline Bertrand silvur við 56.37, og danska Kia Hansen bronsu við 57.03. Sí úrslitalistan her.

9 svimjarar til NJM í vikuskiftinum

Nú leygardagin og sunnudagin fara 9 føroyskir svimjarar at luttaka á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni, í Kastrup í Danmark. Hóast vit bara hava einstakar møguleikar at vinna heiðursmerki í ár, so benda tilmeldingarnar til stevnuna á, at føroysk svimjing er við at lyfta seg frá at liggja niðast í hesi kapping, til at liggja onkustaðni miðskeiðis.

NJM-liðið 2010

[Føroyska NJM-landsliðið 2010, frá vinstru Birita Debes, Erna Katrin Olsen, Jonna B. Thomsen, Poula Ø. Mohr, Turið S. Christiansen, Sofus Bech, Magnus Jákupsson, Heðin L. Olsen, Cecilia Eysturdal]
Continue reading 9 svimjarar til NJM í vikuskiftinum

Startlistarnir til NJM 2010 síggjast nú á livetiming.dk

Donsku fyriskipararnir hava nú lagt út startlistarnir her á livetiming.dk, til norðurlendsku juniormeistarastevnuna 2010. Okkara svimjarar fáa tað hart, við tilmeldingum sum sjáldan sníkja seg upp í topp 6, og einans í trimum førum heilt upp ímóti heiðursmerkjunum. So sum man sigur – her skal arbeiðast, um svimjararnir vilja hava metall heimvið 🙂
Continue reading Startlistarnir til NJM 2010 síggjast nú á livetiming.dk