Gongur upp á stás í Klaipeda

Meðan Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan og Føroyaleikir 2021 verða avgreiddir í Vági, og meðan Bartal E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag svimja framúr á EJM í Róm, so hava eisini Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Lea Osberg Højsted úr Ægir svomið framúr, tær báðar á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Klaipeda í Litava.

Nú sum fyrsti dagur er farin framvið, og harvið tveir teir fyrstu stevnupartarnir av trimum, so hava tær sett tvey stór persónlig met í part, umframt at hava svomið væl eisini í hvør sína triðju kappingargrein. Sí yvirlitið her

Kappingin er sum væntað hørð ímóti hinum norðurlondunum á stevnuni í Klaipeda, men smæðast tær tó ikki púra burtur í millum. Til dømis var Lea nr 11 av 16 luttakandi í 200 bringu, og Jóhanna nr 13 av 16 luttakandi í 400 blandað.

Nýggi landsliðsvenjarin Kristian Martin Joensen var væl nøgdur, nú hann heilsaði úr Klaipeda seinnapartin, og spurdi til hvussu tað gekst hjá okkum í Vági. Eg haldi at man má bara siga, at tað gongur heilt ókey hjá føroyskari svimjing, hóast alt, við úrslitunum nú úr Róm og Klaipeda og Vági, alt í senn.

Stroyming frá NMU 2021

Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung er sum kunnugt í Klaipeda í Litava nú hin 10. og 11. juli 2021, og litavar ætla sær at stroyma. Úr Føroyum eru tær Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag sum luttaka.

Startlistar og úrslit fara at kunna síggjast her á SwimRankings. Tilsamans eru tey 151 svimjarar úr 9 londum sum luttaka, hesar 2 dagarnar í Klaipeda. Danmark, Estland, Finland, Føroyar, Ísland, Noregi og Svøríki eru fullgyldugir limir í norðurlendska svimjisambandinum, meðan Lettland og Litava hava atlimaskap.

Continue reading Stroyming frá NMU 2021

So er tað skjótt eisini NMU 2021

Nú fríggjamorgunin fer føroyska NMU-landsliðið úr Vágum umvegis Keypmannahavn og Palanga til Klaipeda í Litava, har Norðurlendska Meistarastevnan fyri Ung 2021 verður fyriskipað leygardag og sunnudag.

Jóhanna, Kristian Martin og Lea í Klaksvíkar Svimjihøll í dag
Continue reading So er tað skjótt eisini NMU 2021

Luttakaralistar til NMU 2021

Nú nærkast til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, har eisini tveir føroyskir svimjarar fara at luttaka. Fyriskipararnir í Litava hava júst sent okkum hetta leinki til luttakaralistarnar, sum benda á eina rættiliga sterka kapping, sum tær báðar Lea og Jóhanna fáa í Klaipeda.

Photo courtesy of Mantas Volungevicius, CC BY 2.0
Continue reading Luttakaralistar til NMU 2021

Úttøka til NMU 2021 í Klaipėda, Litava

Svimjisambandið hevur givið fylgjandi svimjarum tilboð um úttøku til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung 2021, sum verður í Klaipėda í Litava hin 10. og 11. juli 2021:

  • Lea Osberg Højsted (2008, Ægir)
  • Róa Trygvadóttir (2008, Ægir)
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS)
  • Heini M. Askham (2006, Ægir)

Aftaná fund við foreldrini um møguligar avbjóðingar av korona og so framvegis, hava Lea og Jóhanna valt at takka ja, meðan Róa og Heini heldur fara til FM/JM og Føroyaleikir.

Ferðaleiðarar verða eitt foreldur hjá hvørjum svimjara, meðan venjarin verður nýggi landsliðsvenjarin, Kristian Martin Joensen.

Landsliðið fer úr Føroyum fríggjadagin hin 9. juli, og er aftur mánadagin hin 12. juli.

Við fyrivarni fyri støðuni við korona, sjálvsagt.

Image by drakonas from Pixabay

Úttøkuskipan til NMU 2021 í Litava

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, sum verður í Klaipėda í Litava frá 10. til 11. juli 2021.

Gevið gætur, at hendan ferðin bara verður gjøgnumførd í tann mun sum koronastøðan loyvir tí, har serliga almennu ferðatilmælini eru avgerandi.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Klaipeda, image courtesy of Mantas Volungevicius, CC BY 2.0