Tag: NMU 2010
Móttøka fyri Magnusi í morgin
Í sambandi við at Magnus Jákupsson gjørdist norðurlendskur unglingameistari í 50 rygg í gjár og síðan hevur vunnið silvur og bronsu í somu kapping í dag í ávikavist 50 firvald og 200 rygg verður skipað fyri móttøku uttanfyri svimjihøllina í Gundadali í morgin – mánadagin 5. juli 2010 – kl. 14. Sí havnarsvimjifelag.com
5 føroysk met og 7 juniormet á NMU 2010
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Føroysku svimjararnir megnaðu í morgun at seta 4 nýggj føroysk met og 5 føroysk juniormet, á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum hevur verið í Drammen í gjár og í dag. Magnus Jákupsson vann sær hartil silvurheiðursmerki í 50 metra firvaldasvimjing, og bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing.
Nýtt føroyskt met í 4×200 frí hjá kvinnum
Tær fýra Cecilia Eysturdal, Tanja Skaalum, Turið S. Christiansen og Guðrun Mortensen meira ella minni sorlaðu føroyska metið og landsliðsmetið í 4×200 metra frísvimjing, á Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, sum hevur verið í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá teimum var 9:18.40, har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar, Elspu Mørkøre, Lisbeth L. Joensen og Sáru Ejdesgaard frá SMÍ í 2004 var 9:54.55. Altso ein betring uppá 36.15 sekund, hjá hesum fýra gentunum árgang 1996 og 1997, harav tvær verða veruligir juniorar næsta ár, og tvær verða tað fyrst um tvey ár. Tíðin er eisini føroyskt juniormet, við tað at tær eru nóg ungar.
Magnus bronsa og føroyskt met í 200 rygg
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag megnaði í morgun at svimja seg til nýtt føroyskt met, føroyskt juniormet og bronsuheiðursmerki á Norðurlendsku Meistarstevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá Magnusi var 2:11.26, har føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum var 2:12.62 frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Beograd í 2008, og kravtíðin til at kunna seta føroyskt juniormet var 2:11.99.
Cecilia nýtt juniormet í 400 frí
Cecilia Eysturdal úr Ægir setti í morgun nýtt føroyskt juniormet í 400 metra frísvimjing, á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá henni var 4:41.07, har juniormetið hjá Moniku Biskopstø eisini úr Ægir var 4:41.81, frá Reykjavík International Games í januar 2010.
Magnus silvur og føroyskt met í 50 firvald
Magnus Jákupsson úr Havnar Svimjifelag svam seg í morgun til føroyskt met í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung, sum er í Drammen í hesum døgum. Tíðin hjá honum var 25.90, har juniormetið hjá honum frá Small States stevnuni í Hafnarfirði herfyri var 26.05, og føroyska metið hjá Kára J. á Høvdanum frá heimsmeistarastevnuni í Rom í fjør summar var 26.03. Sostatt føroyskt met, føroyskt juniormet og norðurlendskt silvurheiðursmerki til Magnus, aftanfyri danska Martin Terp Olesen á 25.73, og frammanfyri svenska Oskar Ekström á 25.92.
Nýtt føroyskt met í 4×100 frí hjá kvinnum
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Tær fýra Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen megnaðu her fyri løtu síðani at seta nýggj føroyskt met og juniormet í 4×100 frí, við tíðini 4:19.01 har føroyska metið og juniormetið frá Small States 2010 var 4:20.30. Hetta er avbera gott, tá ið hugsað verður um at tær allar fýra eru undir veruligan junioraldur, og tó so kláraðu at betra um eitt met sum út yvir Guðruna og Ceciliu hevði styrk av teimum báðum eitt ára eldru Poulu Ø. Mohr og Biritu Debes.
Skiftandi úrslit á NMU 2010 í morgun
Út yvir teir 50 rygg hjá Magnusi, so gekk tað ikki so væl hjá føroyingunum í Drammen at svimja upp til sínar tilmeldingartíðir í morgun. Nú vóru tær flestu gott nokk teoretisk útrokning í mun til hvussu skjótt hesi svimja í 25 metra hyli, har kappingin í Drammen sum kunnugt er í 50 metra hyli; men tó so vóru tær flestu eisini eitt sindur frá hvat tey hava klárað til dømis á Small States 2010.
Continue reading Skiftandi úrslit á NMU 2010 í morgun
Magnus vann 50 rygg á NMU 2010
Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya
Magnus Jákupsson vann her fyri løtu síðani 50 metra ryggsvimjing á norðurlendsku meistarastevnuni fyri ung, sum er í Drammen í Noregi nú 3. og 4. juli 2010. Tíðin hjá Magnusi var nýtt føroyskt juniormet, 27.68 har juniormetið hjá Kára J. á Høvdanum frá EJM í Beograd í 2008 var 27.89. Tíðin er eisini bara 3 hundrapartar frá føroyska metinum hjá Kára, sum er 27.65 frá HM í Rom í 2009. Eitt einastandandi úrslit hjá unga Magnusi, ið sum kunnugt ikki hevur rokkið veruligum junioraldri enn.