Úrslit síggjast so hvørt sum tey svimja her á keflavik.is, men tíverri sær tað út sum at tey hava trupult við at svimja upp til sínar bestu tíðir, her í fyrstu kappingum. Turið er í finaluni í 200 bringu, Poula í 100 rygg, Magnus í 100 rygg, Astrið og Kristina í 50 firvald, og Pauli í 50 firvald, har Magnus nokk hevur besta heiðursmerkjakjans í kvøld, við triðbestu tíð frá innleiðandi. Eftir hjá føroyingunum í morgun er 800 frí, har Cecilia luttekur í riðli 2, og 1500 frí har Sigmund Mørkøre luttekur í fyrsta riðli.
Continue reading So er NM/NJM 2011 byrjað
Tag: NM/NJM 2011
Fyribils startlistar til NM og NJM í Reykjavík
Mads Claussen vísir á Facebook til hendan startlistan, sum tíverri er eitt samanbland av tilmeldingunum til NM og NJM í Reykjavík, og tí eitt sindur ringur at gjøgnumskoða. Men altso, juniorarnir eru í ár gentur føddar 1996 og 1997 (sum vist nokk er tær sum eru 15 og 16 ár á startlistanum) og dreingir føddir 1994 og 1995 (t.e. so 17 og 18). Vit síggja ikki óvæntað at Magnus er høgt á listanum í t.d. 50, 100 og 200 rygg, og at Pauli Ø. Mohr eisini er heilt væl fyri í 50 bringu og 50 frí. Genturnar eru sum heild longri niðri á listunum, men tó frægari fyri tá ið man sorterar út í aldursbólkar. Sí annars NM/NJM-síðuna her á sundsamband.is.