Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag svam seg í kvøld til silvurheiðursmerki á NJM 2015, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing svam teinin uppá 15:35.23. Hetta var stór betring av hansara persónliga meti, sum var 15:49.50 frá HS-stevnu í november mánaða. Norski Truls Wigdel vann gull við 15:10.65, og svenski Filip Björkholm bronsu við 15:41.07.
Tag: NM/NJM 2015
Sára 2:16.52, bronsu og føroyskt met í 200 blandað á NJM 2015
Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði fyri løtu síðani at vinna bronsu á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2015, tá ið hon í 200 metra blandaðari svimjing á stuttgeil við tíðini 2:16.52 setti stórt nýtt føroyskt met og juniormet. Hon átti sjálv føroyska metið á 2:18.78, frá tá ið hon vann bronsu á Oyggjaleikum á Jersey í summar.
Nógv finalupláss til Føroyar, 1. dag á NM/NJM 2015
Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan byrjaði í morgun í Bergen í Noregi, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Tey svumu um at koma í finalurnar seinnapartin, og vóru tey ikki so fá sum megnaðu hetta.
Continue reading Nógv finalupláss til Føroyar, 1. dag á NM/NJM 2015
So er tað NM/NJM 2015
Norðurlendska Meistarastevnan og JuniorMeistarastevnan 2015 verður í Bergen nú fríggjadag til sunnudag 11. – 13. desember, við luttøku av eisini einum rættiliga stórum hópi úr Føroyum. Startlistarnir síggjast her, sum benda á at vit hóast harða kapping kunnu fáa okkurt heiðursmerki heim til Føroyar eisini.
(NM/NJM-hópurin 2015. Erling Eidesgaard eigur myndina)
Continue reading So er tað NM/NJM 2015