Sum tit óivað hava hoyrt í útvarpinum ella lisið her á sport.fo, so skipaðu nólsoyingar fyri 10. ferð á rað fyri svimjing um Nólsoyarfjørð, á Ovastevnu seinasta leygardag. Tvs. tey svumu ikki um Nólsoyarfjørð hesu ferð, men ‘bara’ 1500 metrar fram við Nólsoyarlandinum, av tí at mjørkin var so nógvur.
Tag: nólsoyarsvimjing 2007
Nólsoyarsvimjingin útsett
Dimmalætting skrivar nú at Nólsoyarsvimjingin allíkavæl fyrst verður á Ovastevnu 11. august, hóast at fyrireikararnir høvdu ætlað tað ørvísi. Eftir øllum at døma er orsøkin væntandi áhugi hjá teimum sum vildu svimja, og vóna tey tí at tilmeldingin verður betri nú svimjingin er flutt “aftur á pláss”.
UM og Nólsoyarsvimjing í vikuskiftinum
Tað hevur verið ógvuliga lítið at frætta um svimjing seinastu vikurnar, men nú brennur so á aftur. Árliga unglingameistarastevnan verður í Vági fríggjakvøld og leygardag, umframt at fólk leypa á bláman við húsini hjá radioamatørunum í Havn kl 12:00 leygardagin, at svimja til Nólsoyar.
Eg havi ikki sæð nakra innbjóðing til UM enn, men tit kunnu lesa um tiltakið til Nólsoyar her á hesari heimasíðu, umframt á www.triathlon.fo. Fólk kunnu melda til her á triathlon.fo, og annars síggja hvørji sum longu eru tilmeldaði her. Inntil víðari eru yvirhøvur triathletar, men vónandi leggjast fleiri afturat komandi dagarnar.