Cecilia nevnd á TransWorldSport.TV

Brot úr blogguni hjá Trans World Sport

But if it was difficult for us on dry land, it must have been an awful lot more grueling for Cecilia Wigant Eysturdal, who at just 15 years-old broke a decade-old open water swimming record, held previously by a man, in a 5km race we watched between islands in ice-cold sea water.

International team GoPro on Nólsoyarfjørð

Cecilia vann Nólsoyarsvimjingina 2012, og setti met

15 ára gamla Cecilia Wigant Eysturdal vann í dag árligu havsvimjingina frá Tórshavn til Nólsoyar, við stórum nýggjum meti 1:07.48, har metið hjá Jóannesi á Fløtti frá 2004 var 1:17.00. Evald Rasmussen svam eisini undir tað nú fyrrverandi metið, sum næsti svimjari í tíðini 1:12.57. Veðrið var óført og líkindini at svimja góð, video verður klár seinni.

GOPR5389
Continue reading Cecilia vann Nólsoyarsvimjingina 2012, og setti met

Nólsoyarsvimjingin er í gongd

Teir fyrstu svimjarnir eru allarhelst longu komnir á land í Nólsoy. 7 svimjarir fóru avstað úti við Strond klokkan 11:45. Har í millum vóru Cecilia Eysturdal, Eyðun Húsgarð og Evald Rasmussen. Jon Hestoy og Rókur eru við í einum kamerabáti. Nógv fólk, eini 50, hugdu at, tá svimjarnir løgdu avstað. Steyp verða handaði klokkan 15 úti á Ovastevnuni.