Føroyingar 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu á NMU 2012

Tíðindaskriv frá Svimjisambandi Føroya

Farna vikuskiftið var Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung í Keypmannahavn, ið er kapping fyri gentur 13-14 ár og dreingir 15-16 ár, og kláraðu føroyingar seg einastandandi har. Tilsamans settu tey 12 føroysk juniormet og 8 føroysk seniormet, hóast eingin av teimum hevur veruligan junioraldur enn, og hartil fingu vit 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu.

nmu2012-genturnar

(Okkara gentur á NMU 2012. Morensa Thomsen eigur myndina)
Continue reading Føroyingar 2 gull, 2 silvur og 2 bronsu á NMU 2012

NMU-dreingirnir 8:09.41 og føroyskt met í 4×200 frí

Sunnumorgunin megnaðu Eyðbjørn Joensen, Markus Joensen, Alvi Hjelm og Óli Mortensen at svimja seg til risa nýtt føroyskt met og juniormet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á NMU 2012 svumu samlaða teinin uppá 8:09.41, har føroyska metið var 8:44.94, og juniormetið ikki til staðar. Sí úrslitalista her.

Markus 1:09.91 og føroyskt met í 100 bringu

Sunnumorgunin megnaði eisini Markus Joensen úr Havnar Svimjifelag at svimja seg til føroyskt met og juniormet, tá ið hann á NMU 2012 svam 100 metra bringusvimjing uppá 1:09.91, har føroyska metið hjá Dánjali Martini Hofgaard var 1:10.94, og kravtíðin til at kunna seta juniormet 1:11.06. Sí úrslitalista her.

Victoria 4:33.63, juniormet og bronsu á NMU 2012

Sunnumorgunin megnaði Victoria Wigant Eysturdal at svimja seg til juniormet og bronsu á NMU, tá ið hon í 400 frí svam teinin uppá 4:33.63, har juniormetið hjá stórusystir Ceciliu á EJM hósdagin var 4:37.51. Eitt øgiligt úrslit hjá ungu Victoriu, soleiðis at bjóða norðurlondum og evnaríku systrini av. Sí úrslitalista her.

Kristina Elin 29:23, føroyskt met og gull á NMU 2012

Sunnumorgunin megnaði Kristina Elin Thomsen at svimja seg til føroyskt met, juniormet og norðurlendskt gull, tá ið hon á NMU svam 50 firvald uppá 29.23 sekund har føroyska metið hjá Shailu millum Garðarnar var 29.56, og juniormetið hjá Biritu Debes 30.56. Ein einastandandi góð tíð, ið sum sagt eisini rakk til NMU-gull frammanfyri norsku Inger-Ane Sætra Schefte á 29.36 og svensku Rebecka Gustafson á 29.37. Sí úrslitalista her.

Kristina Elin NMU 2012 gull

NMU-dreingirnir føroyskt met og juniormet í 4×100 blandað

Leygarmorgunin settu teir fýra Óli Mortensen, Markus Joensen, Eyðbjørn Joensen og Alvi Hjelm stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið teir á NMU 2012 svumu 4×100 blandað uppá 4:13.75, har føroyska metið frá SMÍ 2004 var 4:29.61, og juniormetið ikki til staðar. Uppá tíðina at fáa nýtt met, størsti trupulleiki er at vit ikki so ofta hava lið við út á langgeil. Sí úrslitalista her.

Victoria 2:09.63, gull og føroyskt met á NMU 2012

Victoria Wigant Eysturdal hevur í dag sett nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra frísvimjing, tá ið hon vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung 20120, sum er í Keypmannahavn um vikuskiftið. Nýggja tíðin er 2:09.63, har metið hjá Juttu Thomsen frá HeimsMeistarastevnuni í Melbourne í 2007 var 2:10.81. Eitt ófatiliga flott avrik av ungu gentuni úr Ægir, fødd ár 1998 og tí ikki enn millum tey sum sleppa at luttaka á til dømis EJM. Sí úrslitalista her.

Victoria gull á NMU 2012