Tær fýra Sára R. Nysted, Vár E. Eidesgaard, Jana Thomsen og Signhild Joensen megnaðu sunnudagin at seta nýtt føroyskt landsliðsmet í 4×200 metra frísvimjing, tá ið tær á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Bellahøj svumu teinin uppá tilsamans 9:07.09. Landsliðsmetið var 9:18.40, frá NMU 2010. Sí úrslitalistan her.
Tag: NMU 2014
Føroyskt landsliðsmet á NMU 2014 í Bellahøj
NMU 2014 er í hesum døgum í Bellahøj í Keypmannahavn, sum er norðurlendska meistarastevnan fyri svimjarar yngri enn junioraldur. Tey kappaðust í gjár og fyrradagin, og fara at kappast aftur í dag.
Í gjárkvøldið settu føroysku genturnar Signhild Joensen úr Ægir, Barbara Debes úr FLOT, Jana Thomsen úr Reysti og Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag stórt nýtt føroyskt landsliðsmet, tá ið tær í 4×100 metra frísvimjing svumu teinin uppá tilsamans 4:10.88. Metið var áðrenn hetta 4:19.01, sum Cecilia Eysturdal, Guðrun Mortensen, Tanja Skaalum og Turið S. Christiansen svumu á NMU 2010.
Genturnar megnaðu við hesum úrsliti at vinna á Íslandi, nú á NMU 2014, sum svumu teinin uppá 4:21.17, og vóru ikki so langt frá Estlandi (4:09.32). Danmark vann gull við tíðini 3:56.14, Svøríki silvur við 4:05.85 og Noregi bronsu við 4:07.30.
Úttøkur til NMU, EJM og EM 2014
Svimjisamband Føroya hevur í dag kunngjørt landsliðini til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Bellahøj hin 12. og 13. juli 2014, Evropeisku JuniorMeistarastevnuna 2014 í Dordrecht hin 9. til 13. juli 2014, og til Evropeisku Meistarastevnuna í Berlin hin 18. til 24. august 2014.
Kravtíðir til EJM, EM og NMU 2014
Kunning frá Svimjisambandi Føroya
Formenn og venjarar í føroysku svimjifeløgunum fingu viðfesta skriv í telduposti í gjár, við kravtíðunum til Evropeisku JuniorMeistarastevnuna í Dordrecht hin 9. til 13. juli 2014, og til Evropeisku Meistarastevnuna í Berlin hin 18. til 24. august 2014.
Kravtíðirnar síggjast eisini á www.ssf.fo.
Til NMU í Bellahøj hin 12. og 13. juli 2014 verða úttikin í mesta lagið 5 gentur og í mesta lagið 5 dreingir, sum til MU 2014 og FM 2014 hava nátt hægstu finastigini, omanfyri 500.
Kravtíðarskeiðið endar nú aftaná FM 2014.